Huldugentan
1. Náttin svørt yvir
landið lá,
fólkið tað
mesta svav.
Veðrið var gott, og
mánin sá,
sólin var gingin í
kav.
2. Ein var maður, ið
úti stóð
hesa somu
nátt,
náttina
damar ei øllum gott,
gævi tað
lýsti brátt.
3. Heyggjarnir
runt um opna seg,
huldufólk
koma í dyr,
hesin maður
tað sýnið sá,
hevði ei sæð
tað fyrr.
4.Vakrar moyggjar í
skarlak reyð,
klæddar frá topp til
tá,
skunda sær út av
hvørjum heyg,
ætla til dans at gá.
5. Á fríðari fløtu
tey sláa ring,
gentur og ungir
menn,
ofta tey
gera so knapplig sving,
dansa so
runt í senn.
6. Dansa tey
runt um víðan vøll,
vakurt tað var at
sjá,
vøkur tey vóru á
vøkstri øll,
bæði á brún og brá.
7. Songurin
klingar sum klokkuljóð,
stundum sum
bylgjubrús,
ekkóið aftur
úr homrum sló,
stundum alt hoyrdist
sum sús.
8. Ein kom smílandi
har eg stóð,
sýntist at vera so
blíð.
Aldri sá eg vænari
fljóð,
hvørki í bygd ella
bý.
9. Brúnir
lokkar tann hvíta kinn,
rammað inn
sum ein krans,
eyguni tey
vóru dúgvublá,
strála í stjørnuglans.
10. Varrar
fagrar sum purpur reyð,
brosið tað
duftar søtt,
silkikápa um
herðar fleyg,
slíkari
hevði eg ei møtt.
11. "Gott
kvøld" hon sigur og smílist við
hon rættir mær sína hond,
"eg eri tín
vinur og vil tær frið,
góð eru
vinskapsbond.
12. Eg havi sæð teg
so manga ferð,
harav eg kenni teg
gott,
tú hevur
gingið mítt heim forbí,
bæði um dag og nátt.
13. Kom og dansa ein
dans við mær,"
talar hon orðum
blítt,
"við mína lið
eg havi teg kær,
heim mítt skal vera
tær frítt."
14. "Vakra genta,
tað tori eg ei,
tí eg havi hoyrt frá
sagt,
tit kunnu skjótt
fortrølla meg,
fáa tit yvir mær
makt."
15. Bliknaði hon við
hesi orð,
sukkar frá brósti
svakt,
hon skalv og vendi
sær frá mær burt,
eg angraði, eg hevði
tað sagt.
16. "Ikki er
vert tú ræðist meg,"
talar tann fagra
moy,
"ont eg ikki
vil gera tær,
fyrr so
vildi eg doyð.
17. Aldri tala vit
vonda bøn,
ongum gera
vit mein.
Fólk okkum
hata sum versta pøl,
munna tey
vera so rein?
18. Vit eru skøpt at
ferðast um nátt,
skaparin skapti alt
gott;
sól og máni bleiv
døgnið býtt,
dagin hava vit frítt
19. Mánin
fargar tann hvíta kinn,
hon turkar úr eygum tár;
barmurin bivar, tí bleytt er
sinn,
svíða ger hjartasár.
20. "Syrg nú ei so, lat
alt vera gott,
tak ei av hesum
harm,
sakta vit ganga til dansin
brátt,
ganga nú arm
í arm."
21. Dansaðu
vit tá hesa nátt,
til dagur í eystan
var;
moyggjar
skunda sær heim so brátt,
við gleði vit
skiltust har.
22. Síðani havi eg
manga ferð
dansað við henni í
ring,
ofta vit møtast, tá
eingin sær,
ganga so
vítt umkring.
23. Ofta spadsera
vit meðan dagur er
fró eftir vegnum
fram,
glað hon smílist, tí
eingin sær,
hatturin fjala kann.
24. Ofta eg komi til
hana heim,
steðgi har
eina stund,
tíðin gongur við
skemt og gleim,
hon mær fylgir á fund.
25. "Hertha, tú
er so ung og nett,
lukka fylgir tær
við,
ger títt lív so
ljóst og lætt,
signi tín
hvíldarfrið".
26. Er tú
mín vinur, so henda kann tað,
hana eg vísa
kann tær,
slíka
sjønheit tú aldri sá,
ikki í landinum her.
27. "Trútt sum
trøllið" er gamalt orð,
stóla bert á
tað fast,
huldufólk
svíkja ei vinin sín,
fyrr enn at hjartað
brast.
Johan
Djurhuus, 15.10.1927.