Bukkutátturin
1. :,:Ein vísa lýðandi
alt upp á há.
Alt um ta bukkuna
sum til vanlukkuna
her gekk ífrá:,:
2. Eg tók hana í hendurnar,
og hon var full,
so illa skvampaði,
og hartil dampaði
tað tvað av ull.
3. Eg hevði mær
so ring ráð til tøð,
men tað var ongin vandi
at sanka saman landið
og leska mín bø.
4. Og hetta mundi vera
um ein leygardag,
eg fór mær so stillandi,
ikki var burturspillandi
hetta súra tvag.
5. Meðan eg nú oman
eftir teigunum gekk,
eg gleið eftir nakkanum
og bukkan út av bakkanum,
tann klams hon fekk.
6. Meðan eg nú sat
har á bakkanun og græt,
eg sá, hvussu stavirnir
teir fuku í glaðurnar
og skiltust at.
7. Mín góða bukka,
nú skiltust vit at,
fullvæl eg tað visti,
at mín ónda systir
bar til tín hat.
8. Eg sansaði ikki straks
til at fara eftir bát,
eg stóð bara og kurraði,
mínar hendur snurraðu
við sukk og grát.
9. So gekk eg mær til Jákupsar,
tað var mítt mið;
eg bað hann ydmygelig
og så usigelig
at læna mær bát.
10. Og Jákup hann meg hvesti
og beit saman tenn:
"Uden tu forsamler
både unge og gamle,
átta útvaldar menn."
11. Så løb jeg om staden
ligesom en hund.
Jeg derom vankede
og sammensankede
otte i en skund.
12. Teir fóru eftir hamrinum
alt í ein hast,
drógu bátin úr neysti
við fullgóðum treysti,
so at grúan brast.
13. So lættliga báturin
eftir hamrimum gekk,
eftir ongum lunni:
Pól við naknum drunni
á stavninum hekk.
14. Jákup setti seg í rong,
sær eystur eftir grunn.
"Antin er hatta æður
ella landbukkustavir
ella bukka tín?"
15. So góvu teir bátinum
eitt fullkomið dik.
"Eg man so illa síggja,
við mínum eygum glíggja,
er tað sjórikið spik?"
16. Ein óhent landbukka
var hetta fyri meg.
Eg var vátur sum hundur,
tá ið bukkan gekk sundur
- Á sukk, Á ve!
17. Jákup situr í rongini,
rættir út sín murt,
við eygunum glíggjar:
"Eg man so illa síggja,
er hatta bukka tín?"
18. Og nossini tey darla
aftur undir rong,
tey vóru niðursmokkaði
sum kúlvur undir klokkuni
pá den arma drong.