Heimasíðan hjá Áka Nielsen


Áki Nielsen
Gørðum
FO-350 Vestmanna
Tlf.: +298 424542 / 424480
Fax.: +298 424542
GSM: +298 226486 / 252069
E-Mail: prinssi@kallnet.fo og a-nielsen@post.olivant.fo
Heimasíða: http://heima.olivant.fo/~an2001/ og http://3672109.home.icq.com/
ICQ-UIN: 3672109 http://www.icq.com/scripts/Srch.dll?Uin=3672109
Tú kanst síggja um eg eri on-line á ICQ á hasari síðuni, og senda mær eini boð sjálvt um eg eri off-line.
Nicknavn: Prinssi (Tá eg eri á IRC, eri eg sum oftast at finna á #Faroese_Chat á DALNet.)

Vilt tú eisini chatta, er tað best at heinta mIRC niður.

 

Lurta eftir MP3'arum við hesum forritinum:

Míni favoritt Black Metal orkestur eru: Dimmu Borgir og Satyricon. Industrial Metal: Covenant


Mær dámar sera væl Linux, havi brúkt tað í trý ár eftirhondini, og eg eri:

Um tú brúkar Linux, burdi tú eisini latið teg skrásett sum Linux-brúkara. Vitja eisini síðuna hjá Føroyska Linux Áhugabólkinum: http://www.flug.fo/ har finnur tú tað, sum eg eri so heppin at sleppa frá at skriva her.

Um tú hevur hug, líkasum eg, at hjálpa SETI við at kanna, um lív er í rúmdini, far so og installera eitt forrit frá teimum her:

 

Einaferð langt úti í framtíðini fari eg at hava eina assemblarasektión á síðuni. Men tað tími eg ikki at hava tíð til at gera beint nú.
Eg havi altíð hatað at gjørt grafiskt design, tí tað tekur evigheitir, og er serdeilis óspennandi. Fyrstu ferð eg brúkti Linux, tímdi eg ikki eingongd at prøva ta grafisku brúkaraflatuna, tí eg helt tað var nokk at læra í tekstkonsollinum. Man kann jú eisini gera tað sama har, uttan grafikk, sjálvandi, sum eg ikki skoyti nógv um. Sjálvt nú Windowstíðin er, sakni eg enn DOS.

Mítt fyrsta assemblaraprogram var eitt sokallað Gron-forrit. Eg plagdi ikki at skriva "Hello World!" forrit, tí eg vil helst duga bæði input og output, ikki bara output. Eg kann vísa hvussu tað sá út. Hetta er 16-bit assembly.
MOV AH,9
MOV DX,OFFSET Str1
INT 21h
@0:
MOV AH,1
INT 21h
MOV AH,9
CMP AL,'J'
JZ @1
CMP AL,'j'
JZ @1
CMP AL,'n'
JZ @2
CMP AL,'N'
JZ @2
JMP SHORT @0
@1:
MOV DX,OFFSET Str3
INT 21h
INT 20h
@2:
MOV DX,OFFSET Str2
INT 21h
JMP SHORT @0
Str1 DB 'Hevur tú gron (J/N)?$'
Str2 DB 'Tað passar ikki, títt seyðarhøvd!!! Prøva umaftur!!!$'
Str3 DB 'Gott av.$'

Eg veit væl, at hatta er ein máti at programmera uppá, sum ger tað ringt at avlesa, men hatta programmið er so stutt, at tað er so lætt at skilja, at eg haldi ongar broytingar skulu gerast í keldukotuni. Men sjálvandi, tú mín kæri lesari skilir kanska ikki assembler. Tað er tí, eg fari at hava eina assemblersektión seinni. Tað er nokkso nógv at forklára. Tað kan saktans blíva til eina bók. Men um man hyggur hatta gronprogrammið ígjøgnum, so haldi eg at tey flestu skilja okkurt. Kanska hevur tú fingið áhuga í at assembla, tí tað kann brúkast í C, Pascal og Delphi til at gera tíni programmir skjótari, á akkurát teimum støðunum, har tú vilt hava tey at arbeiða skjótari. Tað er sjáldan, at bara assembler verður brúkt allan vegin í gjøgnum. Sjálvt um tað er ein máti sum er stuttligur, og sum mær dámar væl, so tímir næstan bara eg at gera rein assemblaraprogrammir, tí tað tekur langa tíð at gera, linjurnar blíva ofta 1000, ístaðin fyri 30-50. Hatta er so bara ein hobby hjá mær, líkasum Linux og teldur í tað heila tikið er tað fyri meg. Man kann gott siga, at eg eri óprofessionellur.

Seinast uppdaterað: 05/06-2001 21:28.42 GMT. Tú ert síðan 01/04-2001 vitjandi nummar:

Forrestin, heimsins absolutt besti hexeditor við innbygdum assemblara fæst frá http://gid.kuzbass.net/sen/

Click HERE to vote for this page as a Starting Point Hot Site. Click on the graphic to vote for this
page as a Starting Point Hot Site
SubmitFree: Submit to 25+ Search Engines for free !!!! Add Me!

PepeSearch

PepeSearch PepeShopping PepeGames PepeMail PepeCal

PrimeFind.Net A Wonder-Full New Search Engine

Hesir trackararnir komu 03/06/2001

Site Meter