1870 Líkt er til at Heinastovuhúsiđ tá stendur tómt. Um ár 1838 fluttu kongsbóndahjúnini Jógvan og Sunneva viđ húski sínum úr Heinastovu suđur í Gimbranar. Í 1845 eru synir teirra, Hans Pauli 22 ár. Jógvan 20 ár og Andreas 18 ár allir viđ "Ljósáir". Andreas, vanliga nevndur Andras í Skorini kom norđur aftur og giftist inn úti í Skorini. Í Heinastovu hevur helst eingin fastbúgvandi veriđ fyrrenn Jřrgen Mikal Thomsen, vanliga nevndur Stranda Jřrgin, ćttađur úr Geilini á Strondum og Fredrikka Margreta seinast í 1880unum búsettust har. Elsta dóttir teirra giftist viđ Óla Olsen skómakara úr Sřldarfirđi, tá tey og Meta systir Elsu, í 1920-21 fluttu suđur til Vágs at búgva stóđu Heinastovuhúsini aftur tóm. Tá hesi hús u.l. 1930 vóru niđurtikin sást at tann stóri og slćtti trappusteinurin var hav sterka Jógvans í Glasstovuni. Hann hevđi hřgt bókstavirnar J.A í steinin.