1870 Jákup Hansen 49 ár húsfaðir. Kona hansara, Maren Elisabeth Joensdatter 45 ár: Børn teirra: Johanne Margrethe Jacobsen 14 ár. Joen Jacobsen 11 ár. Hans Pauli Jacobsen 8 ár. Pouline Jacobsen 5 ár. Hans Hendrik Jacobsen 2 ár. Húsini "Uppi í Stovuni" saman við "Glasstovuni" og á "Toftini" eru gomul húsastøðir uttanfyri Lækjuna. Jákup uppi í Stovuni var ættaður úr Bóndastovu hann umvaldi húsini og sonur hansara Hans Pauli bygdi kamar niðanúr, teir vóru handverksmenn. Tá Mortensenshandilin eysturi á Bakkanum 04-10-1912 brendi í grund keyptu teir hesi hús til handilshús. Tá henda handilsfyritøka í 1926-27 gavst við úthandlum sínum norðanfjørðs keypti Oliver Øster sum frá 1908 hevði haft henda handil um hendi ognir teirra her á Eiði. Tá hesi gomlu hús ikki longur vóru tíðarhóskandi sum handilshús var í 1946 farið undir at byggja nýggj hús. Flutt var inn í hesi hesi handilshøli í 1950 og 15-12-1967 var sjálvtøkuhandilin sum bygdur var á "Toftina"tikin í nýtaslu.