Brúsajøkils kvæði

 

1. Tað var um eina jólatíð,

hundar fóru í bond,

har kom gongukall gangandi,

bar høkju undir hond.

 

   Ólavur kongur herjar hann mót trøllum,

    hans eru segl av silki reyð,

    Ormurin rennur, árar leika í tollum.

 

2. "Set teg niður, gamli maður,

set teg mær íhjá,

tú manst vita frá mongum at siga,

góð eru gomul ráð.

 

3. Hoyr tú tað, hin gamli maður,

set teg mær so nær,

veitst tú nakrar fíggjarvánir

satt at siga mær?"

 

4. "Eg veit ongar fíggjarvánir

 satt at siga tær,

men úti fyri Herjalondum

liggja oyggjar tvær.

 

5. Úti fyri Herjalondum

liggja oyggjar tvinnar,

onnur eitur Syðra,

og onnur eitur Minna.

 

6. Onnur oyggin Syðra

og onnur oyggin Minna

har býr inni Brúsajøkil,

ert tú maður at vinna."

 

7. Ásbjørn letur sær bussu smíða

væna og so fríða,

kvittar norð við Herjalond,

hesi jólini líða.

 

8. So siglir hann Ásbjørn

norð fyri Herjaroy,

hvørki kom honum Gud í hug

ella tann heilaga moy.

 

9. So siglir hann Ásbjørn

norð fyri Herjalond,

hvørki kom honum Gud í hug

ella tann heilaga ond.

 

10. "Leggið her at landinum,

sum fjøran hon er stutt,

hetta man vera Brúsa høll,

ið beint í fjøll er upp.

 

11. Leggið her at landinum,

sum fjøran hon er slætt,

hetta man vera Brúsa høll,

ið beint í fjall er sett.

 

12. Her skulu tit liggja, mínir menn,

og gera so lítið av,

annan morgun vænta mín,

tá ið sólin roðar í kav.

 

13. Her skulu tit liggja, mínir menn,

gera so lítið gný,

annan morgun vænta mín,

tá ið sólin roðar í ský."

 

14. Ásbjørn gekk frá strondum niðan,

tað við ongar sveinar,

tá ið hann kom í hellið inn,

ikki var Brúsi heima.

 

15. Hann stjól burt hans gull og fæ,

so hans góðs og garðar,

hevði hann ikki stolið hans vápnaprógv,

tá mundi tað minst um vara.

 

16. Hann stjól burt hans gull og fæ,

hevði ei hondum hóv,

bar so aftur til strandar oman,

snekkjuna lagdi í sjó.

 

17. Tekur hann bæði gull og silvur,

sær í byrðar at binda,

klæði hans og vápnaprógv

hann letur at strondum rinda.

 

18. Ásbjørn kastar byrði sína

niður á grønan vøll:

"Eftir liggja handskar mínir

heima í Brúsa høll.

 

19. Eftir liggja handskar mínir,

teir ljóti eg at søkja,

er hann heima, Brúsajøkil,

tá man verða fløkja."

 

20. Svaraði ein av sveinunum:

"Vilt tú ráð míni tiggja,

siglum aftur til landanna,

lat teir handskar liggja."

 

21. Svaraði ein av sveinunum,

gull bar hann á hondum:

"Mangan gerast handskar slíkir

heima í várum londum."

 

22. Tí svaraði Ásbjørn,

snarliga hann sær vendi:

"Eg havi so leingi borið teir handskar

uppi á míni hendi.

 

23. Her skulu tit liggja, mínir menn,

gera so lítið av,

annan morgun vænta mín,

tá ið sólin roðar í kav.

 

24. Her skulu tit liggja, mínir menn,

undir grønari líð,

annan morgun vænta mín,

tá ið sólin roðar í ský."

 

25. Ásbjørn gekk frá strondum niðan

tað við ongar sveinar,

tá hann kom í hellið inn,

tá var Brúsi heima.

 

26. Tá svaraði Ásbjørn,

bæði vænur og vitur:

"Her liggja nú handskar mínir,

sum tú Brúsi situr."

 

27. Tú hevur tikið mítt gull og fæ

so mítt goðs og garðar,

hevði tú ikki tikið mítt vápnaprógv,

tá mundi tað minst um vara.

 

28. Tú hevur tikið mítt gull og fæ

hartil mítt skart og skreyt,

bart tað so til strandar oman,

næst at knørrur fleyt."

 

29. Tí svaraði Brúsajøkil:

"Verði her enn sum áður,

aftur lokist helli mítt,

eingin gluggi á."

 

30. Tí svaraði Brúsajøkil:

"Verði her enn sum fyrr,

aftur lokist helli mítt,

verði her ongar dyr."

 

31. So gingu teir innanhalla,

eykaðist meiri vandi,

traðkaðu teir so hellisgólv,

sum teir høvdu troðið í sandi.

 

32. So tókust teir hondum saman,

gjørdu snarpan leik,

so tróðu teir bjørgið niður

sum tað bleyta leir.

 

33. So var sagt, at Brúsajøkil

mikið megin fekk,

sipaði Ásbjørn á hallargólv,

so hálsur av liðið gekk.

 

34. Hann tók upp hans skinn og kropp

og kastar á hurðarás:

"Ligg nú her," kvað Jøkil so,

"í kvøld til øskukrás."

 

35. Ásbjørn skar so sára við,

tá hann gav upp ond,

tað hoyrdu hansara sveinar

niður til sjóvarstrond.

 

36. Svaraði ein av sveinunum,

so sárliga hann græt:

"Tað hoyrdi eg á røstini,

at Ásbjørn lívið læt."

 

37. Svaraði annar av sveinunum,

hetta nú hann segði:

"Tað hoyrdi eg á røstini,

at Ásbjørn lívið legði."

 

38. Sveinarnir, ið eftir vóru

sigldu sjógvin salta,

Ásbjørn fell í Brúsa høll,

út gekk gáta Galta.

 

39. Teir vundu upp síni silkisegl,

gull við ráum brann,

strika ei á bunka niður

fyrr enn við Noregs land.

 

40. Hegar í teirra snekkja

kendi fagurt land,

lótu síni akker falla

á so hvítan sand.

 

41. Lótu síni akker falla

á so hvítan sand,

tá var Ormar Tórólvsson

riðin niður til strand.

 

42. Tá var Ormar Tórólvsson

riðin niður til strand:

"Hvar er Ásbjørn, bróðir mín,

hann kemur ei fyrstur á land?"

 

43. Svaraði ein av sveinunum,

ið siglt hevði sjógvin salta:

"Ásbjørn fell í Brúsa høll,

út gekk gáta Galta."

 

44. Ormar snúðist teimum frá

bæði av ilsku og reiði:

"Tó skal eg á Herjalond,

eg komi ei aftur úr teirri."

 

45. Tá svaraði Ólavur kongur,

mælir fyri munni á sær:

"Kvittar tú til Herjalond,

lat meg fylgja tær.

 

46. Hoyr tú Ormar Tórólvsson,

tú kvittar til Herjaroy,

kom tú bæði Gud í hug

og ta heilagu moy.

 

47. Hoyr tú Ormar Tórólvsson,

tú kvittar til Herjalond,

kom tú bæði Gud í hug

og so ta heilagu ond."

 

48. So siglir hann Ormar

norð fyri Herjaroy,

bæði kom honum Gud í hug

og so tann heilaga moy.

 

49. So siglir hann Ormar

norð fyri Herjalond,

bæði kom honum Gud í hug

og tann heilaga ond.

 

50. "Leggið nú her at landinum,

sum fjøran hon er stutt,

hetta man vera Brúsa helli,

beint í fjallið upp.

 

51. Leggið nú her at landinum,

sum fjøran hon er slætt,

hetta man vera Brúsa helli,

ið beint í fjall er sett.

 

52. Her skulu tit liggja, mínir menn,

og gera so lítið av,

annan morgun vænta mín,

tá ið sólin roðar úr kav.

 

53. Her skulu tit liggja, mínir menn,

gera so lítið gný,

annan morgun vænta mín,

tá ið sólin roðar í ský."

 

54. Ormar gekk frá strondum niðan

alt fyri uttan vanda,

vøtnini gerast bleik og blá,

honum fyri eygum standa.

 

55. Tað var Ormar Tórólvsson,

gekk sær niður til strand:

"Fáið mær higar mín lítla bát,

eg nái ikki í hellið at ganga."

 

56. Ormar skeyt sín lítla bát

út frá hvøssum steini:

"Hoyr tú vándi Brúsajøkil,

eg verði tær at meini."

 

57. Ormar skeyt sín lítla bát

út frá hvøssum gróti:

"Hoyr tú, vándi Brúsajøkil,

tú skalt taka ímóti."

 

58. Væl slapp hann um vøtnini,

væl slapp hann av teim vanda,

hann sær ein so griman katt

fyri sínum eygum standa.

 

59. Ormar legði ørv á strong,

aðra og ta triðju,

køtturin tók mót øllum teim,

hann beit tær av um miðju.

 

60. "Tú gert ikki, ungi maður,

tínar ørvar oyða,

um tú skjýtur í allan dag,

tú fært meg ikki til deyða.

 

61. Tað var Ormar Tórólvsson,

hann heldur á brandinum bjarta,

rendi so fyri kattins bróst,

at oddurin stóð í hjarta.

 

62. Køtturin fell á jørðina niður,

verøldin tók at skelva,

út so lupu tey fimtan trøll,

tey ristu sínar bjálvar.

 

63. Tá var hjartað á Ormari kvikt

sum knívur í leysum skefti,

hann fekk dripið tey fimtan trøll,

tá var Brúsi eftir.

 

64. Ormar hevði tann sið á sær,

ið Ásbjørn hevði ei fyrr,

so er mær av sonnum sagt,

hann risti kross í dyr.

 

65. "Hoyr tú vándi Brúsajøkil,

tað tali eg til tín,

eg havi ongar bøtur tikið

eftir Ásbjørn bróður mín.

 

66. "Hann tók burt mítt gull og fæ,

so míni góðs og garðar,

hevði hann ikki tikið mítt vápnaprógv,

tá mundi tað minni um vara.

 

67. Tá svarar Brúsajøkil,

mælir fyri munni á sær:

"Tú hevur dripið mín besta køtt,

var komin av sjálvum mær."

68. Til tess svaraði Ormar sterki,

ilt er skap at eggja:

"Vit skulum Ásbjørn prúða

javnt við  køttin leggja."

 

69. Ganga teir um hellisgólv,

eykaðist vandi meiri,

so traðkaðu teir hellisgólv

sum tað var bleyta leir.

 

70. Tá var brak í Brúsa høll,

Ormar komst á knæ:

"Av Gudi signaður Ólavur kongur,

dugna veit tú mær!

 

72. Eg skal tæna Ólavi kongi

í mín allan aldur,

vil Gud meg úr neyðum loysa,"

lovaði sá brinjubaldur.

 

73. Til svaraði hann Brúsajøkil,

rópar nú alvæl hátt:

"Tann, tú hevur í kjafti á tær,

hann er ikki her í nátt."

 

74. Tá var rómur í hellinum,

Brús fell á knæ,

so kluvu teir bergið niður

sum tað bleyta træ.

 

75. So var skeggið á risanum sítt

sum síðasta tagl á hesti,

Ormar setti føtur í fjall,

nú eru handafestir.

 

76. So var sagt,at Ormar sterki

mikið megin fekk,

báðar hendur í risans skegg

og føtur í fjallið setti.

 

77. Hann reiv av honum skeggið alt,

kjøtið inn at tonnum,

enntá toktist Brúsajøkil

frálíkur øðrum monnum.

 

78. Hann reiv av honum skeggið alt,

kjøt og kjálkafyllu.

"Eya meg," segði Brúsajøkil,

"nú gerast leikir illir.

79. Skeggið ræð at príða meg,

vænt var tað og tekt,

tríggjar reisur á hvørjum degi

tað yvir gullroyki hekk.

 

80. Skeggið ræð at príða meg,

er tess virði full,

tríggjar reisur á hvørjum degi

prýddi eg tað við gull."

 

81. So var sagt, at Ormar sterki

mikið megin fekk,

hann sipaði risan á hellisgólv,

so hálsur úr liði gekk.

 

82. Brúsi skar so sárliga við,

tá hann fekk banasár;

hetta hoyrdu Ormars menn,

niðri á skipum lá.

 

83. "Hetta var ikki Ormars røst,

ið nú mundi ganga til deyða,

signað veri móðirin,

bitan í munnin legði."

 

84. So gekk Ormar innanhalla,

rívur upp grót og grund,

tríggjar steinar í barmá sær,

og hvørs tóð meiri enn pund.

 

85. Tríggjar steinar í barm á sær,

tann hin ríki álvur,

tveir gav hann sankt Ólavi kongi,

tann triðja hevði hann sjálvur.

 

86. Eg vil tæna tær, Ólavur kongur,

ævi og allan aldur,

um enn eg livi híðaleysur,"

segði tann brynjubaldur.