1870 (Uttasta) Jóanes Olsen 38 ár. Kona hansara Anne Marie Eriksdatter 36 ár úr Mikladali. Břrn teirra: Dorthea Olsen 12 ár. Johanne Cathrine Olsen 9 ár. Elsebeth Marie Olsen 7 ár. Olevine Olsen 4 ár. Erikke Petrine Olsen 1 ár. Sunneva Joensdatter 47 ár húshjálp. Sonur Jóanesar, Óli Olsen, vanliga nevndur Óli í Jógvanstovu tók viđ eftir fađirin teir vóru handverksmenn. Jóanes skar kotavađmal til fyri fólk, hann var eisini steinhřggari hann hřgdi kúlurnar sum eru á porturstólpunum í kirkjugarđinum og súlurnar í gluggunum Tá tann mittasta Jógvanstovan varđ niđirtikin, varđ dururin og trappan sum var á suđursíđuni á hesi Jógvanstovu móti Durhúsi niđurtilin og inngongdin flutt niđan um. Eisini var ein lítil durur vestanfyri sum hevđi veriđ inngongd til telefonstřđina sum Anna Lísbitta hevđi. Sonur Ólasar, Mourits Olsen, tók u. l. 1954-55 Jógvanstovuna niđur, samstundis sum hann bygdi nýggj hús eysturi hjá Heina.