1870 Eftir bókini "Føroyar undir fríðum handli í 100 ár". "Jens Jørgen Kruses handil á Eiði. Í 1859 bygdi Samuel Johannesen úr Funningi fyrsta handil á Eiði. Hann fekk handilsbræv 21 februar 1856. Seinri keypti handilsfyrtøkan C. F. Siemsen, Tórshavn, henda handil. Fyrsti handilsstjórin var ein týskari, C.F.Wendel. Í 1866 kom Jens Jørgen Kruse sum handilsstjóri. Hann var komin higar frá Bornholm, fyrst sum stýrimaður og síðani sum skipari. Hann keypti handilin í 1889, men seldi hann til Jørgen Bech & Sønners handil í Klakksvík. Í 1909 keypti hann handilin aftur". Her kann verða lagt afturat, at góð fiskiár góðu hesir handlar nógv arbeiði við fiskavasking og turking, tí næstan allur saltfiskurin var turkaður, mest uppi á Grind og úti á Møl og á teimum steinløgdu fiskastykkjunum. Livralýsi var brætt í "Lýsihúsinum" breyð var bakað úti í "Bakarínum". Kol var goymt í "Kolhúsinum", og lossikrani stóð á Hamrinum, neyst vóru til "Handilsbátarnar". Jú, um hetta mundið í 1870unum var trivnaður í bygdini.