1870 Joen Ellingsgaard 30 ár. Kona hansara Elsa Poulina Durhuus 35 ár. Børn teirra: Súsanna Maria Ellingsgaard 4 ár. Joen Ellingsgaard 2 ár. Húsanavnið kemur helst av at Jógvan hevur bygt hesi hús har eitt fjós áður hevur staðið, eystari endi var sambygdur við roykstovuna í gomlu Pállsstovu sum seinri var brúkt sum fjós, Jóan Petur í Fjósinum sum var klokkari í mong ár og Lena kona hansara ættað úr Søldarfirði og eftir tey sonur teirra Óli og Anna við húski hildu framm í Fjósahúsinum sum standa har enn, tó við teirri broyting, at tá gamla Pállsstova varð niðurtikin var inngongdin við høgari trappu á suðursíðuni flutt eysturum.