
| Hetta er ætlað sum leiðbeining og kann sjálvsagt lagast eftir viðurskiftunum hjá tí einstaka, men havast má í huga, at nakrar viðgerðir skulu gerast til fasta tíð. |
Downloada hesa síðuna í pdf-formati.
| Klipping
um heystið |
Koppseting av sleppingarlombum og brundlombum:
Koppingarevni fyri bráðsótt og blóðsótt eru at fáa í handkeypssølu á apotekunum. Holla leiðbeining hesum viðvíkjandi eiga tit at fáa haðani. |
![]() |
Viðgerð fyri iglar og fyri orm í vinstur, vilum og lungum. Allur seyðurin verður viðgjørdur við evni at geva inn fyri orm og iglar. Á lágum haga verður mælt til at viðgera upp aftur í januar vátar og lýggjar vetrar. |
![]() |
Viðgerð fyri lús ,
førilús og skrubb .
1. Viðgerð við seyðavaski. Allur seyður, eisini brundseyður, verður vaskaður í brunni ella við at stoyta bland av seyðavaski á seyðin. |
| Um jólini | Allir hundar eiga at vera viðgjørdir fyri bendilorm fyri at minka um vatnbløðrufongdina í seyðinum. |
| 2-3
vikur undan
lembing í apríl |
Koppseting av óm fyri blóðsótt
og bráðsótt:
Koppingarevni eru at fáa í handkeypssølu á apotekunum. Holla leiðbeining hesum viðvíkjandi eiga tygum at fáa haðani. |
| Viðgerð fyri orm í vinstur, vilum og lungum. | |
| Áseyðaroyting
í juli |
Koppseting av seyði fyri blóðsótt og bráðsótt:
Koppingarevni eru at fáa í handkeypssølu á apotekunum. Holla leiðbeining hesum viðvíkjandi eiga tygum at fáa haðani. |
| Viðgerð fyri orm í vinstur, vilum og lungum.
1) Hagaseyður: Allur seyðurin verður viðgjørdur við evni at geva inn. 2) Heimaseyður: Heimaseyður gongur ofta á trengri lendi, sum tí verður meira tøðdálkað. Neyðugt kann tí vera at viðgera oftari fyri orm á sumri. Hóskandi er at viðgera um Jóansøku og eftir Ólavsøku. Eisini kann seyðurin viðgerast í samband við flyting frá einum øki til annað. Seyðurin verður viðgjørdur við sama evni sum undir 1). |
|
|
