Einars ríma
Hósis
dóttir Kjartani unti,
høvdu
tað menn á orði;
untist
tað honum ein vænari moy,
í
Tróndheimi í Noreg.
Há trummar í høll,
hermenn ríða fram.
Jomfrú leikar í lundum
við tann edilmann.
2.
Hósis dóttir Kjartani unti,
mongum tað illani
tókti,
untist
tó honum ein vænari moy,
frú
Marita kongsins dóttir.
3.
Eina veit eg rímuna,
vil eg
fyri tær greina,
Ólavur
kongur í Tróndheim norð,
so
reystar hevur hann sveinar.
4.
Kongur hevur ein ungan mann,
Einar
vil eg hann nevna.
Vænur er
hann og vøksturligur,
væl
kann boga spenna.
5.
Kongurin situr yvir breiðum borði.
Sólin
brandar víða,
talar
hann til Einar unga:
"Tú
skalt á skógar ríða."
6.
Kongurin gongur í borgarsali,
hann
sá eftir sævarbylgju:
"Eg
skal fáa tær fimtanhundrað,
við tær
á skóg at fylgja."
7. Riðu
teir eftir Áskóg norður,
man
meg rætt um minna:
Tá
teir komu undir Dovrafjall,
tá
tók dagur at dimma.
8.
Allir stóðu kongsins menn,
teir
tóktust komnir í vanda,
sóu
teir har á grønum vølli
ein
griman risa standa.
9. Risin
so til orða tekur,
tóktist
hava kent:
"Hoyr
tað reysti Einar ungi,
hvør
hevur teg higar sent?"
10. Til
tað svaraði Einar ungi,
hann
kvaðst ei longur tiga:
"Ólavur
kongur í Tróndheimi,
hann
hevur sent meg higar."
11.
"Hevur hann teg higar sent
at
standa í stórum vanda,
eg eigi
jørð og aldanskóg,
hetta
vil eg behalda."
12.
Risin so til orða tekur,
letur so
orðum líða:
"Her
skulu tit kongsens menn
í sma
stað mær bíða."
-----------------
13. Tað
var hesin grimi risi,
við
so miklari ferð,
gekk
hann sær í hellið inn
at søkja
sær skjøld og svørð.
14.
Risin kom av helli út
við so
mikið hól,
niður
feldi hann fimtanhundrað,
áðrenn
upprann sól.
15.
Niður feldi hann fimtanfundrað,
eingin
vann honum mein,
eftir
ríður á grønum vølli
Einar,
kempan ein.
16. Einar ríður á grønum vølli,
kinn
ber hann so baldan:
"Tað
frættir ei Kristin kongsins dóttir,
at eg
skal undan halda."
17.
Einar ríður á grønum vølli
við
svørð og brynju blá.
síðan
helt mót risanum,
tá
gingu kostir á.
18.
Einar reiggjar svørðið hátt,
um tit
vilja mær trúgva,
ætlaði
hann á risanum
høvur og
hjálm at klúgva.
19.
Einar reiggjar svørðið hátt,
ætlaði
til so fast,
tað
fleyg burtur av risana hjálmi
og
sundur um miðju brast.
20.
Einar ríður á grønum vølli,
hann
lítur niður for seg:
"Ólavur
kongur av Noregi,
illa
sveik tú meg."
21.
Einar stendur á Áskóg norður,
blóðugur
upp til knýggja;
illa tókti honum tað,
at hann
skuldi undan flýggja.
22.
Einar ríður á Tróndheim suður
við
einum brotnum spjótið;
Ólavur
kongur av Noregi
hann
gekk honum ímóti.
23.
Kongurin so til orða tekur,
tá ið
hann mannin kendi:
"Einar,
hvar er liðið tað,
sum
eg á skógin sendi?"
24. Til
tað svaraði Einar ungi,
blóð á
akslum fleyt:
"Her
tú síggja skalt tað svørð,
sum eg
við risan breyt."
25.
Kongur so til orða tekur:
"Lat
tær einki ekka!
Gakk tú
inn í høllina
tann
brúna mjøð at drekka."
26.
Einar situr við breiða borð,
hann
lítur at føgrum vívi:
"Nú
er eingin í Noregi,
ið risan
tekur av lívi."
27. Eina
ro til orða tekur,
mælir so
fyri sær:
"Eg
vildi, at Kjartan Ólavsson
her í
Tróndheimi var."
28.
Svaraði ein so gamal maður,
studdist
fram á fold:
"Deyður
er Kjartan Ólasson
og
lagdur í døkka mold."
29.
Svaraði tá ein annar maður:
"Har
var eg í fjør,
deyður
er Kjartan Ólavsson
og
liggur í heiðin jørð."
30.
Marita yvir borði stóð
við
sínar moyggjar tólv.
Tá ið
hon hoyrdi Kjartans deyð,
hon svímar á
hallargólv.
31. Reistu teir hana
við borðið upp
kongsin
mangir menn,
lindin
dró fyri hjartað inn
og blóð
úr næsum fleyt.
32. Tað
var frúgvin Marita,
hon mælir orðum fjól:
"Skamm fái Guðrun
Hósis dóttir,
sum
brand úr slíðra stjól.
33. Eg
tók upp úr máldrykkju,
Kjartani
brandin gav,
av
silvuri, settur við dýrar steinar,
gripur
úr gulli var.
34.Eg
tók upp úr máldrykkju
silvurslíðrar
at bimda;
hann
fekk ikki víggjasár,
ið bar
mín brand við linda."
35. Tá
mælti sami gamli maður,
glógvar
í gulli reyður:
Enn
eru kappar í Íslandi,
um
Kjartan hann er deyður."