1870 Hans Olsen 73 ár óðalsmaður. Kona hansara Anne Niclasdatter 73 ár Tórshavn. Børn teirra: Sophie Hansdatter 40 ár. Ole Hansen 35 ár fiskari. Lisa Malena Højsted 11 ár fostirdóttir úr Funningi. Elias Nielsen 33 ár húskallur úr Funningsfirði. Maren Susanne Hammer 20 ár húshjálp. Óli Hansen sum valiga var róptur Óli úti í Stovuni bygdi í 1876 uppi í húsini. Tá Óli um árhundraðskifið fór yviraftur til Noregs seldi hann húsini til Jákup Eidesgaard í Garði. Tá Klamint sonur hansara í 1929 bygdi sær hús uppi á Brekkuni tók hann Stovuhúsini niður. Tó stóð roykstavan og hoyggjhúsið sum var í vesturendanum eftir til u.l. 1960.