1870. Í 1860 bygdi Onglendingurin og "Spekulanturin" William Askham f. í Hull í 1826. Bláapakkhús á Eiði. Hann hevði handilsbræv til handil á Eiði dagsett 24-11-1860. W. Askham førdi sjálvur flutningsskip og seldi vørur sínar runt í oyggjinum. Hann bygdi eisini vørupakkhús á Marknoyri í Vági. Tá Hamborgarhandilin C.F. Siemsen keypti Lártahandilin á Eiði keypyu teir 10-12-1861 eisini Bláapakkhús 13 X 18 alin stórt frá W. Askham fyri 1.450 kr. Samstundis gjørdu teir sáttmála um, at Askham ikki meira skuldi handla á Eiði og í Sundalagnum frá Kjálnestanga og norður í Tjørnuvíksstakk. Bláapakkhús var takt og klætt við skifersteini so hugsast kann, at tað av hesum fekk ein bláligan lit og tí kallað Bláapakkhús. Tá Jens Jørgen Kruse í 1888 keypti allar ognirnar hjá C.F.Simsens handli her á Eiði var Bláapakkhús harímillum. Í 1927 vóru hesar ognir seldar á uppboðssølu og keypti Andreas Andreasen keypmaður tá Bláapakkhús, sum Hammer Krossá so aftur seldi til Eiðis kommunu sum nú hevur umvalt húsið. Bláapakkhús verður nú nýtt sum vevskúli.