Gudbrands kvæði

 

1. Ólavur tann Heilagi,

Noregi hann átti;

alt tað fólk hann kristnaði,

sum honum søma mátti.

 

Oman eftir og niðan eftir,

oman eftir vallaratúni,

har fór hestur mín tann brúni,

oman eftir vallaratúni.

 

2. Gudbrandur í Gudbrandsdali,

hann var eftir eina,

hvussu hann fekk kristnað hann,

eg frá tí vil greina.

 

3. Gudbrandur fekk frá kongi boð,

mundi frættast víða:

antin lata kristna seg

ella ímóti stríða.

 

4. Gudbrandur talar til sonin sín:

"Í stríðið skalt tú fara,

ven hann av tí vananum,

við trúum okkum læra."

 

5. Valdi út av Gudbrandsdali

tólv hundrað í skara.

Kongurin dró tá teim ímót,

tó vildi hann fólkið spara.

 

6. Kongurin talar til sendisvein

við tí boði sæla:

"Bið hann unga Gudbrandsson

sjálvan við meg tala!"

 

7. Inn kom Gudbrandur Gudbrandsson

fellur for konga kníggja:

"Tí eri eg komin higar í dag,

eg vil teg sjálvan síggja!"

 

8. "Ver vælkomin, ungi maður,

gakk tú mær til handa,

trúgv tú á tann sanna Gud,

tú sleppur úr stórum vanda!"

 

9. Gudbrandur stendur á hallargólvi,

fellur á síni knæ:

"Eg skal trúgva á sannan gud

henda sama dag!"

 

10. Kristnaði hann tann unga mann

á tí sama sinni;

kongur gav honum gull og fæ

og takkaði Gudi ei minni.

 

11. Gudbrandur tekur í kongsins hond:

"Takk fyri tína náði!

Eg skal kristna faðir mín,

vil hann taka við ráði."

 

12. Gudbrandur vendir borgum frá

aftur til faðir sín:

"Ver vælkomin úr stríðinum,

sæli sonur mín."

 

13. Sitið nú heil og sitið nú sæl

bæði faðir og móðir;

eg havi verið hjá Ólavi kongi,

hann er maður góður!

 

14. Eg havi tikið við kristnari trúgv

og kastað gudin ranga:

ger tú líka faðir mín,

so væl tað tær skal ganga!"

 

15. "Hevur tú tikið við kristnari trúgv

forsakað gudin henda,

galið gjørdi tú sonur mín,

tí mást snart frá tí venda!

 

16. Hevur tú svarti úlvaungi,

forsakað gudin Tóra,

hevur tú lurtað eftir Ólavi kongi,

hvat hann fyri tær bjórar!"

 

17. Gudbrandur situr í hásæti,

hann heldur á reyðum ringi:

"Eg skal lata kongin kalla

higar á Dalatingið.

 

18. Eg skal lata fólkið samla,

alt her býr íkring:

bera skulu teir Tóra gud

sjálvan inn á ting.

 

19. Kongurin man tá óttast við

fyri tí gudi stóra;

hann man fána av ræðslu niður,

tí ið hann sær Tóra."

 

20. Tað var signaði Ólavur kongur,

hann fekk tey boð av sonnum,

at hann skuldi møta á Dalatingi

við øllum sínum monnum.

 

21. Kongurin talar til Kolbein sterka:

"Tú skalt hjá mær vera;

eg havi hoyrt, teir ætla sær

Tór á ting inn bera."

 

22. Kongurin gongur á tingið inn,

bæði vænur og vitur,

sær hann, gamli Gudbrandur

í hásætinum situr.

 

23. Kongurin las upp kristna trúgv

fyri tí manna tali:

"Takið nú allir við mínum gudi,

nú hava tit gott í vali!"

 

24. Gudbrandur situr í hásæti,

talu sína fremur:

"Eg vænti smáligt mál í tær,

tá ið Tórur kemur!"

 

25. Bílætið kom á tingið inn,

var borið av fimtan monnum,

stóra sleggju í hondum bar,

og hamarin stóð í tonnum.

 

26. Gudbrandur reistist úr hásæti,

upp við hallarveggin;

"Nú meini eg at Ólavur kongur

lútar við sínum skeggi!"

 

27. "Dárliga tú talar nú,

tú hin heidni hundur!

Myrkur býr í tínum hjarta,

tað er onki undur.

 

28. Vilt tú skoða sannan Gud,

skoða tá hans verkið!

Hygg tú tær mót eystri upp,

har kemur hans tænari sterki!"

 

29. Sólin rann úr eystri upp,

tók so fagurt at skína,

Gudbrandur vendi sær mót henni

við øllum monnum sínum.

 

30. Kolbein sipar á Tóra kropp,

góður var í honum alvur,

raplaði hann í smildur sundur

rætt sum kavaskalvur.

 

31. Rottur lupu úr viðagudi,

hartil stórir ormar;

har var rumbul á tinginum,

tá alt mót durum stormar.

 

32. Kongurin stendur á tinginum

við sínum forgylta stavi:

"Her ligggur nú tann sterki gudur,

tú hevur rósað tær av!"

 

33. Bilsin stóð hann Gudbrandur gamli,

rann honum tað í huga:

Óargadýr í Tóra búðu,

lítið mundi hann duga.

 

34. "Kongur, eg skal trúgva tær

og taka við gudi eina:

Doyp tú meg í Harrans navn

við mínar menn og sveinar!"

 

35. Kongurin læt tá kirkjur byggja

har i Gudbrandsdali,

tá hevði hann alt Noregi kristnað,

tann hin kongurin sæli.