1870 Ole Joensen 53 ár fiskimaður. Kona hansara, Maren Poulsdatter 59 ár av Saltnesi. Børn teirra: Susanne Olesen 24 ár. Joen Olesen 22 ár. Ofta er ógjørligt, at skilja ímillum hvørji eru Heinastovu-Bóndastovu-Mirmannstovu-Jákupsstovu-Uppistovu ella Glasstovufólk o.s.f. men einki er at ivast í at Mirmannstovu heiti er gamalt húsanavn á Eiði. Enn hevur ikki eydnast okkum at finna nakran við tí fyrr ikki so ókenda mannsnavninum Mirmann á Eiði. Seinastu av ættini sum búðu í Mirmannsstovuhúsinum vóru Óla Jákup og Maria ættað úr Trongisvagi. Edvard Olsen sonur teirra sum var ógiftur var tann seinasti sum flutti úr Mirmannstovuhúsinum.