1870 Jens Jørgen Kruse 32 ár keypmaður, f. í Poulsskers Sogn Bornholms Amt. Kona hansara Caroline Amalie 25 ár, f. í Kristianshavn Kjøbenhavns Amt. Børn teirra: Christian Carl Andreas Kruse 7 ár, f. í Tórshavn. Ellen Margrethe Kirstine Kruse 5 ár, f. í Tórshavn. Johannes Andreas Kruse 2 ár. Anne Margrethe Kibenic 51 ár skiparaeinkja, vermóðir húsbóndans, f. í Fredrikstad Slesvigs Amt. Johanne Knudsen 29 ár húshjálp úr Funningi. Søgn er, at gamli Grækaris bygdi hesi timburhús sum eisini høvdu hjallara undir við básum til fleiri neyt. Tá C. F. Simsens handil u.l. 1862 keypti Látrahandilin keyptu teir eisini hesi húsini til stjóraíbúð. Fyrsti handilsstjórin "Faktor" var F. R. Wendel ættaður frá Holtenau í suður Slesvig, hann var her til Jens Jørgen Kruse 01-01-1867 loysti hann av. Wendel keypti sær skip og settist seinri í Ìslandi. Jens Jørgen sum í nøkur ár hevði siglt sum stýrimaður og skipari á vøruflutningsskipum til Føroyar settist her á Eiði og var verandi her til hann doyði í 1912. Kona hansara Caroline Amalie var dóttir Christian Jens Andreasn ættaður av Rømø sum eisini sigldi sum skipari uppá Føroyar og í 1848 settist við húski sínum í Tórshavn og bygdi sær hús úti í Álakeri uttanfyri Rættará. Chr. Jens førdi jagtini "Fortunen"hjá einahandlinum til einahandilin í 1856 var avtikin. Hann keyðti tá saman við M.C. Restorff og Johan Mortensen "Fortunen" sum lastaði 19½ Com. lester. Á heimferð úr Hetlandi komu teir dýrabiðjudag 30 apríl 1858 í ódnarveður og gingu burtur. Í 1874 vóru Krusahúsini umbygd og útbygningur bygdur eystureftir. Omanfyri og eystanfyri húsini var steinsett tún og garður laðaður um. Omanfyri húsini var eitt nátthús og ein royktunna sum sild og kjøt varð roykt.Hesi hús stóðu uppi til Theodor Kruse í 1932 tók tey niður og bygdi nýggj hús uppaftur.