1870 Berint Danielsen 50 ár ættaður úr Elduvík húsmaður. Kona hansara: Sunneva Hansdatter 47 ár eisini ættað úr Elduvík. Børn teirra: Anne Marie Lysedal 16 ár. Maren Susanne Lysedal 11 ár. Daniel Lysedal 7 ár. Um hesi fólk er bert at siga, Anna Maria giftist við Jógvan á Brúgv, Jógvan doyði skjótt eftir: Tey bygdu sær hús frammi á forinum, hesi hús standa nú sum fornminni. Á ovara skjøldri á hesum húsum sum vendi út móti allferðavegnum til og frá bygdini hingu kunngerar og lýsingartalvur og mangir burturmistir lutir eru eisini her afturkomnir til rætta eigaran. Jógvan og Anna Maria vóru barnleys. Dajal fórst við "Nesbátinum" 21 mars 1883.19 ára gamal. Marin Súsanna vanliga nevnd Marsanna hjá Berinti var ógift, hon livdi eftir í barnaheiminim, einum fittum lítlum húsum, við Marsannu doyr henda ættargrein út her á Eiði..