Heimasķša

Home
Vinnuvegir
Myndir
Ymiskt

 

Vęlkomin į heimasķšuna hjį Koltri!
wpe1.jpg (47309 bytes)

Koltur er 2,5 km2

Ķ Koltri hevur av fyrstantķš bert veriš tann eini garšurin, Heimi ķ Hśsi, viš 16 mųrkum ķ jųrš. Hesin garšur var tķšliga ķ tķšini bżttur ķ tveir įttamarkagaršar, og annar bóndin setti tį bśgv Noršuri ķ Gerši.

Hetta var stųšan ķ 1584, sum vit sķggja ķ elstu varšveittu jaršbókini. Bįšir garšarnir vóru tį kongs. Helst er ųll jųršin voršin kirkjuogn tķšliga ķ mišųld og er eftir sišaskiftiš komin undir kong.

Ķ 17. ųld vóru garšarnir festir fleiri monnum, og grundarlagiš undir teimum 4 hśsunum, sum fram til okkara tķš hava veriš ķ Koltri, var tį lagt. Hesa seinastu ųldina hevur veriš samanlagt, fyrst til tvey og seinni įrini aftur til eitt festi.

Bųurin er inngirdur viš hagagarši, geilagarši og fjųrugarši. Stórur partur av bųnum liggur enn ķ teigalendi. Hetta er helst stųrsta teigalndi, sum varšveitt er ķ Fųroyum - ein sjįlsom og vųkur sjón, sum uttan orš lżsir taš ófatiliga arbeiši, sum ķ foršum er lagt ķ fųroyskt jaršarbrśk.

Geilin liggur gjųgnum bųin śr heimrust og śt ķ hagan og er enn pśra skillig at sķggja. Har sęst eisini okkurt gįsarhśs og barkhella.

Į heimrustum hava hśsini altķš staši. Har setti fyrsti bóndin ķ Koltri bśgv Heimi ķ Hśsi, og har hava bųndurnir bśš mašur eftir mann til okkara tķš. Nś er Koltur fest einum bónda, sum hevur sett bśgv Noršuri ķ Gerši.

Flestųll hśs og fornminnir eru frišaš sambęrt lóg, og umrįšandi er at varšveita hetta óspilta staš sum minni um farna tķš. Avrįtt er millum bóndan og fornminnamindugleikarnar at varšveita stóran part av teigalendinum, og umvęlingar og endurbyggingar eru ķ gerš. Serliga er taš bżlingurin Heimi ķ Hśsi sum hevur stųrsta įhugan.

Teldupostur til Koltur: bjornp@post.olivant.fo
Vinnuvegir Myndir Ymiskt