1870 Poul Michelsen 35 ár húsfaðir úr Tórahavn. Seinra kona hansara Elisabeth Helena Joensen 44 ár. Børn teirra: Elsa Pouline Poulsen 11 ár. Johan Michal Poulsen 9 ár. Henriette Marie Poulsen 7 ár. Sigmund Poulsen 5 ár. Johanne Cathrine Poulsen 2 ár. Joen Joensen 16 ár sonur Elspu Lenu í firru giftu. Vit vita ikki um Havnar Pól hevur bygt niðri á Brúgv, ella tey í 1870 búgva í einum gomlum húsum sum stóðu har eftir Berint á Kjálnesi. Í 1850 er Pól húskallur á Látrinum, í 1855 er hann húskallur í Pállshúsi og 09-11-1856 giftist hann við Cathrine Marie Hansdatter í Pállshúsi. Katrina Maria doyði 09-08-1857og 30-07-1858 giftist Pól uppaftur við Elsebeth Helenu uppi í Stovuni. At Havnarpól var raskur veltingarmaður prógva Havnarpólsgerðini