Í dans

 

Nú gerast kvøldini myrk og long,

ov lítið eg dugi at spinna.

Heima har gerst mær stovan ov trong,

hvar skal eg mær stuttleikan finna?

Frægast man vera at fara í dans.

Heimalambið er har, eg gevi tí ans,

og í Klubbanum hittist mangt par,

har man finnast eitt hvørt vakurt fyri mær.

 

So klæði eg meg í mín stutta stakk,

sum neyvan til kníggja man røkka,

silkisokkar og skógvar av lakk,

sum brádliga sundur munnu støkka.

Ja, skjótt er at greiða mítt dreingja hár,

so klíni eg smyrsil uppá kyssusár,

so er daman í galla og jong,

nú bert tørvar mær ein heimalambsdrong.

 

Mót´ Klubbanum seti eg mína kós,

har jazzbanda dreingirnir grenja.

O, gævi eg fann mær ein fittan matrós,

sum eg út í dansin kann venja.

Treystliga stígi eg um Klubbans gátt,

eg veit, at eg fái eina stuttliga nátt,

nú eg síggi ein danskan korporal,

hann skal vera í kvøld mítt høvuðsmál.

 

Við blíðum eygum og bros á kinn

eg tíðum á hann man heita.

Vakrari drongi í hold og skinn

tú leingi eftir skal leita.

Hann hyggur og hann brosar yvir móti mær,

hann kennir at eg havi hug á sær,

so trínur hann fram , ger eitt bukk:

"Må jeg be´om en dans, frøken sumk".

 

Til jazzbanda streingir vit fara á flog

og fram eftir gólvinum reika,

og eyguni hittast og bera boð,

meðan hjartað í ørsku man leika.

hann lýður mær í oyrað: "Vi ta´r os en tur,

her bliver så trangt som i et fangebur",

og ú Klubbanum hvørva vit brátt,

nú fyrst byrjar hin stuttliga nátt.

 

So vinarliga hond í hond

vit undan fólkinum renna,

og steðaga forpøst har yviri við strond,

har eingin okkum man kenna.

Og mánin hann skínir yvir Nólsoyarfjørð,

hann skínir og glampar , so vit verða ør,

og teir knappar teir skína sum gull,

ja, av elskhugi eg verði so full.

 

Eg kvøði ei meira um hesa nátt,

eg livdi jú fleiri slíkar.

Er drongurin fittur og veðrið gott,

tá alt eftir vild seg líkar.

Ja, hugurin er góður av besta slag,

um teir koma aftur ella fara avstað.

Men tá vit ikki ongur fáa drong,

ja, so fara vit allar undir kong.