1870 "Gamla Pállstova" Heindrik Andreasen 35 ár fiskimaður. Kona hansara: Anna Cathrina Christiansen 31 ár. Børn teirra: Andreas Andreasen 12 ár. Rachel Andreasen 9 ár. Christian Johannes Andreasen 7 ár. Joen Pauli Andreasen 5 ár. Joen Andreasen 2 ár. Tá hesi fólk voru flutt úr húsinum og tómt varð í gomlu Pállstovu fluttu Aggisteinis og Suffía inn hagar og varð húsið tá kallað hjá Aggusteinisi, seinri tá Aggisteinis og Suffía vóru farin fluttu Súnnuva og Poulina og Karl úr Bóndastovu inn í gomlu Pállstovu. Tá Karl í 1925-26 keypti húsini hjá Jógvan hjá Fredrikki sum við húski sínum flutti suður til Frobiar, flutti Karl við húski út hagar at búgva. Marsanna Lysedal hjá Berinti sum búði í grannahúsinum eystanfyri flutti tá inn í vestara partin av gomlu Pállsstovu. Tá vóru húsini hjá Berinti og ein partur av gomlu Pállsstovu niðurtikin. Um leið 1945 var alt økið slættað og og ruddað og tá kallað Marsannustrætið.