1870 Peder Clementsen 55 ár ógiftur óđalsmađur ćttađur úr Lamba. Karen Margrethe Clementsdatter 75 ár einkja, systir húsbóndans úr Lamba. Christine Marie Hansen 17 ár ćttađ úr Tórshavn hevur innivist. Peder Clementsen vanliga nendur Per úr Lambá hevur helst bygt húsini, hann giftist viđ Elin Katrinu Joensen úr Haldarvík, tey vóru barnleys og tóku til sín ungan mann Laurits Debes Abrahamsen úr Mykinesi. Laurits fórst viđ Nesbátinum 21-03-1884. Eftir han kom bróđir hansara Jesar Abrahamsen á Seiđagjógv at verđa. Jesar giftist viđ Fredrikku Olsen av Toftanesi í Lorvík. Jesar var tiltikin bjargamađur sum ungur gekk hann upp Grřnuskoradrang í Mykinesi. Í 1912 tók Jesar tey gomlu Seiđagjógvshúsini niđur og bygdi nýggj uppaftur. Eldri sonur Jesarsa, Abraham og kona hansara Elisabeth (Betta) búđu har. Hesi hús standa enn úti á Seiđagjógv.