1870 Fredrik Ferdinant Eidesgaard 25 ár fiskimaður. Kona hansara, Grethe Olesen 24 ár (uttan úr Húsinum) Børn teirra: Hans Eidergaard 3 ár. Sigga Sophie Eidesgaard undir 1 ár. Maren Susanne Ellingsgaard 18 ár húshjálp. Fredrik Ferdinant bygdi sær hús á heimrustini úti á Hundafløtti, (í Tranti) uttanfyri Látrasornhúsið, men har var veðurringt, húsini vóru tí flutt heim um húsini hjá Óla úti í Stovuni. Elsti sonurin Hanus og kona hansara Lorentsa ættað úr Froðba vóru búgvandi í Húsinum. Hanus bygdi eitt kamar suður úr í eystara enda. Tá sonur hansara Hans Laurits Eidesgaard u. l. 1960 bygdi uppi á Brekkuni tók hann tey gomlu húsini niður.