Harra Pætur og Elinborg

 

1. Harra Pætur og Elinborg,

børn vóru tey so ung,

løgdu sínum ástum saman,

mongum eru forløg tung.

 

Nú lystir meg í dansin at gá,

meðan rósur og liljur grógva væl.

 

2. Harra Pætur og Elinborg,

børn vóru tey so rík

løgdu sínum ástum saman,

mongum er forløg slík.

 

3. Legði hann hendur á frúnnar háls,

myntist við hana blíða:

"Hvussu leingi vilt tú Elinborg,

festarmoy mín bíða?"

 

4. "Bíða vil eg í sjey vetur

uttan frænda ráð,

giftast ikki livandi manni,

meðan eg liva má,

 

5. Bíða vil eg sjey vetur

móti frænda vilja,

giftast ikki livandi manni,

um enn meg kongur giljar."

 

6. Harra Pætur stígur

í tað standani floy:

"Eg forbjóði hvørjum manni

mína festarmoy!"

 

7. Harra Pætur stígur

í tað standani stavn:

"Eg forbjóði hvørjum manni

sova í hennar favn!"

 

8. Sjey vetur forgangnir vóru,

Elin tók at leingja,

akslar yvir seg kápu blá,

í glasglugga at standa.

 

9. Elin stendur í glasglugga,

sær hon út so víða,

fagur var tann knørrurin,

hon sær eftir havinum líða.

 

10. "Fullvæl kenni eg seglini,

fullvæl kenni eg rá,

fullvæl kenni knørrin tann,

ið harra Pætur ár."

 

11.Elin gongur til strandar oman,

sínum borðum skeyt,

fagur var sá knørrin,

for bryggjuni fleyt.

 

12. "Hoyrið tit, ríkir keypmenn!

hvat hava tit at selja?"

-"Vit høvum skrúðir og skarlak reytt,

tað besta, frú kann velja."

 

13. Lítið er mær um skrúðir

og ei um skarlak reyða,

mín bróðir er av landi úti,

tí syrgi eg meg til deyða."

 

14. "Hann er ei tín bróðir,

hann er tín biðlasvein,

hann er sær í Danimark,

har ræður for borgum ein.

 

15. Hann er sær í Danimark,

teir kalla hann harra Pætur ríka,

hann hevur fest ta donsku frú,

hon er ikki tykkar líki."

 

16. Elin gongur frá strondum niðan,

sveipar hon seg í skinn,

so gár hon í høgaloft

for Eirik bróðir sín inn.

 

17. "Væl sitið tær, Eirikur, bróðir mín!

tað sigi eg tær av:

vilt tú vera mín stýrimaður

yvir tað salta hav?"

 

18. "Set teg niður við mínum borði,

drekk við mær í dag!

eg kalli tað ei vera moyggjasið

at sigla tað salta hav."

 

19. Elin snúðis av høllini út,

mestan var hon reið:

"Gud lati meg ikki liva tann dag,

eg biði teg bønir meir!"

 

20. Tekur hon allar moyggjarnar,

setur saman í ring,

hon tók upp ein silvur saks,

hon klippir hár umkring.

 

21. Tekur hon allar moyggjarnar.

hon klippir av teimum hár,

síðan lærir hon allar tær

tað jútska riddaramál.

 

22. Tekur hon allar moyggjarnar,

sker teim riddaraklæði,

so ganga tær til strandar oman,

sum Elin fyri var.

 

23. Eirikur gongur til strandar oman

á tann sama dag:

"Eg vil vera tín stýrimaður

yvir tað salta hav."

 

24. "Eg seti ikki minni við

enn mín silvur ring:

eingin kemur kallmaður

inn á skipakring!

 

25. Eg seti ikki minni við

enn mín silvurkross:

eingin kemur kallmaður

inn á skip til oss.

 

26. Eg seti ikki minni við

enn mín silvurkorða:

eingin kemur kallmaður

innan snekkjunnar borða!"

 

27. Enntá var tað Elinborg,

dregur upp á seg glógva,

so gár hon til stýrið at stá,

og ternurnar at rógva.

 

28. Rókust úti á myrkum havi

mánaðirnar tvá,

ongar vættrar fingur tær

til nøkur lond at sjá.

 

29. Rókust úti í myrkum havi

mánaðirnar tríggjar,

ongar vættrar fingu tær

til nakað land at síggja.

 

30. Ongar vættrar fingur tær

til nøkur lond at sjá,

fyri ta høgu boðaslóð,

so fell tann bylgja blá.

 

31. Svaraði frúgvin Elinborg

í fyrsta orði tá:

"Lovið heldur olmussu,

so fáum vit land at sjá!"

 

32. Summar lovaðu eina,

Elin lovaði tvá:

tá tók tokan at lýsa av,

tær fingu land at sjá.

 

33. Allar lovaðu eina og tvær,

Elin lovaði trinnar:

tokan tók so at lýsa av,

tær fingu land at kenna.

 

34. Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

tá tók tokan at lýsa av

for harra Pæturs høll.

 

35. Fríggjadagin í páskaviku

fóru tær út í hav,

tær komu ikki til landanna

fyrr enn Santa Mortans dag.

 

36. Kasta sínum akkerum

á tann hvíta sand,

fyrst stígur frúgvin Elinborg

sínum fótum á land.

 

37. Úti á miðjum grasagarði

akslar hon sítt skinn,

og so búgvin gongur hon

í høgar hallir inn.

 

38. "Heil sitið tær, harra Pætur,

yvir ydra breiða borð!

plaga so allir høviskir sveinar

halda síni orð?

 

39. Væl sitið tær harra Pætur

og tann danska frú!

plaga so allir høviskir sveinar

halda sína trú?"

 

40. Harra Pætur snúðist yvir borðið fram

við silvurskál í hendi:

"Signi Gud tíni eygu tvá!

so gjølla eg teg kendi.

 

41. Hoyr tú, frúgvin Ingibjørg!

tú ver mær ikki reið,

meðan eg fylgi mínum systursoni

tríggjar dagar á leið!

 

42. Meðan eg fylgi mínum systursoni

tríggjar dagar á leið;

komi eg ikki aftur tann fjórða,

so vænta meg ikki meir!"

 

43. Svaraði frúgvin Ingibjørg

tár á kinnar lá:

"Hann er ei tí systurson

fullvæl kann eg tað sjá."

 

44. Svaraði frúgvin Ingibjørg,

tár á kinnar glíggjar:

"Hann er ei tín systurson,

so væl kann eg tað síggja."

 

45. Svaraði frúgvin Ingibjørg

í triðja orði tá:

"Kallmann hevur hon yvirbrøgd,

enn kvinni hevur hon hár."

 

46. Fylgdust tey til strandar oman

alt í einum liði:

harra Pætur og Elinborg

og Ingibjørg tann triðja.

 

47. Ingibjørg stendur á hvítum sandi,

sára ið hon grætur,

Elin stendur í fremra stavni,

hirðir ei, hvat hon letur.

 

48. "Liv nú væl, frú Ingibjørg,

tú hitt danska sprund!

eg havi nú fingið mín festarmann,

eg lænti tær um stund.

 

49. Liv nú væl, frú Ingibjørg,

við títt elvargangi!

eg havi nú fingið mín festarmann,

eg lænti tær so leingi."

 

50. Grátandi snúðist frú Ingibjørg

aftur í sína borg,

glaður siglir harra Pætur

heim við Elinborg.

 

51. Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

harra Pætur og hans vív.

 

52. Farið fyri eystan, farið fyri vestan,

farið fyri verðsins enda!

tey koma bæði í eina song,

ið Gud vil saman senda.