Gongu-Rólvs
kvæði
1. Eina
veit eg rímuna,
inni
hevur ligið leingi:
Ingibjørg
hevur oss fróðskap kent
at
ríma um reystar dreingir.
Orlov biðjum vær, ærligir
menn.
Dans skulum vær fremja,
tað er ikki dagur enn.
Orlov biðjum vær.
2. Ingibjørg hevur oss fróðskap kent,
at ríma um reystar dreingir,
fornar kempur av Noregi,
sum gitið man vera leingi.
3. Fornar kempur av Noregi,
sum dømini hava stór,
lótu byggja feigan knørr
mánað fyri jól.
4. Lótu byggja feigan knørr
mánað fyri jól,
nevndur er teirra stýrimaður,
hann eitur Snorri fót.
5. Illgerð-Steinur og Árnar-Bjørn
báðar kann eg nevna,
lata byggja feigan knørr,
til Grønlands vilja stevna.
6. Brøður fóru á skógir burt
eina morgun tíð,
funnu teir eitt fagurt træ,
teir lata knørr at smíða.
7. Knørrur vµôF|ÁôF|€ö0_på_ÊG|__ _
fyri kongsins landi.
---------------
12. Snorri kemur inn árla morgun,
konur man hann grøta:
"Hvør ið siglir Grønlandsfjørð,
ymiskt man honum møta."
13. Vundu upp ein hvítan dúk,
út í havið settu,
mikil var tann mannamúgva,
ið stóð á landi eftir.
14. Tá steig mangur feigur fótur
út av Noregs landi,
sigldu so í havið út,
sum sólin fagurt brandar.
15. Løgdu inn í Íslandi,
høvdu mangt at kvitta,
fullgóðan høvdu teir viljan til
formannin at skifta.
16. Teir komu sær so síðla dags,
fátt var fólk á gongd,
har kom fram ein gamal maður
við ungum syni við hond.
17. Har kom maður av bergi oman,
Máur æt hann á Mýri:
"Gerið væl við mín yngsta son,
hann kann væl knørri stýra."
18. Hildu undan Íslandi
úr tí havnalagi,
tóku inn unga gongu-Rólv,
hann kemur nú fyrst í kvæði.
19. Tá var veður á sjónum hart,
Rólvur setst við stýri,
vundu seglið í húnar hátt,
og fram gekk knørrur dýri.
20. Tá var veður á sjónum hart,
sveinar halda í hond,
Ísland er sum fuglur at sjá,
aldan fjalir land.
21. So var veður á sjónum hart,
eldur reyk á tongum,
hvíta gás við grunnin vóð,
tá tognaði seymur í rongum.
22. Vindur kom av rustum niður,
brakar í súðum hátt,
hvíta gás við grunnin veður
bæði dag og nátt.
23. Báran brýtur, Ísland trýtur,
hurrar í hvørjum streingi,
aldan breyt í bæði borð;
allvæl dugdu dreingir.
24. Fingu ein so stóran sjógv,
Rólvur stóð við stýri,
aldan breyt í húnborða hátt,
tá bliknaðu dreingir dýru.
25. Fingu ein so stóran sjógv,
øllum tókti undur,
seglini fullu á bunkan niður,
togini gingu sundur.
26. Tá tók at bendast í breiðum báti,
skulvu borð og bitar,
viltust norð í Trøllabotn,
har gekk teim súrt við slitur.
---------------
27. Risin kemur úr fjalli oman,
trívur um stavnar báðar:
"Eg eigi vík og havnalag,
hvør vil sínum ráða."
28. Tað var fyrsti av teirra monnum,
skyldi upp at ganga,
hann var kiptur av tilju niður,
snarliga misti anda.
29. Tað var annar av teirra monnum,
skyldi upp at gá,
hann var kiptur á tilju niður,
deyður fell hinum hjá.
30. Eg kann ei við orðum greina
teirra tungu neyð;
trý hundrað mans á knørri doyðu,
treyt hvørki drekka ei breyð.
31. Eg fái ei við orðum greitt,
hvat teir allar hefti,
tá svav fátt á teirra mál,
tríggir livdu eftir.
----------
32. Illgerð-Steinur og Árnar-Bjørn,
gongu-Rólvur hin triðji,
laða gull í barm á sær,
teir ganga frá deyðum liði.
33. Hvør er treyður frá veraldar eyð,
minni kemst til handa,
laða gull í barm á sær,
teir ræða frá skipum at ganga.
34. Gingu fullar átta dagar,
frysti við jøkilstræti,
hvør ið kemur í tílíka neyð,
hann missir gleði og kæti.
35. Niður setist Illgerð-Steinur,
kølna tóku hendur og føtur:
"Tað sær eg," segði gongu-Rólvur,
"tú býður tess ikki bøtur."
36. "Verður tær tess eyðið,
tú kemur til Noregs heim,
heilsa bæði vinum og frændum,
kanst tú mál at greina.
37. Her gravi eg mítt gull og fæ,
tað man ongan saka."
Tá kvaðst við á baki hans:
"Eg skal burtur taka."
38. Tí svaraði gongu-Rólvur,
neig seg niður til knæ:
"Svørji tann eið á míni trú,
nú havi eg byrðar tvær."
39. Gingu fullar átta dagar,
frysti við jøkilstíg,
hvør sum kemur í tílíka neyð,
hann lær ikki allan tíð.
40. Niður setist Árnar-Bjørn,
kølna tók hond og fót.
"Eyða meg," segði gongu-Rólvur,
"tú býður tess ikki bót"
41. "Verður tær tess eyðið,
tú kemur til Noregis líð,
heilsa bæði vinum og frændum,
tú lova ikki roysni mítt."
42. "Her gravi eg mítt gull og fæ,
tað man ongan saka."
Tá kvaðs við á baki hans.
"Eg skal burtur taka."
43. Tí svaraði gongu-Rólvur,
neig seg niður til kníggja:
"Svørji tann eið á míni trú,
nú havi eg byrðar tríggjar."
44. Tá eykast honum gongu-Rólvi
meiri angist og vanda,
tá ræð hann í átjan dagar
í kólmyrkri at ganga.
45. Rólvur gekk tá átjan dagar
langa leið og drúgva,
eld sá hann í fjalli brenna,
høgar neistar flúgva.
46. Grevur hann gull í sterkan heyg,
tekur nú trøllum at banna:
"Ligg her aldur og alla ævi,
njóti tín eingin manna."
47. Grevur hann gull í sterkan heyg,
tekur nú trøllum at blóta:
"Ligg her aldur og alla ævi,
eingin skal tín njóta."
48. Tí svaraði
gongu.Rólvur:
"Úti má ikki standa,
hvørt her byggja trøll ella fólk,
eg fari her inn at ganga."
49. Rólvur gekk í skálan inn,
sum stór sat kona við eld:
"Vesælur vættur, dvølst hjá mær
og verm tín frosin feld.
50. Vesælur vættur dvølst hjá mær
og verm tín frosin bein,
kemur hann Rosmar risin heim,
hann sprytar teg upp á tein."
51. Hon reiv av honum frosna váð
og sett at eldi at dasta,
glerið lá um beinini niðri,
ei var í gulli glæstra.
52. "Tað sær eg á tínum eygum tvá,
tú ert av menskum monnum,
sig mær, frægur, heiti títt,
hvaðan ert tú av sonnum?"
53. "Eg eri alin á Íslandi
við alskyns mekt og prýði,
nevndan hoyrdi eg faðir mín,
Máur æt hann á Mýri."
54. "Er hann so sannur faðir at tær,
sum tú hevur fyri mær nevnt,
ónt hevur teg av leiðum borið,
óbeint hevur tú stevnt.
55. Er hann so sannur faðir at tær,
sum tú hevur fyri mær svorið,
samborin erum vit systkin tvey
bæði til kals og konu.
56. Eg eri so vøn við trøllagleim,
angur kann eg ikki virða,
mær er vandi til handar komin,
hvar skal eg Rólv teg hirða?"
57. Førdi hon hann í skinnini grá,
hon hevði ei onnur klæði,
feldi hann so í tætta urð,
sum hann í steini væri.
58. Rólvur liggur í urðini,
lýðir á trøllatáttum,
oman ruddu dalar og fjøll,
tá risin kom heim á náttum.
59. Oman ruddu dalar og fjøll,
tá risin kom heim á kvøldi,
enntá tókti gongu- Rólvur
liva við lítið veldi.
----------
60. "Eg gangi ikki so út og inn,
eg kenni ei beiskum brondum,
Hilda, hevur tú krásir veitt,
tú greið tær snart av hondum."
61. "Hvat skal mær til krásir vera
uttar á hurð at hitta,
eg havi ei krásir at veiða tær,
tú kanst tað ikki kvitta."
62. "Mann havi eg á reka funnið,
hoyr meg Hildan svinna,
eg tapti ein av hundrað tólv,
eg kann hann ikki finna.
63. Mann havi eg á reka funnið,
tapt ein av hundra tólv,
tá ið eg stóð fyri aftan stýrið,
hoyrdi eg nevndan Rólv!
64. Eg gangi ikki so út og inn,
tað rýkur av beiskum ranni,
tað er í mítt helli komið,
eittans bein úr manni."
65. "Hvat skal mær til krásir vera,
heima siti eg ein,
kráka fleyg yvir ljóðara í dag,
hon feldi mannabein.
66. Kráka fleyg yvir ljóðara í dag,
hon feldi mannabein,
hon kastaði tað inn, eg kastaði tað út,
eg var ikki til tess sein."
67. "Eg gangi ikki so út og inn,
eg kenni ei beiskum brondum,
Hilda, hevur tú krásir veitt,
tú greið tær snart av hondum!"
68. Tekur hon hendur um risans háls,
og kallar hann søtan sín:
"Hvussu mundi tær verið við,
um her kom bróðir mín?"
69. "Kanst tú mær hann heilan greið,
kanst tú við at víkja,
eg skal svørja tær trygdareið,
eg skal hann ikki svíkja.
70. Kanst tú mær hann heilan greiða,
lat tað nú so verða,
eg skal svørja tær tryggan eið,
eg skal honum einki gera."
71. Setur hon Rólv á risans knæ
við so lítlari prýði,
ikki var klappan á holdi mjúk,
tað brotnaði bein í síðu.
72. Tekur hon Rólv á risans knæ,
setur á hellisgólv:
"Tað stendst ei barnið klappan tín,
fáum kanst tú hóv."
73. Hann bar honum fram oksalær
alt við ongan vanda,
Rólvur kendi falligt merki
á hesum kosti standa.
----------