1870 Joen Christiansen 29 ár fiskimaður. Susanne Margreta Mørkøre 32 ár kona hansara. Ole Christiansen 3 ár barn teirra. Christian Johannes Joensen 54 ár timburmaður. Rachel Hansdatter 54 ár úr Saksun kona hansara. Joen Hendrik Christiansen 24 ár sonur teirra. Peter Christiansen 14 àr sonur teirra. Johanne Christiansen 12 ár dóttir teirra. Eftir hesum sæst, at rumsátt hevur verið á Myruni, har vóru tvinnar íbúðir og ofta gistu fólk á Mýrini. Jógvan á Mýruni sum var handilsmaður keypti 05-04-1882 gomlu kirkjuna og hevur tá bygt út suðireftir á Mýruni, har var eitt lítið handilshøli. Odmar sonur Olivar Mørkøre tók í 1950 gomlu húsini niður og bygdi nýggj hús uppaftur.