1870 Pól Joensen eldri 48 ár einkimaður. Børn teirra: Joen Poulsen 27 ár. Maren Poulsen 18 ár. Johannes Poulsen 14 ár. Maren Hansdatter móðir hansare 82 ár einkja og fyrverandi jarðamóðir. Jóanes mundi byggja uppi Grundahúsini sum Pól á Grundini sum seinri var telefonmaður eisini bygdi uppí. Tá Anna Sofía einkja efir Pól á Grundini í 1925 flutti til Havnar at búgva seldi hon húsini til Jógvan Poulsen á Lofti. Tá vegur varð gjørdur oman á Hamar keypti kommunan húsini til niðurtøku og flutti Jógvan tá við húski sínum oman í ovaru Jákupstovu at búgva. U.l.1942 fluttu tey suður í Gimbrarnar at búggva.