1870 tvíhúski: Joen Olesen 54 ár fiskimaður. Kona hansara, Sigga Sofía Gregersdatter 56 ár. Barn teirra, Elsebeth Malene Ellingsgaard 16 ár. Jørgen Mørkøre 26 ár er inngiftur við Malene Olesdatter 26 ár. Børn teirra: Ole Mørkøre 6 ár. Johanne Mørkøre 4 ár. Sigga Sophie Mørkøre 1 ár. Jørgen fórst í 1883 við Nesbátinum 40 ára gamal. Kristoffer Mørkøre sum var skósmiður tók húsini niður og bygdi nýggj, hann flutti seinri til Klaksvíkar. Tá sonur Jógvans Mørkøre, Jógvan Emil í 1950-51 bygdi uppi á Brekkuni tók hann húsini "Ùti í Húsinum "niður. Jógvan Emil sigur eisini frá Poulinu í Bóndastovu, at har høvdu 3 hús staðið frammanundan og kallaðist tað fyrr "Ùti í Tranti".