1870 Hans Hansen 80 ár einkjumaður og óðalsmaður. Dóttir hansara, Anna Cathrine 46 ár ógift. Hans Dorius Poulsen 13 ár fostursonur. Dorthea Joensen 24 ár ættfólk. Hans Dorius sonur Havnar Pól og Katrinu Mariu úr Pállshúsi var verðandi í Pállshúsi eftir at móðir hansara er deyð og faðir hansara Havnar Pól var uppaftur giftur. Hans Dorius giftist inn og bygdi upp í húsini. Sonur hansara Jóhan í Pállshúsi og Jacobina ættað av Loftið tóku upp húsbúnaðin. Mittskeiðis í 1950unum tók Pól elsti sonur teirra húsini niður og bygdi nýggj hús uppaftur .