1870 (tíverri eru Látrahúsini ikki við á myndini men eru til høgru tætt omanfyri gamla Kirkjugarð). Samuel Johannesen 64 ár kongs og óðalsbóndi ættaður úr Funningi. Kona hansara: Anne Sophie Poulsdatter 56 ár. Børn teirra: Poul Samuelsen 36 ár. Joen Peter Samuelsen 22 ár skósmiður. Marius Samuelsen 15 ár. Joen Christoffersen 71 ár einkjumaður úr Tórshavn. Alexandre Olsen 5 ár fosturdóttir. Elsebeth Joen Petersen 8 ár fosturdóttir úr Funningi. Anna Elisabeth Olesdatter 42 ár húshjálp. Elsebeth Malene Ellingsgaard 27 ár húshjálp. Margrethe Micalsdatter 52 ár ættfólk úr Leynum. Elsebeth Eriksdatter 40 ár húshjálp úr Haraldsundi. Elsebeth Malene Ellingsgaard 14 ár húshjálp. Poul Durhuus 33 ár húskallur. Poul Poulsen 25 ár húskallur. Hans Dionesen 69 ár húskallur. Poul Poulsen 65 ár einkimaður húskallur. David Hansen 82 ár ognarleysur. Joen Poulsen 16 ár húskallur úr Svínáum. Joen Christiansen (Havnar Jógvan) 21 ár krambakallur í Krusahandlinum ættaður úr Tórshavn. Tveir synir av Látrinum fóru uttanlands, Jóhannes settist í Toronto í Kanada og Hans Petur í Dursana Sunderland í Onglandi. Søgan um Látrahúsini er í stuttum henda: Í 1818 keypir Látrabóndin Pól Joensen Reynagarð í Havn, av einum parti av Reynagarði sum Pól førir norður til Eiðis byggjir hann sær eini hús sum helst tá fáa navnið á Látrinum. Ikki er okkum heilt greitt, um Pól bóndi tók nakað av húsinum hjá fostirfaðir sínum Magnusar Hanusi niður men har var Látrafjósið og Gamlakamar. Har uppi eystanfyri hesi hús vóru so hesi tiltiknu hús uppafturbygd. Í 1845-48 byggjir Pól eini tvíhæddaði og tvílaðaði hús 14 x 11 al. Hæddin var 16½ al. Hesi hús sum helst ongantíð vóru ligutbygd vóru kallaði "Múrurin". Svigarsonur hansara Sámal Johannesen úr Funningi bygdi í 1859 eini handilshús niðri á Hamrinum, og hevur helst samstundis bygt ella umbygt núverandi Látrahús. Í 1873 festir sonur hansara Pól Samuelsen kongsmørkina, tá hann doyði í 1884 tók sonur hansara Sámal Samuelsen við festinum. Til bóndahúsini á Látrinum lógu ein mongd av úthúsum, sum fjós og hjallar og gróthús til hoyggj og torv, har var smiðja til jarnsmíð, sornhús og vatnmylla og neyst til bátar. í 1889 keypa Súsanna og Sigmund Poulsen eystasta húsapartin sum kallast á "Lofti". Látrahúsini eru umvald og standa nú sum eitt forminni og fornminnissavn.