1870 Joen Durhuus eldri 63 ár einkimaður, bátasmiður. Sonur hansara Joen Durhuus yngri 38 ár fiskimaður. Elsebeth Marie Joensdatter 69 ár húshaldirska ættað av Skála. Eldri Jógvan í Durhúsi var í 1879 borin út frá dótrini Elsu Poulinu í Fjósinum. Tá eru nýggj fólk komin í Durhús, Óli Ellingsgaard (Óli í Køkinum) og Durita sum vóru inngift uppi í Løðuni fluttu inn í Durhús at búgva. Óli var jarnsmiður og smíðaðii í smiðuni niðri í Garði. Efir at tey fluttu út haðani hava ymisk húskir haft tilhald í Durhúsi. Um leið 1952 vóru Durhúsini niðurtikin. Í 1976 tá farið varð undir at breiðka vegin oman til fjørðuna var grivið inná gomlu Durhústoftirnar, tá komu gamlar búsetingarfláir undan. Fólk frá Fornminnissavninum vóru tá boðsend og rannsøkn av økinum varð sett í verk. Undir grundfláini á Durhúsi vóru tá funnar tvær gamlar bústaðarfláir ein frá miðøld og ein frá víkingatíðini frá u.l. ár 900-1000 og 1200. Har vóru eisini ein mongd av forngripum funnir. Hetta prógvaði at Eiðis bygd sum hildi hevur verið var ein landnámsbygd. Søguligar keldur siga eisini frá Durhúsbóndum, sosum um hendingina tá Durhúsbóndin við bátsmanning síni í lágættarstormi ikki vann heim um Torvanes men útlúgvaðir máttu teir í Durhúsbátinum drivu aftur til havs. Um hesa hending skrivar Jakob Jakobsen í bókini "Sagnir og ævintýr" "Húsarænarnir ella Húsamannahatturin" m.a. "Eina aðru ferð, tá íð teir vóru farnir til útróðrar funnu teir úti á havinum ein bát flótandi við einum manni í. Tað var ein útróðrarbátur av Eiði. Tað hevði verið stormur av landsynningi; eiðismenn høvdu vunni heim undir Torvanes (vestanfyri húsini á Eiði), men vóru riknir aftur til havs. Teir vóru tá møddir og illa heitnir, neyðarmennirnir. Um náttina blíðkaði móti degi, men so brast óveðrið á aftur, og teir róku eystur á Dánialsmiðið (á várleiðini). So strangur hevði andróðurin verið hjá teimum, at av átta monnum vóru teir sjey deyðir, tá íð húsarænarnir raktu við bátin. Hin eini maðurin, íð livdi eftir við neyðarlív, var formaðurin sjálvur, durhúsbóndin av Eiði, og hann sat við einum bláum tóhatti á høvdinum. Teir løgdu til hansara, nøktaðu hann úr klæðunum og sleptu honum so aftur í bátin, sum teir oystu fullan av sjógv. Hatt hansara fingu teir hug at eiga og tóku hann til sín. Í "Tingbókini 1615-54" eftir Einar Joensen síða 290 stendur: Anno 1636 eru á norðoyatingi 7 navngivnir menn, sum helst eru nendir "Húsaranarnir" innstevndir "for deres store Ubarmhjertelighed imod noglr døde Mennesker som de fandt i en Baad paa Søen og ikke vilde bierge dennom, men røvede de arme Mennesker og tog af Baaden 3 Fiske Snøre, 1 Flønder, 3 Fiske vurderet 2 Gl. Ere dømt efter egen Bekendelse at bøde til K.M. hver for sig 4 Mk.Sølv. Er benaadet paa 39 Gl.