1870 Heimara Búrstova (í gomlum skiftum stendur Búarstova). Hans Jacobsen 47 ár húsfaðir. Elisabeth Eidesgaard 33 ár kona hansara í næstu giftu. Jacobina Maria Hansen 26 ár dóttir hansara. Cornelius Hansen 23 ár sonur hansara. Marius Hansen 8 ár sonur teirra. Marin Hansen 5 ár dóttir teirra. Hansine Jacobine Hansen 3 ár dóttir teirra. Maren Elisabeth Hansen undir 1 ár dóttir teirra. Hans Jacoben (Hanus í Búrstovu) var ættaður úr Lítlustovu hann doyði 11-11-1887. Tá hóttafall kom á Lítlustovuhúsini sum vóru sambygd við Britustovu og Búarstovuhúsini og Andrasstovurnar fluttu tey seinastu úr Lítlustovu út higar í heimaru Búarstovu at búgva. Í 1890 eru Marius Hansen 27 ár húsfaðir og Súsanna Maria f. Andreasen 31 ár húsmóðir og kona hansara úr Haldarsvík. Hansine Elisabeth Hansen undir 1 ár. Elisabeth Eidesgaard 51 ár móðir hansara. Jákup Andreas Hansen 16 ár sonur hennara. Í 1950unum tá Jógvan í Andrasstuvu og sonur hansara Pól fóru undir at byggja sær nýggj hús, var gamla Andrasstova og Búarstovulonin sum tá stóð fólkatóm komnar á fallandi fót. Teir tóku tá bæði húsini niður og bygdu nýggj hús uppaftur. Skilliga sást, at har vóru gamlar toftir undir.