1870 Um Pakkhúsini á Stallinum vita vit so lítið at greiða frá. Eftir avtøkuna av einahandilinum í 1856 vóru tað menn í Bygdum sum fingu sær handilsloyvir men fyri at fáa nakran munandi handil máttu teir vera sum "Úthandlar" hjá teimum størru "Meginhandlunum". Látrabóndin Sámal Johannesen fekk handilsbræv 21-02-1856 og Joen Michelsen 22-04-1857 Joen Michelsen var pápi Hans Jákup Joensen í Pállsstovu. Um hann vita vit, at hann í 1873-74 keypir fisk og selir vørur her á Eiði. Jógvan hevur helst haft handilssamband við A.W. Skibsteds handil í Havn. Hans Jákup við M.C. Restorffs handil. Sonur hansara Hanus í Pállsstovu mundi eisini hava samband við Vágsbotnshandilin tó mest sum eginhandil og partafelag "Hans Joensen" sum sonur hansara Óli í Pállsstovu helt áframm við í fjórða ættarliði.