![]() |
|
|
Djóralæknavaktin er at hitta uttan fyri vanliga arbeiðstíð, frá klokkan 16.00-08.00 gerandisdagar og alt samdøgrið leygar-, sunnu- og halgidagar. Ringið á tlf 315273, sum vísir til vakthavandi djóralækna. |
||
|
Merkið kettuna við mikrochipsi! Heitt verður á øll um at fáa sínar kettur merktar. Tórshavnar Kommuna tekur sær av harraleysum dýrum. Tað vil siga, at tekur kommunan eina kettu upp, sum ikki er merkt, verður hon avlívað. Er kettan merkt við mikrochipsi, ber til at finna fram til eigaran. Tá er kettan ikki harraleys, og hon verður slept leys aftur. |
||
| Hundaeigara Felag Føroya, HUFF | ||
Tað verður gjørt vart við, at viðtalur viðvíkjandi sjúkum hjá dýrum, og í hesum sambandi avgreiðsla av forskriftum, verða ikki avgreiddar um internetið við e-mail. Tygum verða biðin um at venda tygum til okkara á telefon 315273, ella at vitja í viðtaluhølunum á Varðagøtu 85, FO-100 Tórshavn. |
|