1870 Poul Hansen 61 ár fiskimađur. Kona hansara Susanne Cathrine Pedersdatter 55 ár úr Haldarsvík. Břrn teirra: Hans Peter Poulsen 32 ár. Sunneva Poulsen 26 ár. Maren Malene Poulsen 24 ár. Pouline Poulsen 2 ár (dóttir til Sunnevu). Anne Sophie Johannesdatter 82 ár einkja, móđir húsbóndan ćttađ úr Hvalvík. Um Bóndastovuhúsini sum stóđu oman og niđan millum Húsini hjá Kjúrtini (Poysuna) og Pállshús er at siga, at tey fyrst í hesi řld vóru í vánaligum standi. Tá Aggusteinis og Suffía vóru farin úr gomlu Pállsstovu foru Sunnuva og Poulina og Karl Sofus oman har at búgva. Fyrst í tjúgunum vóru Bóndastovuhúsini niđurtikin. Tá Jógvan Eidesgaard, Jógvan hjá Fredrikki og kona hansara Suđuroyar Maria miđskeiđis í tjúgunum viđ húski teirra fluttu suđur til Frođba keypti Karl hús teirra. Karl flutti tá viđ móđir og ommu síni út hagar á Hundaflótt at búgva. Tá Karl 25-01-1976 var borin út flutti Karolina kona hansara suđuraftur til ćttfólk síni í Sumba. Kommunan keypti tá húsini sum fyri vegagerđ stóđu heldur tvřrliga fyri til niđurrívingar ella futnings, tey vóru tá keypt og flutt heilt norđur til Kunoyar.