Grái táttur 

 

 

1. Tað var um eina miðja nátt,

mánin í Gøtu skín.

Líggjas vaknar í sínari song,

hann fram á gólvið trín.

 

Nú siglir Líggjas

við sín fríða knør

fyri Klakk og Gøtunes

at verja bóndans jørð.

Nú siglir Líggjas.

 

2. Talar hann á ein lítlan svein,

Lias Sofus tey kalla:

"Kynd tú vita á Mjóvanesi,

á Tyrli og Støðlafjalli."

 

3. Bøndur sóu vitarnar,

á Eysturoynni brunnu;

kirkjubømenn og nólsoyingar

hvørr um annan runnu.

 

4. Nú var ei at dvølja á føti,

hildurshanar láta.

Kvittaðu so til Gøtu norður,

moyggjar og møður gráta.

 

5. Kvitta teir til Syðrugøtu,

har skal fylkjast liðið;

summir sigldu, og summir róðu,

aðrir runnu og riðu.

 

6. Líggjas greiðir kappum frá,

lýsir miklan vanda:

"Kongsins menn og sendiboð

á Myrkjanoyri standa.

 

7. Her er komið bræv og boð

við posti norðan úr Bø:

Teir skulu taka eitt runudíki

frá Hans á Biskupsstøð."

 

8. Tað er henda sama morgun,

Líggjas býðst til ferðar,

Norskulóg í hondina

og Gráubók um herðar.

9. Tá ið hann fór av durum út,

hann heilsar síni frú:

"Hann skal mangur bleikur liggja,

í morgin ríður av búð."

 

 

10. Gongur hann til strandar oman,

kappar í hølum floymdu;

rívur hann upp tær neystahurðar,

ið bóndaknørrin goymdu.

 

11. Tóku teir út bóndaknørrin,

út í kláran dag;

tá vaks gras á barkanum

og mosi á hvørjum knæ.

 

12. Líggjas leggur í bátin inn

skjáttu við ferðarmati,

veðrasperil til nøglu setur.

Slíkt er bóndalæti.

 

13. Flota teir ta snekkjuna

fyri Gøtusandi,

Líggjas leypur í eystrið inn,

hinir standa á landi.

 

14. Líggjas tekur til orða svá,

hann lítur á saltan flógva:

"Her kemur eingin innanborða,

ið ei kann trúskap prógva."

 

15. Tekur hann upp ein slíðraknív

við so lítið ljóð;

sker hann seg í armin sín:

"Vit skulu blanda blóð."

 

16. Fyrst trein fram ein gamal maður,

nevndi seg Jóannes jall:

"Vit hava áður blandað blóð,

nú skulu vit blanda gall.

 

17. Geip so eitur mítt góða svørð,

søkt í fjalli inni;

manga hevur tað skilamann

skilt við vit og minni."

18. Fram steig Páll í Kirkjubø,

hann heldur á blástum kíki:

"Eg eri royndur í mongum vási,

eingin er mín líki.

 

19. Eg bar jarn á Dannebrog,

tá bliknaði mangur skalli;

sterka Dánjal í Seyrvági

eg tók undir Skælingsfjalli."

 

20. Tekur hann upp ein slíðraknív

við so mikið gaman,

sker hann seg í armin sín

- so væl runnu sveitar saman.

 

21. Næsti maður úr flokki trein,

hann bar stav í hendi:

"Eg eiti Jóannes Danielsen,

borin á brøttum lendi.

 

22. Tá ið eg fór av Velbastað,

tá bjóðst eg ei við frið,

svørðið hjá Ívar Beinleysa

eg spenti við mína lið."

 

23. Tekur hann upp ein slíðraknív

við so lítið gaman,

sker hann seg í armin sín,

men ei runni droyrar saman.

 

24. Tá gerst Líggjas ógvisligur:

"Her er svikaferð!"

Maðurin biður fyri sær,

hann innanborða er.

 

25. Triði maður úr flokki trein,

hann bar spenni við knø:

"Í víggi eiti eg Managarmur,

doyptur Pætur á Trøð.

 

26. Eg eri mær úr Skálavík,

havi hvønsmans tokka:

tí eri eg til Gøtu komin,

at vitar hava meg lokkað.

 

27. Tekur hann upp ein slíðraknív

við so lítið gaman,

sker hann seg í armin sín,

men ei runnu droyrar saman.

28. Líggjas rísnar á øðrum sinni,

sum boði brýtur í skúmi.

Maðurin leyp í bátin inn

og settist í rangarúmið.

 

29. Mælir Líggjas høvdingur,

hann gerst í huga trongur:

"Ei vil eg á hesum sinni

blóðið blanda longur.

 

30. Tykir mær tað løgið vera

- slíkt megu nornur kenna -

einans sveiti úr Kirkjubø

saman við mín vil renna."

 

31. Har komu fleiri nólsoyingar,

bæði stuttir og langir:

"Sleppið okkum til ferðar við,

vit eru raskir dreingir.

 

32. Vit eru vanir at fleyga fugl,

royta og kryvja seið.

Bjóða tit okkum á hildarfund,

so siga vit ikki nei."

 

33. Tá reis maður úr tara upp,

hann hevði ligið og sovið:

"Eg eri ein av lorvíksbóndum,

Sámal í Jógvansstovu."

 

34. "Tú skal vera vælkomin

hjá mær og mínum monnum:

einasti maður í Eysturoy,

ið fylgir mær av sonnum.

 

35. Trínið nú, kappar, í bátin inn,

tað geldur bóndans jørð;

Jóannes gamli skal stýrið taka

yvir Lorvíksfjørð."

 

36. Vundu teir upp eitt gamalt segl,

stikað við reip og rá,

sigldu so til Klaksvíkar,

sum søgur ganga frá.

 

37. Løgdu út av Gøtuvík,

slíkt eru menn í vási,

veltu upp tann stilla vág,

at brimið stóð í grasið.

 

38. Sjódregil stendur á Gøtunesi,

mælir við bøndur svá:

"Farið ikki til Klaksvíkar,

tað eru míni ráð!

 

39. Eg kann minnast allar menn

frá Gøtutrónda fræga.

Mætir forðaðu aldri teim,

ið bøttu um oydnan haga..

 

40. Tað sigi eg tær, Líggjas bóndi,

tú eigur hesa ferð,

forðar tú manni at grønka land,

tað er ikki kallmansgerð.

 

41. Tú bindur ikki alduna,

á Gøtunesi brýtur,

líka lítið mannin tann,

sum haka í hagan skjýtur."

 

42. Til tað svaraði Líggjas bóndi:

"Eg líti á mátt og megi.

Tað skal prógva orku mína,

sum hendir á hesum degi."

 

43. Tá reis upp eitt streymabár,

tað gjørdi so lítið av.

Allir spýðu bøndurnir,

og dregilin fór í kav.

 

44. Tá reis upp eitt streymabár

- tó annars eingin ødn;

bliknaðu allir bøndurnir,

teir reinsaðu hvørja gørn.

 

45. Løgdu teir á Lorvíksfjørð,

teir bæði róðu og sigldu;

kvittaðu so til Klaksvík norður,

tað gekk, sum Líggjas vildi.

 

46. Taka teir land á Biskupsstøð,

reystu bóndamenn.

Fyrsti táttur úti er,

men meira er eftir enn.

 

 

 

 

 

Annar táttur

 

47. Hanus bóndi á Biskupsstøð,

víða gitin í verkum,

situr og roykir blákardús

á sínum borgum sterkum.

 

48. Talar hann á faðir sín:

"Hygg í gluggan víða;

Sær tú nakrar frægar kempur

higar at borgum ríða?"

 

49. Til tað svarar faðir hans,

hann lítur yvir egg:

"Tussi kemur av Norðtoftum,

grógvin í gamalt skegg.

 

50. Tussi kemur av Norðtoftum,

ógvisligur at líta,

kotið røkkur til jarðar niður,

hann treður á skeggið hvíta."

 

51. Mælir reysti Hanus bóndi:

"Slíkt er nýtur gestur!

Sær tú onga róðraskútu

sigla for Galvin eystur?"

 

52. "Eg síggi segl og drekastavn,

tað glæsir av rakkarhúna;

vera man reysti Andras bóndi

úr Uppistovu í Kunoy."

 

53. Tá kom frøi á Hanus bónda,

hann rópar av allari makt:

"Sær tú Andrass Seyðaberg!

Tað vildi hann Dávur sagt!"

 

54. "Tríggjar síggi eg oyrabøndur

so stásiliga ríða;

sólin glæsir á gyltan hjálm

og á teirra brynju síða.

 

55. Fyrstur ríður Jósias,

hans gangari er ein kvíga;

síðan sjálvur Jústinus,

á tarvkálvinum fríða."

 

 

56. Braka tók í hallardurum,

tað skorast av breiðum herum;

klingar hvølt av brýndum stáli,

inn trein Jákup í Gerðum.

 

57. Borgin skelvur á øðrum sinni,

tær hornasúlur rivna,

inn trín annar av gerðabóndum,

Andrass skulu vit nevna.

 

58. Upp steig reysti Hanus bóndi,

hann bað teir sælar sita:

"Hann er eingin av kongsins monnum,

ið tykkum torir flyta."

 

59. Tá komu inn tveir smærri menn,

Palli og Hans í Vági;

holdið mjúkt sum moynnarkinn,

og blítt er eygnabráið.

 

60. Til tað svarar Hanus bóndi,

tað fellur so væl í lag:

"Tit eru góðir til ífyllu

- onkur skal vera til tað."

 

61. Tá kom har ein gamal maður,

skegg bar hann á kinn:

"Eg síggi eina so stóra skútu

sigla for Varpið inn."

 

62. "Sær tú eina so stóra skútu

inn um Varpið líða;

vera man Líggjas og kappar hans

í dag við mær at stríða."

 

63. Talar hann á sendiboð

bæði við gleði og gleim:

"Ríð tú tær til strandar oman

og bjóða teim øllum heim."

 

64. Leggja segl og siglutræ,

taka stýrið frá,

fatla bátin í Stangabrúnna

við høftum og hosnatráð.

 

65. Mælir Líggjas hertúgin:

"Tungligt er at rógva.

"Eg havi fingið árabløðrur

bæði á rass og lógva."

66. Allar reisast kempurnar,

ganga niðan frá.

Tá kemur bóndans sendiboð

og tekur til orða svá:

 

67. "Hanus býður yðrum heim

í høll við sær at sita:

Tit eru komnir langa ferð

og treingja til ein bita."

 

68. Uppi í miðjum hallartúni

aksla teir kotið grá,

strika hatt av høvdi á sær

og inn í skálan gá.

 

69. Líggjas gongur for Hanus fram,

rættir honum hond:

"Vit eru komnir í vápnaleik

at verja tíni lond."

 

70. Svarar Hanus á Biskupsstøð,

honum rann tár á kinn:

"Signað veri tín búk og bein

og so títt bleika skinn!

 

71. Sessist nú við trogini,

fríðu bóndakallar.

Sita skal Líggjas ovast við borð,

tí hann er ein yvir allar."

 

72. Setast teir at borðunum,

bodnar kostir at eta;

ellivu vóru teir seyðakroppar,

tey mundu á borðið seta.

 

73. Leggja teir at kjøtinum,

nýta fornan sið,

skeinkja mjøð í breiðar skálir

og drekka aftur við.

 

74. Líggjas reisist frá borði upp

við mjaðarhorni í hond:

"Her eru komnir kongsins menn

at taka grót og grund.

 

75. Mosa, lyng og deyðasinu

teir vilja úr haga týna;

tí skulu allir Føroya bøndur

royna orku sína.

76. Mosa, lyng og deyðasinu

týna teir av sonnum,

fyri eplir og feitigras

hjá ognarleysum monnum.

 

77. Ríðið tí i hernaðin

glaðir for uttan iva;

vit vilja allir í Føroya søgu

ár og øldi liva."

 

78. Líggjas hevjar mjaðarhornið,

so er greitt fyri mær,

biður allar, ið inni eru,

drekka skál við sær.

 

79. Setur hornið á sín munn,

sum tað var aður siður;

einans tvær av kempunum

fingu drykkin niður.

 

80. Yvri dró at Líggjasi,

hann letur av reiði renna:

"Her er mangur svíkjari,

tað man eg á mær kenna.."

 

81. Svarar Nils í Heimistovu,

ið mest vildi hava frið:

"Eg havi ilt í búkinum,

tí drakk eg ikki við."

 

82. Upp steig Andrass Seyðaberg,

lættur er hann á fóti:

"Eg drekki ikki hesa skál,

hon býður mær ímóti."

 

83. Svarar Hans á Biskupsstøð,

festir svørð í slíðra:

"Vilja tit ikki steypið drekka,

eg skal drekka fýra."

 

84. Líggjas setist á pallin niður,

hevur so á orði:

"Mangan trýtur mær mannatokka,

tað er mær í kjøtið borið."

 

85. Rómastampur og blóðmørsindur

á búnum borðum tustu.

Bøndurnir ótu so manniliga,

at slíðrabondini brustu.

86. Ganga teir av durum út,

miklir menn og mettir.

Bitnir leggir á borði lógu,

annað var einki eftir.

 

87. Tá teir komu av skála út,

fall Líggjas bóndi á knæ:

"Signaður santa Ólavur kongur,

veri við mær í dag."

 

88. Mikil var tann bønin,

ið Líggjas bóndi bað;

tjaldur kom av himni niður

og settist honum á knæ.

 

89. Tjaldur kom av himni niður,

sær til Líggjas vendi:

"Eg havi bræv og boð at bera,

sum Ólavur kongur sendi.

 

90. Eg skal bera tær boðini tey

frá Ólavi kongi sæla:

Vendir tú ikki aftur í dag,

tú brennir tín egna hala.

 

91. Kasta frá tær skjøld og svørð,

spenn folan fyri plóg,

mana gull úr døkku mold,

so er tú kempan góð."

 

92. Yvri dró at Líggjasi,

hann fast á kampi beit,

tók hann hetta væna tjaldur

og høvur av herðum sleit.

 

93. Springur hann í saðilin upp,

hinir eftir fylgdu,

kvittaðu so av borgum út

og norður um hagan hildu.

 

94. Hundar goyggja, hanar gala,

neytakonur læa,

tá ið hesin mikli herur

reið um Klaksvíks haga.

 

95. Hákun Hansen, sýslumaður,

situr í stovu inni;

har kom gangandi Heðin Brú

á tí sama sinni.

96. Upp steig Hákun sýslumaður,

hevði so á orði:

"Nú vit skulu trøðna mála

á Myrkjanoyri norði."

 

97. Leggja teir í tasku niður

bók og máliband,

biðja so Express-ferjumannin

seta seg yvir á land.

 

98. Ganga teir í hagan niðan,

har trøðin skuldi vera,

síggja ein so miklan her

har skamt ífrá gartera.

 

99. Síggja ein so miklan her

ríða um grønar røkur.

Tá fór hjartað í báðum tveimum

niður í teirra brøkur.

 

100. Mælir Hákun sýslumaður:

"Hvat er nú í gerð?

Vardi meg ei á hesum sinni

at hitta slíkan her."

 

101. Til tað svarar Heðin Brú,

hann man so bleikur stara:

"Vit eru báðir sendiboð,

vit hava frítt at fara."

 

102. Líggjas gongur for Hákun fram

og letur av reiði renna:

Tann, ið málir traðir her,

hann skal mínar eggjar kenna."

 

103. Svarar Hákun sýslumaður,

hann heldur á málibandi:

"Sig mær, frægi, eiti títt,

og hvaðan er tú av landi?"

 

104. "Líggjas skal tú nevna meg,

so er mær eitið ognað,

Doyptur eg eri í Gøtu kirkju,

har allir naglar bogna."

 

105. Svarar Hákun sýslumaður,

har hann stendur á vøllum:

"Hví kemur tú so herklæddur

við fýrati sterkum køllum?

106. Tað sigi eg tær, Líggjas bóndi,

her er einki at berja,

vit eru tveir og vápnaleysir,

vit kunnu ei móti herja."

 

107. Líggjas reiggjar Norskulóg,

so neistar um hagan fúka.

"Víkir tú ikki hiðani burt,

skal høvur av herðum rúka."

 

108. Líggjas reiggjar Gráubók,

so eggjar í lofti hvína.;

tað er mær av sonnum sagt

- tá mátti Hákun dvína.

 

109. Mælir Hákun sýslumaður,

tá ið hann valin veik:

"Hetta haldi eg ørsku vera,

at fremja slíkan leik!

 

110. Eg fari nú til húsa heim

at fáa mær skjøld og svørð;

komi so aftur á øðrum sinni

at vita ið hvusse fer."

 

111. Líggjas heldur við bøndur ráð:

"Hvat er best at gera?

Nú verður Hákun vápnafúsur,

hann kann meg í búkin skera."

 

112. Svarar reysti Jóannes jall:

"Tað vil eg nú valda:

ikki skal meira stríðast í dag,

vit skulu á fjørðin halda."

 

113. Svarar Hans á Biskupsstøð:

"Tað tykir mær løgið vera,

einans eta mítt góða kjøt

og ongar skreytir gera."

 

114. Hákun málir trøðna av,

eingir honum forða.

Bøndurnir leita hugatungir

aftur til skipaborða.

 

115. Tá ið teir komu á laðberg út,

gjørdist størri vandi:

Tá lá teirra snekkja fríða

sokkin fyri landi.

116. Sigur teimum ein gerðamaður,

hann hevði sitið og flett:

"Hundarnir ótu sperilin,

tit høvdu til nøglu sett."

 

117. Stórliga læa nólsoyingar:

"Ei var annað at vænta.

Soleiðis gongur, tá Bóndadeildin

við Føroya skútu fjantar."

 

118. Tømdu teir ta snekkjuna

og trongul í nøglu settu.

Tá kom æl av rustum oman,

so harðar hvirlur glettu.

 

119. Vundu segl í húnar hátt,

lítið kátir í huga,

løgdu síðan frá landi út,

so væl mundu kappar duga.

 

120. Til tað svarar ein gamal maður,

í fjáltri man hann læa:

"Grovkar hann av landsynningi,

tað kylir í bóndamaga."

 

121. Bogna tekur siglutræ,

á norskum skógum vaksið;

aldurnar renna breiðar og tungar,

brestast við hvítum faksi.

 

122. Fjalast tekur Klakkurin,

skúrir úr lofti loysa;

So gekk sjógvur á bóndans skútu,

at tríggir máttu oysa.

 

123. So er veður á sjónum hart,

tað brýtur um breiðan flógva;

óttast taka bøndurnir,

teir meira spýggja enn rógva.

 

124. Skinsakjøt og blóðmørskeppar

flóta í bæði borð,

hartil smør og skerpimergur.

Slíkt er bóndagor!

 

125. Alda reis frá grunni upp,

glógvar í, kvøldarreyð,

legði snekkjuna borðfulla,

tá gjørdist verri neyð.

126. Tá varð ógvsligt innanborða,

tað máttu bøndur sanna:

Tiljur, kempur og fótalunnar

skolaðu hvørt um annað.

 

127. Líggjas kreyp undan toftubekki,

sáran ið hann sigur:

"Lova vit ikki olmussu,

so søkka vit allir niður."

 

128. Rópar Pætur Trondarson,

í rangarúmi fleyt:

"Eg skal geva jarðaráðnum

øll míni góðu neyt."

 

129. Mælti Páll í Kirkjubø,

hann vant úr sínum vesti:

"Eg skal geva jarðaráðnum

hald av mínum festi."

 

130. Líggjas heldur um toftubekk,

býtur saman tenn:

"Eg gevi onga olmussu

til jarðaráðið  enn."

 

131. Alda reis frá grunni upp,

skalving breyt úr erva,

holvdi yvir fólk og far,

dagin sóu teir hvørva.

 

132. Bátur reis til himna upp

og aftur at grunni skar.

Tá var úti við bóndunum,

teir góvu burt góðs og garð.

 

133. Jóannes situr á toftubekki,

hann veit av ongum tingi,

droymir seg koma ungan av fleyg,

við dupultum lundaringi.

 

134. Líggjas reysti hekk uttanborða,

nólsoyingar tóku hann inn,

settist at lova olmussu,

so eyðmjúkt var hans sinn:

 

135. "Eg skal geva jarðaráðnum

sekt og landafrið,

norskahest og Valaknúkar,

konu mína við."

 

140. Tók at maka vindurin,

luftin gjørdist klár;

blika kom á sjógvin niður,

stillaði streym og bár.

 

141. Rógva inn um Gøtunes,

fríir úr øllum vanda;

síggja tá ein sjódregil

fyri landi standa.

 

142. Sjódregil fyri landi stendur,

man til bøndur tala:

"Tungligt er, tá undangongan

endar aftur á hala."

 

143. Tungliga rógva teir víkina

og lenda á Gøtu sandi.

Hann var eingin, ið orðið feldi,

teir sótu sum mús í landi..

 

144. Ferðin er til enda komin,

ei er longur at kvøða.

Líggjas setist við eldstaðin

nýggjar brandae at gløða.

 

Sosialurin 1938

Heðin Brú