Bragdar tættir
Fyrsti
táttur
1.
Keisarin situr í hásæti,
tekur
sítt lið at kanna:
"Vitið
tær nakran í verðini
vera
mín yvirmann?"
Ríða teir út av Fraklandi
við dýrum drós í sað'l.
blás í hornið Ólivant
í Runtsival.
2.
Svaraði ein av sveinunum,
svarar
honum ann:
"Væluvant
av Saxlandi
hann er
tín yvirmann!"
3.
Svaraði keisarin Karlamagnus,
hann
letur av reiði renna:
"Er
hann ei mín yvirmaður,
tú
skalt á báli brenna!"
4.
Keisarin talar til sendiboð:
"Tú
skalt nú útríða:
Bið
hann kongin Væluvant
mót mær
í lundum stríða.
5. Tú
skalt bera honum boðini tey,
alt
foruttan vanda:
At
Lindarheiði við heiðin skóg
har
skal stríðið standa."
6. Burt
reið keisarans sendiboð,
hann
dvaldist ikki leingi,
táið
hann kom á heiðinskóg,
tá
møtti hann kongsins dreingir.
7. Út
reið keisarans sendiboð
- man
meg minna enn -
táið
hann kom á skógvin út,
tá sá
hann tógva menn.
8.
Svaraði annar av heidningunum,
stóð
við sína lind:
"Hví
ríður tú so skundiliga,
sum
teir dríva hind?"
9.
Svaraði keisarans sendiboð,
so tók
hann uppá:
"Tað
er keisarin Karlamagnus,
hagar
stevnir á."
10. Sveinur so til orða tekur,
letur
so orðum svara:
"Eg
eri keisarans sendiboð,
fyri
Saxlands kong at fara!
11.
Keisarin hevur sent meg út,
sum
gitið man vera víða:
Býður
hann honum á markið fram
ímóti
sær at stríða."
12.
Svaraði annar av heidningunum,
allur í
gulli skín:
"Vit
hava somu orð og brøv
til
keisaran harra tín."
«
13.
Síðan fóru sendiboð,
hvørt
til sína landa:
Gingu
so í hallir inn
fyri
breiða borð at standa.
«
14. Inn
kom keisarans sendiboð,
reyðargull
bar á hendi:
"Her
eru brøv av Fraklandi,
sum
Karlamagnus sendi."
15.
Kongur tók við brøvunum,
reyðargull
bar á hendi:
"Alt
eru somu orðini,
sum eg
til Fraklands sendi.
16. Tú
ríð teg aftur til harra tín,
tú ber
honum boð til handa:
Eg eri
so glaður at sláast mót honum,
ið hvar
vit møtast í landi."
17.
Svaraði kongurin Væluvant,
heldur
hann sær at gamni:
"Eg
eri so glaður at sláast mót honum
sum
brúður at taka í favn.
18. Tú
ríð teg aftur til harra tin,
og ber
honum boð fyri borð:
Dagar
tólv í taldari tíð
eg
kvitti á Frakland norður."
«
19. Inn
kom kongsins sendisvein,
gull
fyri bróst bar:
"Her
eru brøv av Saxlandi,
kongi
veit tú svar!"
20.
Keisarin tók við brøvunum,
tókti
tað ei vera mikið:
"Nú
vil kongurin Væluvant
royna
góðar gripir!"
21.
Keisarin talar til sendiboð:
"Tú
sig tínum harra frá:
á
Lindarheigi við heiðinskóg
har
skal stríðið stá."
«
22. Út
reið kongsins sendisvein,
sum
gitið man vera leingi:
Tá ið
hann kom á heiðin skóg,
tá
møttu teim keisarans dreingir.
23.
"Tú ert komin um djúpan dal
aftur á
skógvin enn:
Fimur
ertú í tíni ferð,
sum
aðrir keisarans menn."
24.
Svaraði keisarans sendiboð,
hann sá
fram eftir gøtu:
"Eingin
er hann í Saxlandi,
ið
keisaranum torir møta!"
25.
Svaraði annar av heidningum,
á
grønum vølli stendur:
"Fimur
ertú í orðum tínum,
hevur
tú líkar hendur!"
«
26. Út
reið keisarin Karlamagnus
eina
morgunstund:
Honum
fylgdi átjanhundrað
gjøgnum
grøna lund.
27. Út
reið kongurin Væluvant,
tað var
so vant at geira:
So reið
hann á heiðin skóg,
tað
fylgdi honum hálvum meira.
28.
Árla var um morgunin,
sólin
roðar á leið:
Møttust
har á Lindarheiði
harðir
garpar tveir.
29.
Teir riðu saman á grønum vølli,
tað
orna tók á holdi:
Hoyrast
mátti langan veg,
sum
brandar gella á skjøldi.
30.
Keisarin ríður í herin fram,
hann
roynir góðar gripir:
Niður
fellir hann Saxlands menn,
tíggju
fyri hvørju sipan.
31.
Væluvant ríður í herin fram,
snarliga
hann sær vendi:
Eingin
var hann av keisarans monnum,
ið stóð
honum høgg á hendi.
32.
Væluvant ríður í herin fram,
goystir
giltar gjarðir:
Tríati
sló hann av keisarans monnum,
teir fullu
so deyðir til jarðar.
33.
Keisarin talar til sínar menn,
hann
biður teir høgga og stinga:
"Lat
ikki leiðar heidningar
so
kristnan her umringa!"
34.
Fram reið reystur Gíslar ungi
av so
góðum treysti:
Tríggjar
sló hann heidningar,
teir
fullu deyðir av hesti.
35.
Fram reið Hjálmar heidningi
av so
reiðum huga:
Hann
kleyv Gíslars búk og brynju
niður í
saðilboga.
36.
Keisarin talar til sínar menn,
biður
teir høgga og stinga:
Lat
ikki leiðar heidningar
so
kristnan her umringa!"
37.
Fram reið reystur Klárur ungi
í tann
heidna her:
Hann
sló til Tannar heidningan,
so
deyður fell hann til jørð.
38. Tað
sá hann Hjálmar heidningin,
hann
læt tá aftur venda:
"Harðan
skaltú deyðan tola
av míni
høgru hendi!"
39.
Hjálmar læt tá aftur venda,
hann
var ein kempa von:
"Harðan
skaltú deyðan tola,
tú vá
mín systurson!"
40.
Hjálmar gav so vont eitt høgg
av so
góðum treysti:
Hann
kleyv reystan Klárus unga,
hartil
saðil og hest.
41.
Hjálmar ríður í keisarans her,
gøtur
gjørdi hann víðar:
Tað var
eingin kristin kempa,
ið tordi
honum høgg at bíða.
42.Keisarin
talar til sínar menn,
biður
teir høgga og stinga:
"Latið
ikki leiðar heidningar
so
kristnan her umringa!"
43.
Fram reið ungi Ásmundur
Hjálmari
ímóti:
Hjálmar
hevði sín brand á loft,
hann
bar hann burt við spjóti.
44.
Svaraði Hjálmar heidnini,
- vant
er slíkt at geira :
"Hvør
sum mær í víggi møtir,
skal
ikki liva meira!"
45.
Hjálmar ríður í herin fram,
hann
vegur til ymsar hendur:
Keisarin
gerst í huga móður,
í
tungum víggi stendur.
46.
Keisarin ríður á grønum vølli,
upp til
himna sær:
"Harra
Gud av Himnaríki,
dugnað
veit tú mær!"
47.
Fram reið riddarin Engelland,
keisaranum
sigur frá:
"Eg
síggi ríða tógva menn,
higar
stevna á!"
48. Tað
eru ikki ein ella tveir,
ið
dugnað veita í dag:
Harra
Gud av himmiríki,
dugnað veit
tú mær!"
49.
Einar reið í herin fram,
eingin
hann tá kendi
uttan
skjøldarsveinur hans,
reyðargull
bar á hendi.
50.
Einar reið í herin inn
bæði
við gleði og gleim,
honum
fylgdi eingin annar
uttan
hans skjøldarsvein.
51.
"Ver vælkomin, mín systurson!"
keisarin
mælir á sinni:
"Er
tín hugur drístiligur
roysnisverk
at vinna?"
52.
"Gitin eri eg í Fraklandi
og alin
upp við títt borð:
Nú skal
eg ríða í hernaðin út,"
tað var
hans síðsta orð.
53.
"Gitin eri eg á Fraklandi
og alin
upp av tí besta:
Nú skal
eg ríða í hernaðin út
at oyða
teir bragdir mestar.
54.
Einar reið í herin her,
hann
vildi ei undan flýggja:
Tað
fullu so heidningar fyri hans hond,
sum
høgl av tjúkkum skýggi.
55.
Einar reið í herin her,
kappin
tann hin sæli:
Tað
fullu so heidningar fyri hans hond
sum
høgl úr tættum æli.
56.
Hjálmar situr á sínum hesti,
hann
lyftir upp hjálmin síða:
"Hvaðan
er hann, hin mikla kempa,
so
drístiliga man ríða?"
57.
Svaraði ein av heidningunum,
kempan
er hann von:
"Einar
er hann at navni nevndur,
keisarans
systurson."
58.
Hjálmar reið mót Einari,
hann
var í huga fróur:
Tað
skulvu bæði dalar og fjøll
um
allan heiðinskóg.
59.
Hjálmar reið mót Einari
av so
miklari reiði:
Hvørgin
læt til jarðar falla,
teir
drógu so svørð av skeiði.
60.
Hjálmar gav so vont eitt høgg,
hann
var í huga fróur:
Eldur
reyk av svørðinum,
tað
lýsir av heiðinskóg.
61.
Einar gav so stórt eitt høg
við
síni høgru hendi:
Eldur
reyk av svørðinum,
so
hvørgin annar kendi.
62.
Hjálmar hevði sín brand á loft,
tá var
dreingja ferð:
Hann
kleyv Einars blonku brynju,
og sár
fekk hann av svørði.
63.
Svaraði Einar kempan reyst,
øllum
tókti undur:
"Annað
høggið gevi eg tær,
tí tú
ert heiðin hundur!"
64.
Einar spenti hesti til
av so
góðum huga:
Hann
kleyv Hjálmars búk og brynju
niður í
saðilboga.
65.
Einar situr á sínum hesti,
heldur
á blonkum brandi:
Hevði
hann latið kristnað seg,
hans
líki var ei á landi.
66.
Einar tokar í herin fram,
hann
hevði ei hondum hóv:
so rann
blóð á Lindarheiði
sum
streymur í sævarflóð.
67.
Keisarin ríður í herin fram,
hann
roynir góðar gripir:
Niður
fellir hann Saxlands kempur,
tíggju
fyri hvørji sipan.
68.
Vælivant ríður á grønum vølli,
fyri
ongum vildi hann flýggja:
Møtti
honum Einar kempan reyst
í tí
tunga víggi.
69.
Teir riðu saman á grønum vølli,
hvørgin
vildi víkja:
Høggini
geva teir tung og mong,
tey
taka í bein at níta.
70.
Teir høgga títt, teir loyva lítt,
av so
góðum huga:
Tað var
hann kongurin Væluvant,
hann
fell fyri saðilboga.
71. Tað
var Einar kempan reyst,
sínum
svørði brá:
Hann
kleyv kongin Væluvant
sundur
í lutir tvá.
72.
Fram reið kongsin systurson
av so
reiðum huga:
Einar
hevur hans høvur av,
hann
fell fyri saðilboga.
73.
Svaraði keisarin Karlamagnus,
hann
var í huga fróur:
"Deyður
er kongurin Væluvant,
hann
liggur á heiðinskóg!"
74.
Svaraði keisarin Karlamagnus,
hann
hyggur upp til ský:
"Takk
havi tú, Einar, mín systurson,
so væl
tú stóðst í stríði!"
75.
Vigið fingu teir átjanhundrað,
tað var
teim ei til mein:
Keisarin
reið til Fraklands heim
við
riddarar sínar og sveinar.