Í Gøtu ein dag

 

Í Gøtu ein dag

har hendi eitt undur, ei fyrr var tað sæð:

Tað skramblar sum heglingsæl - luftin var klár

tað ýlur av stormi - tó ei rørdist hár,

klettarnir spreingjast, sum snarljós teir traff.

:,: Øll Gøta var paff. :,:

 

Ei undur var í:

Í Tróndargjógv undir Borðoyarlíð

lá Tróndur og rembdist, hann spenti so fast,

at Trølkonufingur í liðinum brast,

og Kellingin datt, hon stóð har so trygt,

:,: og Risin fekk gikt :,:

 

Nú vaknaði við

hin gamli í gjónni og royndi eitt stig,

men tungur var bulur og beinini veik,

tó hvat gjørdi Tróndur tá mátturin sveik?

Hann gandaði Geyta í grøvini lá,

:,: so Geyti stóð hjá. :,:

 

Teir heilsaðust so.

Hoyr olmussudýrið, mær tørvar eitt boð.

Eg svav her so leingi, eg sigi tær satt,

eg veit ikki hvussu í Føroyum er statt.

Um tingið er sett og um menn lata skatt,

:,: meg lysti at frætt. :,:

 

Tað gekk so ein tíð,

og Geyti kom aftur í Borðoyarlíð.

"Jú, nógv er at frætta, teir lesa í bók

um Sigmund og teg og um kalvan teg tók.

Í gandi hvør maður í Føroyum er nú

:,: nógv betur enn tú. :,:

 

Teir sigla í logn,

teir rógva og hava ei árar í ogn.

Teir tosa úr Gøtu og suður í Vág,

úr Føroyum til Hetlands eitt ílatog lá;

hin "rómarski" pávin lá deyður ein dag -

:,: brátt vistu teir tað. :,:

 

Men fólkið er smátt,

og kvinnurnar detta um miðjuna brátt.

Á høvdinum bera tær fjarðar og gras,

og eg sá ein mann nýta botn, tá hann las.

Á monnum er pannan so høg, at eg sá

:,: hana aftanífrá. :,:

 

Og alt letur skatt,

og mjøður er bannaður - jú tað er satt.

Tað mesta av jørðini fór undir kong" -

Tá suffaði Tróndur: "So aftur í song! -

Men sig hvat ger tingið. Nú statt ei og bín!"

:,: "Jú, teir selja grýn!" :,: