Flóvin Bænadiktsson

 

1. Árla var um morgunin,

sól tók fagurt at skína:

Marita snúðist av hallini út

við fylgismoyggjar sínar.

 

Lat meg sova á tínum armi,

ríka jomfrúa.

 

2. Árla var um morgunin,

roðar fyri sól:

Marita snúðist av hallini út

við fylgismoyggjar tólv.

 

3. Marita snúðist av hallini út

við fylgismoyggjar sínar,

Møtti henni Flóvin Bænadiktsson

undir so grønar líðar.

 

4. Tað var Flóvin Bænadiktsson

hann tók hana í sín favn:

"Gud fyriláti tær, søtan mín,

tú lovaðist øðrum manni!"

 

5. "Faðir og móðir meg burt góvu,

so mínir frændur fleiri,

tá kom sorgin í mítt bróst

og ikki gleðin meiri.

 

6. Faðir og móðir meg burt góvu,

so mínir frændir flestu,

tá kom sorgin í mítt bróst

og ikki gleðin besta."

 

7. "Hoyr tú, frúgvin Marita,

lætta av angist og trega!

eg skal sláa Hermann í hel

og med teg av landi draga.

 

8. Hoyr tú, frúgvin Marita,

er tað við tín vilja?

eg skal sláa Hermann í hel

og teg frá honum skilja."

 

9. "Hoyr tað, Flóvin Bænadiktsson,

tað er ikki við mín vilja!

tann sami Gud os saman kom,

hann kann os best at skilja."

 

10. Marita snúðist haðan burt

í tí sama orði,

hon kom ikki fyrr til hallar heim,

enn Hermann sat yvir borði.

 

11: "Hoyr tú, frúgvin Marita,

hví hava tíni eygu so runnið?

tú hevur verið við kirkju í dag,

og Flóvan hevur tú funnið."

 

12. "Eg var meg við kirkju í dag,

men Flóvan ikki fann,

har misti eg mínar gullringar burt

og so mítt reyðargullband.

 

13. Hoyr tað, harra Hermann,

hvat eg beri fyri brósti:

vegin er mín sæli faðir,

forðum drongur treystur!"

 

14. "Hoyr tú, frúgvin Marita,

lætta av angist og trega!

eg skal ríða á markir út

hans banamann at vega."

 

15. Tann fyrsta píl, í skóginum var skotin,

hon var gjørd av stáli,

hon fleyg fyri harra Hermanns bróst,

hon stansaði hans máli.

 

16. Tann onnur píl, í skóginum var skotin,

hon var skotin av treysti,

hon fleyg fyri harra Hermanns bróst,

hann fell av sínum hesti.

 

17. Svaraði harra Hermann,

hann fell av hesti sínum:

"Harra Gud faðir av himmiríki

heilsi mær Maritu míni!

 

18 Harra Gud faðir av himmiríki

heilsi mær Maritu míni!

bæði væl og høviskliga

behaldi hon ævi sína!"

 

19. Gevið ljóð og lýðið á!

eg kvøði sum eg kann:

syrgilig bóru tey boðini

fyri Maritu fram.

 

20 Frætti tað Flóvin Bænadiktsson,

hann sat í búnum talvi:

deyður er harra Hermann,

so reystur drongur av alvi.

 

21. Tað var Flóvin Bænadiktsson,

hann sópaði talvið saman,

biður gott fyri riddarans sál,

helsti var hann gamal.

 

22. "Saðlum várar hestarnar,

og ríðið undir oy!

nú skal festa einkjuna,

eg fekk hana ikki moy!

 

23. Saðlum várar hestarnar,

ríðið gjøgnum lund!

nú skal festa einkuna

tað hitt væna sprund."

 

24. Flóvin býður Maritu

í song við sær at liggja;

Takk havi frúgvin Marita,

hon vildi ei tað boð tiggja!

 

25. Hon gav seg í nunnukloystur

við so góða trú,

onga tíð á ævini

livir hon sum nú.