Hans Jacob Joensen (síða 77, 114, 246, 292, 295, 297, 299) 45 ár, kona hansara Dorthea Eidesgaard (síða 77) 29 ár. Børn teirra: Joen Joensen 8 ár. Hans Joensen 6 ár. Ellen Dorthea Joensen 4 ár. Ellen Susanne Elisabett Joensen 2 ár. Vermóðir hansara Maren Susanne Hansdatter 56 ár skúlalæraraeinkja, Augusteinus Joensen 38 ár einkjumaður húskallur úr Trongisvági. Nicolai Zacarias Joensen húskallur úr Kollafirði 18 ár. Anna Joensdatter 49 ár systir til húsfaðirin, Hans Jákup Joensen var i 1846-47 við til at keypa "Neptunus" (Eiðisjagtina). Tá teir høvdu selt jaktina fór Hans Jákup út at sigla. Heimafturkomin bygdi hann u.l.1860-61 hesi eftir tátíðarmeti stóru timburhús við útbygningum og skifersteinstaki og hjallara undir, har var eisini urtagarður við trævøkstri eystanfyri og vestanfyri. Hans Jákup byrjaði fyrst í 1870unum handilsvirksemi á Eiði. Sonur hansara Hans Joensen (Hanus í Pállsstovu) tók við eftir hann. Fyrst í 1950unum tók sonur Hanusar Óli Joensen húsini niður og bygdi nýggj uppaftur. Viðtað at Jógvan Michelsen faðir Hans Jákups 22-04-1857 fekk handilsloyvi kunnu vit siga, at teir vóru allir handilsmenn í 4 ættarlið og høvdu handils og fiskahús úti í Garði og á Stallinum, tað verður umrøtt undir, "B Pakkhús hjá H. J. Joensen".
Jens Jørgen Kruse (síða 68, 84, 113, 246, 248, 253, 286, 291-293, 309, 334) 32 ár keypmaður, f. í Poulsskers Sogn Bornholms Amt. Kona hansara Caroline Amalie (síða 7) 25 ár, f. í Kristianshavn Kjøbenhavns Amt. Børn teirra: Christian Carl Andreas Kruse 7 ár, f. í Tórshavn. Ellen Margrethe Kirstine Kruse 5 ár, f. í Tórshavn. Johannes Andreas Kruse 2 ár. Anne Margrethe Kibenic 51 ár skiparaeinkja, vermóðir húsbóndans, f. í Fredrikstad Slesvigs Amt. Johanne Knudsen 29 ár húshjálp úr Funningi. Søgn er, at gamli Grækaris bygdi hesi timburhús sum eisini høvdu hjallara undir við básum til fleiri neyt. Tá C. F. Simsens handil u.l. 1862 keypti Látrahandilin keyptu teir eisini hesi húsini til stjóraíbúð. Fyrsti handilsstjórin "Faktor" var F. R. Wendel ættaður frá Holtenau í suður Slesvig, hann var her til Jens Jørgen Kruse 01-01-1867 loysti hann av. Wendel keypti sær skip og settist seinri í Ìslandi. Jens Jørgen sum í nøkur ár hevði siglt sum stýrimaður og skipari á vøruflutningsskipum til Føroyar settist her á Eiði og var verandi her til hann doyði í 1912. Kona hansara Caroline Amalie var dóttir Christian Jens Andreasn ættaður av Rømø sum eisini sigldi sum skipari uppá Føroyar og í 1848 settist við húski sínum í Tórshavn og bygdi sær hús úti í Álakeri uttanfyri Rættará. Chr. Jens førdi jagtini "Fortunen" hjá einahandlinum til einahandilin í 1856 var avtikin. Hann keyðti tá saman við M.C. Restorff og Johan Mortensen "Fortunen" sum lastaði 19½ Com. lester. Á heimferð úr Hetlandi komu teir dýrabiðjudag 30 apríl 1858 í ódnarveður og gingu burtur. Í 1874 vóru Krusahúsini umbygd og útbygningur bygdur eystureftir. Omanfyri og eystanfyri húsini var steinsett tún og garður laðaður um. Omanfyri húsini var eitt nátthús og ein royktunna sum sild og kjøt varð roykt í.Hesi hús stóðu uppi til Theodor Kruse í 1932 tók tey niður og bygdi nýggj hús uppaftur.
(tíverri eru Látrahúsini ikki við á myndini men eru til høgru tætt omanfyri gamla Kirkjugarð). Samuel Johannesen 64 ár kongs og óðalsbóndi ættaður úr Funningi. Kona hansara: Anne Sophie Poulsdatter 56 ár. Børn teirra: Poul Samuelsen 36 ár. Joen Peter Samuelsen 22 ár skósmiður. Marius Samuelsen 15 ár. Joen Christoffersen 71 ár einkjumaður úr Tórshavn. Alexandre Olsen 5 ár fosturdóttir. Elsebeth Joen Petersen 8 ár fosturdóttir úr Funningi. Anna Elisabeth Olesdatter 42 ár húshjálp. Elsebeth Malene Ellingsgaard 27 ár húshjálp. Margrethe Micalsdatter 52 ár ættfólk úr Leynum. Elsebeth Eriksdatter 40 ár húshjálp úr Haraldsundi. Elsebeth Malene Ellingsgaard 14 ár húshjálp. Poul Durhuus 33 ár húskallur. Poul Poulsen 25 ár húskallur. Hans Dionesen 69 ár húskallur. Poul Poulsen 65 ár einkimaður húskallur. David Hansen 82 ár ognarleysur. Joen Poulsen 16 ár húskallur úr Svínáum. Joen Christiansen (Havnar Jógvan) 21 ár krambakallur í Krusahandlinum ættaður úr Tórshavn. Tveir synir av Látrinum fóru uttanlands, Jóhannes settist í Toronto í Kanada og Hans Petur í Dursana Sunderland í Onglandi. Søgan um Látrahúsini er í stuttum henda: Í 1818 keypir Látrabóndin Pól Joensen Reynagarð í Havn, av einum parti av Reynagarði sum Pól førir norður til Eiðis byggjir hann sær eini hús sum helst tá fáa navnið á Látrinum. Ikki er okkum heilt greitt, um Pól bóndi tók nakað av húsinum hjá fostirfaðir sínum Magnusar Hanusi niður men har var Látrafjósið og Gamlakamar. Har uppi eystanfyri hesi hús vóru so hesi tiltiknu hús uppafturbygd. Í 1845-48 byggjir Pól eini tvíhæddaði og tvílaðaði hús 14 x 11 al. Hæddin var 16½ al. Hesi hús sum helst ongantíð vóru ligutbygd vóru kallaði "Múrurin". Svigarsonur hansara Sámal Johannesen úr Funningi bygdi í 1859 eini handilshús niðri á Hamrinum, og hevur helst samstundis bygt ella umbygt núverandi Látrahús. Í 1873 festir sonur hansara Pól Samuelsen kongsmørkina, tá hann doyði í 1884 tók sonur hansara Sámal Samuelsen við festinum. Til bóndahúsini á Látrinum lógu ein mongd av úthúsum, sum fjós og hjallar og gróthús til hoyggj og torv, har var smiðja til jarnsmíð, sornhús og vatnmylla og neyst til bátar. í 1889 keypa Súsanna og Sigmund Poulsen eystasta húsapartin sum kallast á "Lofti". Látrahúsini eru umvald og standa nú sum eitt forminni og fornminnissavn.
Hans Hansen 80 ár einkjumaður og óðalsmaður. Dóttir hansara, Anna Cathrine 46 ár ógift. Hans Dorius Poulsen 13 ár fostursonur. Dorthea Joensen 24 ár ættfólk. Hans Dorius sonur Havnar Pól og Katrinu Mariu úr Pállshúsi var verðandi í Pállshúsi eftir at móðir hansara er deyð og faðir hansara Havnar Pól var uppaftur giftur. Hans Dorius giftist inn og bygdi upp í húsini. Sonur hansara Jóhan í Pállshúsi og Jacobina ættað av Loftið tóku upp húsbúnaðin. Mittskeiðis í 1950unum tók Pól elsti sonur teirra húsini niður og bygdi nýggj hús uppaftur .
Heimara Búrstova (í gomlum skiftum stendur Búarstova). Hans Jacobsen 47 ár húsfaðir. Elisabeth Eidesgaard 33 ár kona hansara í næstu giftu. Jacobina Maria Hansen 26 ár dóttir hansara. Cornelius Hansen 23 ár sonur hansara. Marius Hansen 8 ár sonur teirra. Marin Hansen 5 ár dóttir teirra. Hansine Jacobine Hansen 3 ár dóttir teirra. Maren Elisabeth Hansen undir 1 ár dóttir teirra. Hans Jacoben (Hanus í Búrstovu) var ættaður úr Lítlustovu hann doyði 11-11-1887. Tá hóttafall kom á Lítlustovuhúsini sum vóru sambygd við Britustovu og Búarstovuhúsini og Andrasstovurnar fluttu tey seinastu úr Lítlustovu út higar í heimaru Búarstovu at búgva. Í 1890 eru Marius Hansen 27 ár húsfaðir og Súsanna Maria f. Andreasen 31 ár húsmóðir og kona hansara úr Haldarsvík. Hansine Elisabeth Hansen undir 1 ár. Elisabeth Eidesgaard 51 ár móðir hansara. Jákup Andreas Hansen 16 ár sonur hennara. Í 1950unum tá Jógvan í Andrasstuvu og sonur hansara Pól fóru undir at byggja sær nýggj hús, var gamla Andrasstova og Búarstovulonin sum tá stóð fólkatóm komnar á fallandi fót. Teir tóku tá bæði húsini niður og bygdu nýggj hús uppaftur. Skilliga sást, at har vóru gamlar toftir undir.
Poul Hansen 61 ár fiskimaður. Kona hansara Susanne Cathrine Pedersdatter 55 ár úr Haldarsvík. Børn teirra: Hans Peter Poulsen 32 ár. Sunneva Poulsen 26 ár. Maren Malene Poulsen 24 ár. Pouline Poulsen 2 ár (dóttir til Sunnevu). Anne Sophie Johannesdatter 82 ár einkja, móðir húsbóndan ættað úr Hvalvík. Um Bóndastovuhúsini sum stóðu oman og niðan millum Húsini hjá Kjúrtini (Poysuna) og Pállshús er at siga, at tey fyrst í hesi øld vóru í vánaligum standi. Tá Aggusteinis og Suffía vóru farin úr gomlu Pállsstovu foru Sunnuva og Poulina og Karl Sofus oman har at búgva. Fyrst í tjúgunum vóru Bóndastovuhúsini niðurtikin. Tá Jógvan Eidesgaard, Jógvan hjá Fredrikki og kona hansara Suðuroyar Maria miðskeiðis í tjúgunum við húski teirra fluttu suður til Froðba keypti Karl hús teirra. Karl flutti tá við móðir og ommu síni út hagar á Hundaflótt at búgva. Tá Karl 25-01-1976 var borin út flutti Karolina kona hansara suðuraftur til ættfólk síni í Sumba. Kommunan keypti tá húsini sum fyri vegagerð stóðu heldur tvørliga fyri til niðurrívingar ella futnings, tey vóru tá keypt og flutt heilt norður til Kunoyar.
Joen Durhuus eldri 63 ár einkimaður, bátasmiður. Sonur hansara Joen Durhuus yngri 38 ár fiskimaður. Elsebeth Marie Joensdatter 69 ár húshaldirska ættað av Skála. Eldri Jógvan í Durhúsi var í 1879 borin út frá dótrini Elsu Poulinu í Fjósinum. Tá eru nýggj fólk komin í Durhús, Óli Ellingsgaard (Óli í Køkinum) og Durita sum vóru inngift uppi í Løðuni fluttu inn í Durhús at búgva. Óli var jarnsmiður og smíðaðii í smiðuni niðri í Garði. Efir at tey fluttu út haðani hava ymisk húskir haft tilhald í Durhúsi. Um leið 1952 vóru Durhúsini niðurtikin. Í 1976 tá farið varð undir at breiðka vegin oman til fjørðuna var grivið inná gomlu Durhústoftirnar, tá komu gamlar búsetingarfláir undan. Fólk frá Fornminnissavninum vóru tá boðsend og rannsøkn av økinum varð sett í verk. Undir grundfláini á Durhúsi vóru tá funnar tvær gamlar bústaðarfláir ein frá miðøld og ein frá víkingatíðini frá u.l. ár 900-1000 og 1200. Har vóru eisini ein mongd av forngripum funnir. Hetta prógvaði at Eiðis bygd sum hildi hevur verið var ein landnámsbygd. Søguligar keldur siga eisini frá Durhúsbóndum, sosum um hendingina tá Durhúsbóndin við bátsmanning síni í lágættarstormi ikki vann heim um Torvanes men útlúgvaðir máttu teir í Durhúsbátinum drivu aftur til havs. Um hesa hending skrivar Jakob Jakobsen í bókini "Sagnir og ævintýr" "Húsarænarnir ella Húsamannahatturin" m.a. "Eina aðru ferð, tá íð teir vóru farnir til útróðrar funnu teir úti á havinum ein bát flótandi við einum manni í. Tað var ein útróðrarbátur av Eiði. Tað hevði verið stormur av landsynningi; eiðismenn høvdu vunni heim undir Torvanes (vestanfyri húsini á Eiði), men vóru riknir aftur til havs. Teir vóru tá møddir og illa heitnir, neyðarmennirnir. Um náttina blíðkaði móti degi, men so brast óveðrið á aftur, og teir róku eystur á Dánialsmiðið (á várleiðini). So strangur hevði andróðurin verið hjá teimum, at av átta monnum vóru teir sjey deyðir, tá íð húsarænarnir raktu við bátin. Hin eini maðurin, íð livdi eftir við neyðarlív, var formaðurin sjálvur, durhúsbóndin av Eiði, og hann sat við einum bláum tóhatti á høvdinum. Teir løgdu til hansara, nøktaðu hann úr klæðunum og sleptu honum so aftur í bátin, sum teir oystu fullan av sjógv. Hatt hansara fingu teir hug at eiga og tóku hann til sín. Í "Tingbókini 1615-54" eftir Einar Joensen síða 290 stendur: Anno 1636 eru á norðoyatingi 7 navngivnir menn, sum helst eru nendir "Húsaranarnir" innstevndir "for deres store Ubarmhjertelighed imod noglr døde Mennesker som de fandt i en Baad paa Søen og ikke vilde bierge dennom, men røvede de arme Mennesker og tog af Baaden 3 Fiske Snøre, 1 Flønder, 3 Fiske vurderet 2 Gl. Ere dømt efter egen Bekendelse at bøde til K.M. hver for sig 4 Mk.Sølv. Er benaadet paa 39 Gl.
(eystara) Joen Joensen 32 ár fiskimaður. Kona hansara, Maren Sophie Joensen 26 ár úr Trongisvági. Børn teirra: Maren Malene Joensen 2 ár. Elisabeth Marie Joensen 28 ár, ættfólk.úr Trongisvági. Maren Malene Joensen 55 ár einkja, børn hennara: Jonine Caroline Joensen 23 ár. Hans Andreas Joensen 18 ár fiskimaður. Johanne Malene Joensen 14 ár. Um Jógvanstovurnar sum vóru sambygdar og stóðu eystanfyri Lækjuna er ikki so heilt greitt at siga frá, fólk komu og fóru. Tá Jógvan bygdi nýggj hús uppí eystara enda av heimaru Jógvanstovu verða tað trýggjar sambygdar Jógvanstovur við húsinum hjá Dáva og Onnu Katrinu í miðuni seinri kallað á "Trífótinum". Tá tey í eystastu Jógvanstovu fluttu til Fuglafirðar keypti Jógvan Elias Thomsen keypmaður í Sandavági í 1916 húsini til handilshús. Tá henda handilsfyritøka fyrst í tjúgunum gavst við handlinum her á Eiði keypti Jóanes Mørkøre hesi hús sum seinri vóru niðurtykin .
Knud Olesen 47 ár fiskimaður. Kona hansara, Maren Elisabeth Thomasdatter 45 ár. Børn teirra: Ole Ellingsgaard 18 ár. Maren Sophie Ellingsgaard 16 ár. Johanne Elisabeth Ellingsgaard 12 ár. Knud Peter Ellingsgaard 10 ár. Johanne Sophie Ellingsgaard 6 ár. Sigga Sophie Ellingsgaard 3 ár. Heine Davidsen 72 ár ættfólk. Hesi húsini vita vit so lítið um, tó er sagt okkum, at hesi hús vóru sambygd við Durhús og Lítlustovu sum aftur vóru føst í Britustovu og Búrstovunum og Andrasstovu, soleiðis ein sera long sambygd lon eystur og vestur gjógnum gomlu bygdina.
(Uttasta) Jóanes Olsen 38 ár. Kona hansara Anne Marie Eriksdatter 36 ár úr Mikladali. Børn teirra: Dorthea Olsen 12 ár. Johanne Cathrine Olsen 9 ár. Elsebeth Marie Olsen 7 ár. Olevine Olsen 4 ár. Erikke Petrine Olsen 1 ár. Sunneva Joensdatter 47 ár húshjálp. Sonur Jóanesar, Óli Olsen, vanliga nevndur Óli í Jógvanstovu tók við eftir faðirin teir vóru handverksmenn. Jóanes skar kotavaðmal til fyri fólk, hann var eisini steinhøggari hann høgdi kúlurnar sum eru á porturstólpunum í kirkjugarðinum og súlurnar í gluggunum Tá tann mittasta Jógvanstovan varð niðirtikin, varð dururin og trappan sum var á suðursíðuni á hesi Jógvanstovu móti Durhúsi niðurtilin og inngongdin flutt niðan um. Eisini var ein lítil durur vestanfyri sum hevði verið inngongd til telefonstøðina sum Anna Lísbitta hevði. Sonur Ólasar, Mourits Olsen, tók u. l. 1954-55 Jógvanstovuna niður, samstundis sum hann bygdi nýggj hús eysturi hjá Heina.
Gregers Joensen 34 ár. Kona hansara Margrethe Ole Jacobsdatter 34 ár ættað úr Haraldsundi. Børn teirra: Maren Malene Joensen 7 ár. Elsebeth Marie Joensen 3 ár. Gregers Joensen fekk í 1871 sum tann fyrsti læraraprógv í Føroyum, og fekk sama ár skúlalærarastarv í Eiðis sókn. (Skúlin "Eysturi í skúla" var ligutbygdur í 1874, er ikki við á myndini). Grækaris var eisini sóknarstýrislimur og løgtingmaður fyri Eysturoy. Sonur hansara Jógvan hjá Grækarisi bygdi first í tjúgunum ein kamarsbygning eysturúr suðurendanum móti Pállsstovugarðinum. Jógvan og Elin Súsanna vóru barnleys, fyri at verða um tey á gamalsaldrinum arvaði Gunhild Eidesgaard húsini sum hon seinri seldi til Edvard Olsen í Mirmannstovu. Edvard sum var ógiftur búði har í nøkur ár til hann flutti vestur í Vágarnar til ættfólk at verða. Hesi hús standa har enn.
"í Jákupstovu ovaru". Pól Joensen yngri 36 ár úr Tjørnuvík. Kona hansara Elsebeth Bertelsdatter 34 ár av Strondum. Barn teirra: Bertel Joensen 9 ár. Ovara og niðara Jákupstova hava helst upprunaliga verið eitt lon Bartal sum tók húsið upp eftir faðirin var í 1919 borin deyður niðan av Stallinum, teir vóru júst komin aftur av útróðri tá Bartal small deyður niður í helluna. Jógvan Poulsen á Lofti keypti í 1925 Grundahúsini men tá vegur var gjørdur oman á Hamar máttu hesi hús verða niðurtikin og Jógvan og Katrina fluttu tá oman í ovaru Jákupstovu at búgva. Í 1941 keyptu tey sær hús í Gimbrinum og fluttu suður hagar. Hesi ovaru Jákupstovuhús fullu eisini fyri vegagerð í u.l. 1960.
"í Jákupstovu niðaru", Niclas Poulsenn 59 ár. Kona hansara, Ellen Marie Poulsdatter 51 ár úr Tjørnuvík. Barn teirra: Ole Jacob Dahl 19 ár. Tá sita undir somu lon: Joen Pauli Dahl 31 ár. Kona hansara Sigge Malene Hansdatter 27 ár, frá Gjógv. Dóttir teirra: Ellen Marie Dahl, undir 1 ár. Hesi hús vóru gomul hús og húsfólkini høvdu djúpar røtur á Eiði. Sonur til Bartalsar, John Joensen tók u.l. 1920 hesi hús niður og bygdi sær nýggj hús uppaftur. Sonur hansara Jákup Merkistein seldi húsini til Poul Karl Poulsen úr Pállshúsi sum í mong ár búði niðri í Svenborg. Tá Pól í 1977 doyði flutti kona hansara niðuraftur til Danmarkar og seldi húsini til Jóanes og Sonnu Andreasen sum nú búgva har.
Pól Joensen eldri 48 ár einkimaður. Børn teirra: Joen Poulsen 27 ár. Maren Poulsen 18 ár. Johannes Poulsen 14 ár. Maren Hansdatter móðir hansare 82 ár einkja og fyrverandi jarðamóðir. Jóanes mundi byggja uppi Grundahúsini sum Pól á Grundini sum seinri var telefonmaður eisini bygdi uppí. Tá Anna Sofía einkja efir Pól á Grundini í 1925 flutti til Havnar at búgva seldi hon húsini til Jógvan Poulsen á Lofti. Tá vegur varð gjørdur oman á Hamar keypti kommunan húsini til niðurtøku og flutti Jógvan tá við húski sínum oman í ovaru Jákupstovu at búgva. U.l.1942 fluttu tey suður í Gimbrarnar at búggva.
Líkt er til at Heinastovuhúsið tá stendur tómt. Um ár 1838 fluttu kongsbóndahjúnini Jógvan og Sunneva við húski sínum úr Heinastovu suður í Gimbranar. Í 1845 eru synir teirra, Hans Pauli 22 ár. Jógvan 20 ár og Andreas 18 ár allir við "Ljósáir". Andreas, vanliga nevndur Andras í Skorini kom norður aftur og giftist inn úti í Skorini. Í Heinastovu hevur helst eingin fastbúgvandi verið fyrrenn Jørgen Mikal Thomsen, vanliga nevndur Stranda Jørgin, ættaður úr Geilini á Strondum og Fredrikka Margreta seinast í 1880unum búsettust har. Elsta dóttir teirra giftist við Óla Olsen skómakara úr Søldarfirði, tá tey og Meta systir Elsu, í 1920-21 fluttu suður til Vágs at búgva stóðu Heinastovuhúsini aftur tóm. Tá hesi hús u.l. 1930 vóru niðurtikin sást at tann stóri og slætti trappusteinurin var hav sterka Jógvans í Glasstovuni. Hann hevði høgt bókstavirnar J.A í steinin.
Joen Ellingsgaard 30 ár. Kona hansara Elsa Poulina Durhuus 35 ár. Børn teirra: Súsanna Maria Ellingsgaard 4 ár. Joen Ellingsgaard 2 ár. Húsanavnið kemur helst av at Jógvan hevur bygt hesi hús har eitt fjós áður hevur staðið, eystari endi var sambygdur við roykstovuna í gomlu Pállsstovu sum seinri var brúkt sum fjós, Jóan Petur í Fjósinum sum var klokkari í mong ár og Lena kona hansara ættað úr Søldarfirði og eftir tey sonur teirra Óli og Anna við húski hildu framm í Fjósahúsinum sum standa har enn, tó við teirri broyting, at tá gamla Pállsstova varð niðurtikin var inngongdin við høgari trappu á suðursíðuni flutt eysturum.
"Gamla Pállstova" Heindrik Andreasen 35 ár fiskimaður. Kona hansara: Anna Cathrina Christiansen 31 ár. Børn teirra: Andreas Andreasen 12 ár. Rachel Andreasen 9 ár. Christian Johannes Andreasen 7 ár. Joen Pauli Andreasen 5 ár. Joen Andreasen 2 ár. Tá hesi fólk voru flutt úr húsinum og tómt varð í gomlu Pállstovu fluttu Aggisteinis og Suffía inn hagar og varð húsið tá kallað hjá Aggusteinisi, seinri tá Aggisteinis og Suffía vóru farin fluttu Súnnuva og Poulina og Karl úr Bóndastovu inn í gomlu Pállstovu. Tá Karl í 1925-26 keypti húsini hjá Jógvan hjá Fredrikki sum við húski sínum flutti suður til Frobiar, flutti Karl við húski út hagar at búgva. Marsanna Lysedal hjá Berinti sum búði í grannahúsinum eystanfyri flutti tá inn í vestara partin av gomlu Pállsstovu. Tá vóru húsini hjá Berinti og ein partur av gomlu Pállsstovu niðurtikin. Um leið 1945 var alt økið slættað og og ruddað og tá kallað Marsannustrætið.
Berint Danielsen 50 ár ættaður úr Elduvík húsmaður. Kona hansara: Sunneva Hansdatter 47 ár eisini ættað úr Elduvík. Børn teirra: Anne Marie Lysedal 16 ár. Maren Susanne Lysedal 11 ár. Daniel Lysedal 7 ár. Um hesi fólk er bert at siga, Anna Maria giftist við Jógvan á Brúgv, Jógvan doyði skjótt eftir: Tey bygdu sær hús frammi á forinum, hesi hús standa nú sum fornminni. Á ovara skjøldri á hesum húsum sum vendi út móti allferðavegnum til og frá bygdini hingu kunngerar og lýsingartalvur og mangir burturmistir lutir eru eisini her afturkomnir til rætta eigaran. Jógvan og Anna Maria vóru barnleys. Dajal fórst við "Nesbátinum" 21 mars 1883.19 ára gamal. Marin Súsanna vanliga nevnd Marsanna hjá Berinti var ógift, hon livdi eftir í barnaheiminim, einum fittum lítlum húsum, við Marsannu doyr henda ættargrein út her á Eiði..
Jóan Hendrik Olsen 42 ár, fiskari úr Haldarsvík. Kona hansara Anna Sophie Jacobsdatter 42 ár. Børn teirra: Marie Joensen 13 ár. Jacob Pauli Joensen 10 ár. Joen Joensen 7 ár. Hans Edvard Joensen 4 ár. Sonur Jóan Heindriks, Hans Jákup Joensen á Trætistykkjinum og kona hansara Elin Dorthea f. Hammer keyptu 05-11-1889 hesi hús sum Hans Jákup umbygdi. Sonur teirra Hans Edvard Joensen tók í 1950 húsini niður og bygdi nýggj hús uppaftur á grundstøðið av hesum húsum og húsunum hjá Heindrikki sum stóðu vestanfyri.
Daniel Peter Jacobsen 25 ár av Slættanesi. Kona hansara, Anna Maria Joensdatter 35 ár úr Hvalvík. Sonur teirra: Joen Jacobsen 3 ár. Danjál Petur bygdi fyrst eysturi í Túnið, har var veðurringt og hann flutti tí húsini heim í Mýrutúnið og setti tey sunnafyri gamla kirkjugarð. Elsti sonur teirra Jógvan og kona hansara Maren Elisabeth búðu har. Marin Elisabeth doyði í 1954. Hesi hús stóðu har til Hans Edvard Joensen á Trætistykkinum keypti og tók tey niður og bygdi sær hoyggjhús.
Poul Christianen 26 ár húsfaðir og fiskimaður. Kathrine Malene Durhus 23 ár kona hansara. Rachel Christiansen 1 ár barn teirra. Seinri bygdi Pól hús uppi undir Brekkubrúnni, tey eystaru Hvanngarðshúsini. Pól doyði 26-10-1988 42 ára gamal. Jógvan Nilsen hjá Líggjasi keypti húsini og bygdi eitt kamar uppí vestara enda. Hesi hús standa enn.
Joen Christiansen 29 ár fiskimaður. Susanne Margreta Mørkøre 32 ár kona hansara. Ole Christiansen 3 ár barn teirra. Christian Johannes Joensen 54 ár timburmaður. Rachel Hansdatter 54 ár úr Saksun kona hansara. Joen Hendrik Christiansen 24 ár sonur teirra. Peter Christiansen 14 àr sonur teirra. Johanne Christiansen 12 ár dóttir teirra. Eftir hesum sæst, at rumsátt hevur verið á Myruni, har vóru tvinnar íbúðir og ofta gistu fólk á Mýrini. Jógvan á Mýruni sum var handilsmaður keypti 05-04-1882 gomlu kirkjuna og hevur tá bygt út suðireftir á Mýruni, har var eitt lítið handilshøli. Odmar sonur Olivar Mørkøre tók í 1950 gomlu húsini niður og bygdi nýggj hús uppaftur.
Joen Magnus Joensen 52 ár ættaður úr Lorvík óðalsmaður. Kona hansara: Johanne Hansdatter 57 ár. Børn teirra: Anna Cathrine Joensen 22 ár. Else Marie Joensen 22 ár. Poul Joensen 15 ár. Joen Joensen 28 ár inngiftur. Kona hansara, Elisabeth Andreasdatter 34 ár úr Kuni. Helst hevur Jóan Magnus bygt fyrstu Miklagarðshúsini. Sonurin Pól bygdi sær hús uppvið vestara enda. Tó at Miklagarðshúsini eru nógv broytt standa tey enn á sama støðið. Her uppi á "Tútakletti" stóð ein varði, hiðani sást eystur í havið, eystur og út í Oyðuna. Val er hugsandi at eisini her var gamalt vaktarstað eins og "Gellingarhús" og kletturin tí hevun fingið navnið "Tútaklettur".
Johannes Fredrik Poulsen 38 ár úr Elduvík. Kona hansara: Kirten Jacobsdatter 36 ár ættað av Dunganum í Syrðugøtu. Barn teirra: Anna Cathrine Susanne Poulsen 2 ár, Susanne Michelsdatter 67 ár einkja, móðir húsbóndans. Anna Cathrina druknaði niðri á Vatnið 21-06-1884 17ár. Óvissa er um húsnavnið í "Poysini", helst hevur ein "Loftsstue" sum hevði samband við Bóndastovuhúsið staðið har aður.Har hevði eisini verið fjós í ovara enda. Pól sonur teirra bygdi stovuna vesturúr og sonur hansara Danjal tók í 1949-50 gomlu húsini niður og bygdi nýggj uppaftur.
Jákup Hansen 49 ár húsfaðir. Kona hansara, Maren Elisabeth Joensdatter 45 ár: Børn teirra: Johanne Margrethe Jacobsen 14 ár. Joen Jacobsen 11 ár. Hans Pauli Jacobsen 8 ár. Pouline Jacobsen 5 ár. Hans Hendrik Jacobsen 2 ár. Húsini "Uppi í Stovuni" saman við "Glasstovuni" og á "Toftini" eru gomul húsastøðir uttanfyri Lækjuna. Jákup uppi í Stovuni var ættaður úr Bóndastovu hann umvaldi húsini og sonur hansara Hans Pauli bygdi kamar niðanúr, teir vóru handverksmenn. Tá Mortensenshandilin eysturi á Bakkanum 04-10-1912 brendi í grund keyptu teir hesi hús til handilshús. Tá henda handilsfyritøka í 1926-27 gavst við úthandlum sínum norðanfjørðs keypti Oliver Øster sum frá 1908 hevði haft henda handil um hendi ognir teirra her á Eiði. Tá hesi gomlu hús ikki longur vóru tíðarhóskandi sum handilshús var í 1946 farið undir at byggja nýggj hús. Flutt var inn í hesi hesi handilshøli í 1950 og 15-12-1967 var sjálvtøkuhandilin sum bygdur var á "Toftina"tikin í nýtaslu.
Sophie Fredrikke Knudsdatter Ellingsgaard 74 ár einkja. Hans Hansen 19 ár dóttirsonur hennara frá Ljósáum. Sum húsanavnið sjálvt sigur frá, er tað gamalt hússtøði, har bygt er toft oman á toft. Hesi hús stóðu uppi til tey u.l. 1960 hoyknaðu niður. Hanus Hammer vanliga nevndur Hanus á Toftini sum var ógiftur var tá fluttur til systirina Katrinu at verða, hann seldi tá grundøkið til ommuson hennara Conrad Lauritssen sum so seldi tað til Óla Egilstrøð til tilbygning til P/F O. Østers handilshús.
Hans Olsen 73 ár óðalsmaður. Kona hansara Anne Niclasdatter 73 ár Tórshavn. Børn teirra: Sophie Hansdatter 40 ár. Ole Hansen 35 ár fiskari. Lisa Malena Højsted 11 ár fostirdóttir úr Funningi. Elias Nielsen 33 ár húskallur úr Funningsfirði. Maren Susanne Hammer 20 ár húshjálp. Óli Hansen sum valiga var róptur Óli úti í Stovuni bygdi í 1876 uppi í húsini. Tá Óli um árhundraðskifið fór yviraftur til Noregs seldi hann húsini til Jákup Eidesgaard í Garði. Tá Klamint sonur hansara í 1929 bygdi sær hús uppi á Brekkuni tók hann Stovuhúsini niður. Tó stóð roykstavan og hoyggjhúsið sum var í vesturendanum eftir til u.l. 1960.
(Ytra) Ole Jacobsen 36 ár fiskimaður. Kona hansara, Susanne Abrahamsdatter 36 ár ættað úr Oyndafirði, Børn teirra: Else Jacobsen 12 ár. Malene Jacobsen 10 ár. Marie Jacobsen 8 ár. Hansine Jacobsen 6 ár. Elsa giftist 02-11-1881 við Peter Andreas Larsen ættaður úr Kunoy, hetta var firsta brúðarvígsla í nýggju Eiðis kirkju sum var vígd 18-09-1881. Elsa og Petur giftust inn í ytru Búrstovu og búðu har. Búarstovurnar vóru ein long lon sum stóðu uppi til fyrst í 1950unum tá Pól í Andrasarstovu tók ovaru Andrasarstovu og Búarstovurnar niður og bygdi eini nýggj hús uppaftur.
Birgitta Hansdatter 41 ár einkja. Sonur hennara, Poul Johansen 21 ár. Poulina Johansen 17 ár. Ole Johansen 11 ár. Maren Johansen 5 ár. Joen Johansen 3 ár. Henrikke Hansen 30 ár ættfólk. Johanne Jacobine Pouline Jacobsen 8 ár ættfólk úr Vestmanna. Britustovuhúsini vóru sambygd við Búarstovurnar og Lítlustovu. Sum so ofta fóru fólk úr húsinum og onnur komu inn og hús og umhvørvið broyttist, soleiðis var í Britustovu Martina og Jóhannes Karl búðu har. Fyrr var inngongd og durur sunnanfyri. Nakað broytt og umbygd standa Britustovuhúsini enn.
"Kongsbóndahúsið". Óli Ellingsgaard 32 ár. Kona hansara, Anne Catehrine Susanne Olesdatter 36 ár. Børn teirra: Susanne Ellingsgaard 10 ár. Johanne Ellingsgaard 8 ár. Elsebeth Malene 5 ár. Joen Peter Ellingsgaard 3 ár. Cathrine Malene Ellingsgaard undir 1 ár. Maren Andreasen 31 ár húshjálp. Malene Joensdatter 67 ár ognarleys einkja. Joen Peter Olsen 57 ár haldbóndi. Kona hansara, Susanne Joensdatter 55 ár. Børn teirra, Maren Elisabeth Ellingsgaard 25 ár. Poul Ellingsgaard 23 ár. Susanne Malene Ellingsgaard 21 ár. Else Ellingsgaard 15 ár. Hans Peter Ellingsgaard 13 ár. Susanne Petrine Ellingsgaard 10 ár. Um fyrstu búsetuna niðri í Garði vita vit einki at siga frá. Onkur heldur at Knud Olsen Ellingsgaard sum 27-07-1780 festi Berintsmørk og 1 kongsmørk og 13-12-1783 1 kongsmørk á Eiði hevur bygt bóndahúsini "Niðri í Garði", onkur annar heldur, at har hevur verið bygt áður og at býlið "Niðri í Garði" er ein gamal býlingur. 09-03-1813 festir Ole Knudsen og 23-02-1842 festir Joen Peter Olsen. 15-10-1864 festir Óli Ellingsgaard. 03-03-1896 festir Jóan Petur Ellingsgaard, hann fórst við "Garsbátinum í 1901. Sonur hansara Olaf Ellingsgaard tók við eftir hann, Í 1930-31 tók Olaf gomlu bóndahúsini niður og bygdi nýgg uppaftur, tó stóð hoyggjhúsið sum var í vestara enda á húsinum eftir. Elsti sonurin Olafs, Jóan Petur Ellingsgaard festi seinri hesar kongsmerkur.
"Í mittasta Garði". Jákup Andreasen 64 ár fiskimaður. Kona hansara; Maren Hansdatter 56 ár ættað úr Lorvík. Børn teirra: Hans Eidesgaard 29 ár (Hanus í Garði). Andreas Eidesgaard 22 ár (fór til Oyndafirðar). Hans Jacob Eidesgaard 20 ár. Frederikke Margrethe Eidesgaard 10 ár. Maren Susanne Hansdatter 18 ár, húshjálp. Hans Jákup giftist 10-11-1874 við Elsebeth Malenu Ellingsgaard, tey hildu framm húsbúnaðin. Í skiftinum eftir Joen Joensen sum fórst í 1802 við "Johannes Baad" stendur m.a. at Malena dóttir hansara skal arva hálva roykstovuna. Í 1805 giftist Elsebeth uppaftur víð Andreas Jacobsen. Tá Poul Magnusen vanliga nevndur Skála Pól, giftist við Malenu bygdu tey av "saksunarviði" afturat húsinum vestureftir. Í 1910 tók Jóan Peter Eidesgaard teirra part av húsinum niður og bygdi nýggj hús uppaftur, sambygd við tey vestaru.
"Ì uttasta Garði" Hans Jacob Poulsen 36 ár fiskimaður. Kona hansara: Elsebeth Maria Hammer 27 ár. Børn teirra: Malene Poulsen 6 ár. Poul Poulsen 2 ár. Thomas Poulsen undir 1 ár. Malene Jacobsdatter 69 einkja móðir húsbóndans. Hans Jákup bygdi eitt kamar suður úr stovuni. Dóttir hansara Sigga Poulsen tók húsini niður og lat byggja sær eini lítil hús uppaftur.
Ole Joensen 53 ár fiskimaður. Kona hansara, Maren Poulsdatter 59 ár av Saltnesi. Børn teirra: Susanne Olesen 24 ár. Joen Olesen 22 ár. Ofta er ógjørligt, at skilja ímillum hvørji eru Heinastovu-Bóndastovu-Mirmannstovu-Jákupsstovu-Uppistovu ella Glasstovufólk o.s.f. men einki er at ivast í at Mirmannstovu heiti er gamalt húsanavn á Eiði. Enn hevur ikki eydnast okkum at finna nakran við tí fyrr ikki so ókenda mannsnavninum Mirmann á Eiði. Seinastu av ættini sum búðu í Mirmannsstovuhúsinum vóru Óla Jákup og Maria ættað úr Trongisvagi. Edvard Olsen sonur teirra sum var ógiftur var tann seinasti sum flutti úr Mirmannstovuhúsinum.
Johanness Elieser Højsted 27 ár kongsbóndi og fiskimaður úr Funningi. Kona hansara, Elisa Eidesgaard 27 ár. Børn teirra: Jacob Højsted 6 ár. Maren Susanne Højsted 2 ár. Jóhannes Eliesar bygdi Hvanngarðshúsini u. l. 1863-64. Jóhannes Eliesar og sonurin Jákup fórust við Nesbátinum 21-03-1883. Jóhannes og Elisa giftust 16-09-1863 og tá hann fórst sat Lisa í Hvanngarði eftir við 9 børnum (tey áttu 11 harav 3 doyðu sum smá).Tá vóru flestu børnini útsett til fosturs, Hans Jákup Poulsen keypti Hvanngarðshúsini sum hann og sonur hansara Richard seinri bygdu umm.
Fredrik Ferdinant Eidesgaard 25 ár fiskimaður. Kona hansara, Grethe Olesen 24 ár (uttan úr Húsinum) Børn teirra: Hans Eidergaard 3 ár. Sigga Sophie Eidesgaard undir 1 ár. Maren Susanne Ellingsgaard 18 ár húshjálp. Fredrik Ferdinant bygdi sær hús á heimrustini úti á Hundafløtti, (í Tranti) uttanfyri Látrasornhúsið, men har var veðurringt, húsini vóru tí flutt heim um húsini hjá Óla úti í Stovuni. Elsti sonurin Hanus og kona hansara Lorentsa ættað úr Froðba vóru búgvandi í Húsinum. Hanus bygdi eitt kamar suður úr í eystara enda. Tá sonur hansara Hans Laurits Eidesgaard u. l. 1960 bygdi uppi á Brekkuni tók hann tey gomlu húsini niður.
Tvíhúski: Hans Joen Magnusen 60 ár óðalsmaður. Kona hansara, Anna Mallena Bertelsdatter 60 ár ættað úr Tjørnuvík. Børn teirra: Joen Hansen 25 ár. Poul Hansen 22 ár. Sigga Maria Bertelsdatter 63 ár úr Tjørnuvík. Anne Sophie Hansdatter 34 ár børn hennara Elsebeth Hendriksdatter 5 ár úr Tórshavn. Joen Magnus Hendriksen 2 ár úr Tórshavn. Kathrine Marie Hansen 15 ár húshjálp. Johan Hendrik Hansen 32 ár og kona hansara Susanne Samuelsen 31 ár Jarðamóðir. Í 1880 búgva tey í Løðuni. 12-02-1889 doyði Jóhan Hendrik 50 ára gamal av teringi. Í 1890 er Súsanna aftur í Andrasstovu. Pól Hansen giftist við Onnu Sofíu Mørkøre. Sonur teirra Joan Magnus Hansen sum giftist við Elin vanliga nevnd Suðuroya Elin ættað úr Froðba sum var jarðamóðir tók suðurendan av gomlu Andrasstovuni niður tá hann bygdi nýggj hus. Jóan Magnus í Andrasstovu gekk við posti til Funnings og Gjáar. Jógvan og Elsa búðu har til sonur teirra Pól tók gomlu Andrasstovu og Búrstovurnar niður og bygdi nýggj hús uppaftur.
Hans Jakob Durhuus 28 ár fiskimaður. Kona hansara Maren Malene Eldevig 23 ár ættað úr Elduvík. Barn teirra er Joen Durhuus 2 ár. Marin giftist í 1890 uppaftur við svágrinum Óla Durhuus. Óli varð borin út 21-11-1903. Tá tey seinastu Gutthúsfólkini flutta úr Gutthúsi út á Skála stóðu húsini tóm, tey vóru tá ofta nýtt til bátts og neytakonugildir. First í tríatiárinum vóru Gutthús niðurtikin.
Andreas Joensen 42 ár. (úr Heinastovu). Kona hansara Susanne Cathrine Hansdatter 46 ár. Børn teirra: Joen Joensen 8 ár. Johanne Sophie Joensen 4 ár. Ódoypt genta undir 1 ár. Susanne Hansdatter 69 ár, hon er fastur Andrassar. Húsanavnið "í Skorini" kemur frá "Skor Hanusi" sum kom norður til Eiðis undan Skorini í Froðba, hann hevur bygt ella búsett seg í gomlu húsunum sum tá hava fyngið navnið eftir hann. Andras giftist inn við Súsonnu Katrinu (uttan úr Stovuni) sum var einkja eftir Jógvan uttan úr Húsinum. Jógvan tók í 1908 gomlu Skorhúsini niður og bygdi nýggj uppaftur, tey standa enn.
tvíhúski: Johan Olsen 41 ár fiskimaður. Kona hansara, Anna Elisabeth Hermandsdatter 45 ár ættað úr Tjørnuvík. Børn teirra: Ole Mørkøre 18 ár. Anne Sophie Mørkøre 16 ár. Johanne Mørkøre 13 ár. Susanne Mørkøre 10 ár. Herman Mørkøre 6 ár. Johanne Joensdatter 66 ár einkja. (úr Durhúsi). Ole Durhuus 19 ár, fostursonur hjá Jóhonnu. Hesi her nevndu fólk eru ikki upprunafólk úr Djónastovu. Djóni Gregersen og kona hansara Christine Hansdatter áttu bert 2 børn. Sonur teirra Hans Dionesen (Djón Hanus varð ógiftur húskallur á Látrinum, deyður 05-03-1883). Dóttirin Marie Dionedatter giftist 10-11-1832 við Hans Paula Poulsen við Gjógv, d. 06-07-1880. Djónastovan sum stóð oman og niðan vestanfyri húsini á Grundini stóð uppi til mittskeiðis í tjúgunum.
tvíhúski: Joen Olesen 54 ár fiskimaður. Kona hansara, Sigga Sofía Gregersdatter 56 ár. Barn teirra, Elsebeth Malene Ellingsgaard 16 ár. Jørgen Mørkøre 26 ár er inngiftur við Malene Olesdatter 26 ár. Børn teirra: Ole Mørkøre 6 ár. Johanne Mørkøre 4 ár. Sigga Sophie Mørkøre 1 ár. Jørgen fórst í 1883 við Nesbátinum 40 ára gamal. Kristoffer Mørkøre sum var skósmiður tók húsini niður og bygdi nýggj, hann flutti seinri til Klaksvíkar. Tá sonur Jógvans Mørkøre, Jógvan Emil í 1950-51 bygdi uppi á Brekkuni tók hann húsini "Ùti í Húsinum "niður. Jógvan Emil sigur eisini frá Poulinu í Bóndastovu, at har høvdu 3 hús staðið frammanundan og kallaðist tað fyrr "Ùti í Tranti".
Billa Hammer 24 ár einkja, sonur hennara Poul Johannes Hansen undir 1 ár. Maður Billu, Pól Jóhannes Hansen fall fyri bakka 12-07-1869. Sonurin Pól Jóhannes sum búsettist í Havn var ikki føddur tá pápin fall undir lundafleyg. Húsini sum stóðu úti á Heimrustini vóru sambygd millum húsini "Úti í Skúlanum" og hjá Kornelius Hansen. Seinri búðu Sigga hjá Billu og Tummas Johansen har. Hesi hús eru niðurtikin u. l. 1955.
Maren Sophie Thomasdatter 35 ár einkja. Børn hennara: Sigga Sophie Andreasen 13 ár. Jacobine Pouline Andreasen 11 ár. Thomas Andreasen 9 ár. Cathrine Marie Andreasen 4 ár. Andrea Marie Sophie Andreasen 1 ár. Vit vita ikki so nógv at siga um Hoygarhúsini, eisini varð sagt í Hoyggarðsstovu. Á gamalsaldrinum búði Marin Sofía í ovara enda á hesum húsum sum tá var tvíhúski. Sigga og maður hennara Andras í Pállsstovu umbygdi húsini sum seinri vóru niðurtikin.
Peder Clementsen 55 ár ógiftur óðalsmaður ættaður úr Lamba. Karen Margrethe Clementsdatter 75 ár einkja, systir húsbóndans úr Lamba. Christine Marie Hansen 17 ár ættað úr Tórshavn hevur innivist. Peder Clementsen vanliga nendur Per úr Lambá hevur helst bygt húsini, hann giftist við Elin Katrinu Joensen úr Haldarvík, tey vóru barnleys og tóku til sín ungan mann Laurits Debes Abrahamsen úr Mykinesi. Laurits fórst við Nesbátinum 21-03-1884. Eftir han kom bróðir hansara Jesar Abrahamsen á Seiðagjógv at verða. Jesar giftist við Fredrikku Olsen av Toftanesi í Lorvík. Jesar var tiltikin bjargamaður sum ungur gekk hann upp Grønuskoradrang í Mykinesi. Í 1912 tók Jesar tey gomlu Seiðagjógvshúsini niður og bygdi nýggj uppaftur. Eldri sonur Jesarsa, Abraham og kona hansara Elisabeth (Betta) búðu har. Hesi hús standa enn úti á Seiðagjógv.
Vit vita ikki um nakar um hetta mundið býr úti í Skúlanum. Ì hesi fólkateljing í 1870 er Marin Súsanna Hansdatter flutt heim í Pállsstovu at vera, sum tað stendur: "Maren Susanne Hansdatter Husfaderens Svigermoder Pensioneret Skolelererenke". Páll J. Nolsøe sigur í "Varðanum" um "Skúlaviðurskifti á bygd 1845-54". "Hans Andreasen, íð eina tíð hevði verið lærari í Havnar skúla, varð í 1835 settur at undirvísa á Eiði, har sama ár vóru keypt fyri 200 rbd. Eini gomul sethús á Hundafløtti frá Joen Joensen í Svínáum at nýta til skúla og lærarahús; í húsunum vóru: A, glasstova 6 X 6 al. B, kamar 3 X 3 al. C, køkur 3 X 3 al. D, roykstova 6 X 6 al. E, lítil forstova við síðuna av glasstovuni og F, spískamar 8 X 2 al. Ein trøð lá til skúlan. Hesin skúli varð aftaná 1845 fastur skúli, tann einasti í oyggjunum, síðan Nólsoyar skúli aftur var broyttur til hjálparskúla; børnini vóru o.u. 40 í tali. Hans Andreasen íð var avhildin maður og óføra dugnaligur lærari, legðist sjúkur í 1846 , helst av meslingum sum tá herjaðu um landið; hann kom ongantíð fyri seg aftur og doyði 25 apríl 1847; meðan lærarin lá sjúkur hevði hann ein ungan skyldmaður hansara Joen Magnus Poulsen, frá nýggjári 1847 yvirhoyrt børnini 2 ferðir um vikuna, men hann vildi bert undirvísa árið út, og tá íð eingin lærari var í boði og skúlastjórnin ikki vildi taka skúlan av, varð Christian Jacobsen úr Søldarfirði, íð hevði verið lærari í Oyndarfirði, Elduvík og Fuglafirði frá mai manaði 1843, fluttur til Eiðis frá nýggjári 1848 hesar bygdir fingu ongan skúla aftur. Chr. Jacobsen søkti 12 okt.1851 um frípláss á Jonstrup Seminarium, hetta varð honum játtað og 28 juni 1852 biður hann um at sleppa frá sum lærari fyri at fara til Danmarkar, stjórnin gav honum loyvi frá 1 juli s.á. At rokna og Eiðis bygd varð nú skúlaleys". Av hesum sæst, at Eiðis kirkjusøkn sum nú hevði haft skúla og skúlalærara í 18 ár aftur kom at liggja skúlaleys í u. l. 20 ár. Í 1870 tá læraraskúlin varð settur á stovn søkti Grækaris Joensen sum tá var krambakallur um at koma inn á skúlan. Longu í apríl mánaði 1871 fekk Grækaris sum tann fyrsti í Føroyum læraraprógv á hesum skúla, og varð alt í einum fyribilssettur sum lærari á Eiði". Helst hevur skúlastovan út í Skúlanum tá verið nýtt til skúlin heimi í Skúla var ligutbygdur og í oktober 1874 tikin í nýtslu. Tey fókini sum seinri búðu úti í Skúlanum vóru Óli Mørkøre f. 21-08-1852 og kona hansara Jóhanna Fredrikka f. Joensen frá Gjógv. Óli í Skúlanum var klokkari í samfull 50 ár og varð 25-03-1933 heiraður við Dannebrogsmerkinum fyri langa og trúgva tanastu.
Poul Michelsen 35 ár húsfaðir úr Tórahavn. Seinra kona hansara Elisabeth Helena Joensen 44 ár. Børn teirra: Elsa Pouline Poulsen 11 ár. Johan Michal Poulsen 9 ár. Henriette Marie Poulsen 7 ár. Sigmund Poulsen 5 ár. Johanne Cathrine Poulsen 2 ár. Joen Joensen 16 ár sonur Elspu Lenu í firru giftu. Vit vita ikki um Havnar Pól hevur bygt niðri á Brúgv, ella tey í 1870 búgva í einum gomlum húsum sum stóðu har eftir Berint á Kjálnesi. ? ? Í 1850 er Pól húskallur á Látrinum, í 1855 er hann húskallur í Pállshúsi og 09-11-1856 giftist hann við Cathrine Marie Hansdatter í Pállshúsi. Katrina Maria doyði 09-08-1857og 30-07-1858 giftist Pól uppaftur við Elsebeth Helenu uppi í Stovuni. At Havnarpól var raskur veltingarmaður prógva Havnarpólsgerðini
1870. Í 1860 bygdi Onglendingurin og "Spekulanturin" William Askham f. í Hull í 1826. Bláapakkhús á Eiði. Hann hevði handilsbræv til handil á Eiði dagsett 24-11-1860. W. Askham førdi sjálvur flutningsskip og seldi vørur sínar runt í oyggjinum. Hann bygdi eisini vørupakkhús á Marknoyri í Vági. Tá Hamborgarhandilin C.F. Siemsen keypti Lártahandilin á Eiði keypyu teir 10-12-1861 eisini Bláapakkhús 13 X 18 alin stórt frá W. Askham fyri 1.450 kr. Samstundis gjørdu teir sáttmála um, at Askham ikki meira skuldi handla á Eiði og í Sundalagnum frá Kjálnestanga og norður í Tjørnuvíksstakk. Bláapakkhús var takt og klætt við skifersteini so hugsast kann, at tað av hesum fekk ein bláligan lit og tí kallað Bláapakkhús. Tá Jens Jørgen Kruse í 1888 keypti allar ognirnar hjá C.F.Simsens handli her á Eiði var Bláapakkhús harímillum. Í 1927 vóru hesar ognir seldar á uppboðssølu og keypti Andreas Andreasen keypmaður tá Bláapakkhús, sum Hammer Krossá so aftur seldi til Eiðis kommunu sum nú hevur umvalt húsið. Bláapakkhús verður nú nýtt sum vevskúli.
Um Pakkhúsini á Stallinum vita vit so lítið at greiða frá. Eftir avtøkuna av einahandilinum í 1856 vóru tað menn í Bygdum sum fingu sær handilsloyvir men fyri at fáa nakran munandi handil máttu teir vera sum "Úthandlar" hjá teimum størru "Meginhandlunum". Látrabóndin Sámal Johannesen fekk handilsbræv 21-02-1856 og Joen Michelsen 22-04-1857 Joen Michelsen var pápi Hans Jákup Joensen í Pállsstovu. Um hann vita vit, at hann í 1873-74 keypir fisk og selir vørur her á Eiði. Jógvan hevur helst haft handilssamband við A.W. Skibsteds handil í Havn. Hans Jákup við M.C. Restorffs handil. Sonur hansara Hanus í Pállsstovu mundi eisini hava samband við Vágsbotnshandilin tó mest sum eginhandil og partafelag "Hans Joensen" sum sonur hansara Óli í Pállsstovu helt áframm við í fjórða ættarliði.
Eftir bókini "Føroyar undir fríðum handli í 100 ár". "Jens Jørgen Kruses handil á Eiði. Í 1859 bygdi Samuel Johannesen úr Funningi fyrsta handil á Eiði. Hann fekk handilsbræv 21 februar 1856. Seinri keypti handilsfyrtøkan C. F. Siemsen, Tórshavn, henda handil. Fyrsti handilsstjórin var ein týskari, C.F.Wendel. Í 1866 kom Jens Jørgen Kruse sum handilsstjóri. Hann var komin higar frá Bornholm, fyrst sum stýrimaður og síðani sum skipari. Hann keypti handilin í 1889, men seldi hann til Jørgen Bech & Sønners handil í Klakksvík. Í 1909 keypti hann handilin aftur". Her kann verða lagt afturat, at góð fiskiár góðu hesir handlar nógv arbeiði við fiskavasking og turking, tí næstan allur saltfiskurin var turkaður, mest uppi á Grind og úti á Møl og á teimum steinløgdu fiskastykkjunum. Livralýsi var brætt í "Lýsihúsinum" breyð var bakað úti í "Bakarínum". Kol var goymt í "Kolhúsinum", og lossikrani stóð á Hamrinum, neyst vóru til "Handilsbátarnar". Jú, um hetta mundið í 1870unum var trivnaður í bygdini.
Ógjørligt er at siga hvussu mangar kirkjur eru bygdar á Eiði, ella nær fyrsta kirkjan er bygd. Vit kunnu hugsa okkum, at tá landnámsgarðurin í miðøld er farin í tveir partar Suðurhelvt og Norðhelvt er kirkja bygd á Eiði og allar hava tær staðið á sama støði í gamla kirkjugarði. Har mundi eisini fyrsti líkgrevsturin verða, men ikki kenna vit nøkur staðanøvn sum peika á grevstur ella leiðisgarð ella bønhús.Í "Antiqariske Annaler 1820" stendur á bls. 284-88 "I gamle Dage hængte denne Klokke i et særskildt stillads uden for Kirken, men stormen blæste for mere end 150 Aar siden Stilladset ned hvorved Klokken sloges itu. Mændene paa Eide sendte da Stykkerne med en hollandsk Skipper (thi i de Dage og senere dreve Hollænderne megen Smughandel paa Færøerne; man har endog talt 50 hollandske Skibe liggende for Anker paa engang i Sundet ved Eide) til Amsterdam for at omstøbes; dette skedte, og man læser defor paa Klokken denne Indskrift: "Gerald Koster me fecit Amsterdami Anno 1662". Her sæst, at eiðisfólk hava haft álit á hesum fremmandamonnum, eisini sæst, at onkur hollendari er grivin í gamla kirkjugarði: Í hesum sama "Antiqariske Annaler " stendur eisini, "Næst Kirken í Thorshavn er Kirken i Eide paa Østerøe den største og smukkeste paa Færøerne. Í denne Kirke findes et Kristus-Billede som efter Sagnet for flere hundrede siden er fundet ved Mølens Strand tæt norden for Eide opdrevt fra Havet; dette Billede er af Fyrretræ, og har forestilt Kristus paa Korset; Armene ere borte, og ellers er det betydeligt beskadiget; det er lidt over en Alen langt, og gemmes som en Reliqie ved Alteret i Kirken. Altertavlen i samme Kirke er smukt malet, og forestiller Nadveren; dette Malerie er for omtrent 50 Aar siden bekostet for 60 Rb. fra København af en formuende Mand paa Eide, Skade, at det paa Rejsen fra Thorshavn til Eide blev noget bedærvet af Søevand. Ogsaa findes i denne Kirke en god Klokke, som hvor liden den er, dog er den bedste og største paa hele Østerøe, og maaske paa samtlige Færøer. Den er forneden lidt over ½ Alen i Tvermaal, og hænger i et lidet Trætorn 14 Alen højt, i Kirkens vestre Ende. Ellers ere de Førøiske Kirker ofte uden Taarn og Klokker. Omkring Kirkens Sider findes som sedvanligt, en tyk Steenmur; ogsaa ser man her en Kirkegaardsmur. Der er Mærkværdig, for saavidt Stenene deri ere udsedvanlig store. Gaderne paa Eide ere Brolagte med samma slags Stene; nogle ere 2 Alen lange og 1 Alen brede og derover, andre ere mindre, men alle ere vel sammenføjede og jævne, hvorfor ogsaa Eide er en smuk Bye". So kemur søgan um nykin og um sterkar menn og um Jógvan í Glasstovuni: "Folkene paa Eide have tilforn været bekjente som de højeste og stærkeste paa Færøerne; men nu have de aftaget i Højde, saa at der ikke er kjendelig Forskel imellem dem og andre Færøebeboere. Imidlertid omtales endnu en stærk Mand, John Andreasen, som døde for 30 Aar siden, lidt uver 70 Aar gammel. I sit 14de Aar tog han en stor Steen som endnu staar paa Kirkegaardsdiget, og er af kubisk Form, og over ½ Alen i Diameter under sin Arm og bar den ind og satte den paa Bordet for sin Fader, og bragte den derpaa ud paa sit Sted. Flere saadanne Prøver af ham omtales. Foruden Legemsstyrke besad han ogsaa Geni, som Tømmermand opbygde han den nu værende Kirke, og var tillige Poet; det er nemlig ham, der især forfattede den saakaldte Lúsatátt, som Færøbeboerne endnu holdt meget af at synge til deres Dans". Tað var ein góðveðurs sunnumorgum 18 sept 1881 sólin sær, og ein høgtíðardámur lá yvir bygdina, eiðisfólk stakast dúgliga og her er nógv fólk komið til býggja, oman av Lágahavið oman Hvítubrúgv og norður eftir Bakkanum komu fók og á Hamrinum gjørdist tronglit við øllum bátunum sum komnir vóru, her komu amtmaður, próstur og prestar, sýslumenn og annað gott fólk tí í dag skuldi tann stóra og príðiliga nýggja kirkjan verða vígd og takast í nýtslu. Klokkuni líðir væl til 11 og fólkið samlast í gomlu kirkjuni og í gamla kirkjugarði og á Løðugørðunum, frammi á Forðunum og á Geilagarði. Glasstovuvindeyguni á Látrinum standa opin og Bornholmarurið sum var í heldur firra lagið sledi nú ellivu og klokkan í tí hvíta torninum á gomlu kirkju slerdi nú so ságliga tey 9 biðjusløgini og skrúðgonga við Finsen amtmanni prósti Sørensen og prestum og sýslumonnum og forsangarum á odda koma nú syngjandi út úr kirkjuni berandi gersemis og hálgilutir gomlu kirkjunar. Og nú, har uppi í tí nýggja kirkjutorninum togaði klokkarin Jørgin Mørkøre í klokkubandið, aldi á ævi síni høvdu tey hoyrt slíkan klokkuljóm, tað var eins og hoyrdist afturljóði úr fjøllum og homrum, skjótt fyllist kirkjan, men í øllum stórleika sínum rúmar hon ikki øllum. Heima í gamla kirkjugarði stendur gamla kirkja tóm og á heimleiðini var tað onkur sum legði leið sína gjøgnum gamla kirkjugarð, har var portur á bæði fyri eystan og vestan og onkur støggaði á við okkurt leiði, merkiligt at hugsa sær, fyrsta dagin fór gamla kirkja at verða seld og niðurrivin. Í eini "Udskrift af Færøernes Sorenskrivers Extra-Auktionsprotokol", stendur skrivað "Aar 1882 den 22 Marts Formiddag Kl. 10 indfandt Sydselmand D.J.Danielsen sig i Bygden Eide, for, paa Auktionsdirekteurens Vegne, at afholde offentlig Auktion over den gamle Kirke i bemeldte Bygd. Da Sysselmanden ingen Oplysninger kunde erholde fra Kirkeværgerne om hvorvidt nogle i Kirken sig befindende Gjenstande skulde sælges eller ej, blev Kirkeværge Poul Samuelsen anmodet om at tage Kirkelysestagerne og Døbefadet under sin Varetægt, ligesom det for Kjøberen blev bekjendtgjort at Kirkeklokken, Altertavlen og Cruxifixet ikke medfølge i Kjøbet, skjønt de endnu befinder sig i Kirken. Efterat Konditionerne vare oplæste for de Lysthavende blev Auktionen fremmet og til de Højstbydende bortsolgt som følger: Den gamle Kirke paa Eide, Kr. 1.010- til Handelsmand Joen Christiansen Eide". Við tað, at Jógvan á Mýruni keypir gomlu kirkju til niðurrívingar og seinri selur tað hann sjálvur ikki hevur brúk fyri, fáa vit so lítið at vita um hvar tað ymiska fer úr gomlu kirkju. Óli úti í Stovuni keypti tvær fyllingshurðar og Jógvan hevði sjálvur doypifuntin til "Servante" heima á Mýruni. Um klokkuna sigur eitt skjal dagsett: "Thorshavn 29 Mai 1884 Hr. Amtmand Finsen Rid. og Dbm. Paa given Foranledning meddeles herved at den Eides Kirke tilhørende Klokke der nu er ophængt í Kalbaks Kirke er bleven omstøbt i 1876 og kostede Omstøbningen 143 Kr. 91 Øre. Ærbødigst Ch.Berentsen". Um messing ljósastakarnar skrivar Pól á Kletti 18-10-1997 í "Viðskerin" "Skopunar kirkja 100 ár". Altarstakarnir komu úr Eiðis kirkju". Altartalvan "Hin heilaga kvøldmáltíðin" er umvald og hongur nú í kirkjuni. Gamla krucefiksið er á " Danmarks Nationalmuseum". Doypifatið er í grót doypifuntinum sum steinhøggarin Jóhannes Petersen úr Mikladali so meistarliga hevur tilevnað. Merkiligt at einki sprek ella kórsfjøl var goymd, ella onkur mynd er av gomlu kirkjuni innan.
Your browser doesn't seem to support W3C DOM javascript.
With a new browser, you may try to turn on Javascript.
With Netscape 4, please try the layers version.
With another old browser, or without Javascript, try the simple version.
If all else fails, you should still be able to see something here, even without DOM scripting.