Jákupsa skegg var sjáldan turt,
tá ið hann kom á bøin, var bundið burt.
Men
dansen den går
så let
igennem Lunden
Marjun við síni brendu lið:
"Eg meini, at krvoið er burtur við."
"Er krovið burtur, skal tað yngsta minnast,
og inni fyri harrunum skulu vit finnast."
Jákup sker í sjóheitan grát,
fór oman til Sjúrað at lána sær bát.
"Bátin skalt tú fáa sum eg hann eigi,
eg hopi, at harrarnir verða ikki vreiðir.
Bátin skalt tú fáa við mastur og segl,
upp á vegin skalt tú fáa eitt skerpitjógv."
Jákup hann stígur í fremra stavn:
"Nú ætli eg mær til Kjøpinhavn."
Tá ið hann kom har mitt á fjørð,
tá bognaði skútan sum ein gjørð.
Ta ið hann kom har út á hav,
tá brakaði hvørt sprek, í Sjúrða báti var.
Hann kastar síni akker á hvítan sand,
fyrstur steig Jákup fótin á land.
Ein harri út av veindeyga sá:
"Her kemur ein maður í kappanum grá.
Her kemur ein maður í kappanum grá,
ongum líkari enn Sibba at sjá."
Uppi í grasagarði akslar hann skinn,
og so gongur hann fyri harrarnar inn.
Jákup hugsar við sjávum sær:
hví stendur ongin upp fyri mær?
"Mini nådige Herrer, ville I mig høre,
jeg haver en bøn for eder at føre.
Eg átti eitt bundi og tað var gult.
Einn tunna v korni so var tað fult.
Tó at tað ikki var turkað á sodni,
so var tað so gott sum ein tunna av korni.
Hálvt hevði eg ætlað mær til fræ,
hálvt hevði eg ætlað mær til jóladag.
Hálvt hevði eg ætlað mær til jóladag,
teir stjólu tað burtur tann sama dag."
Harrarnir svaraðu honum við stikli:
"Hví kemur t+ú higar við ongum vitni?
hví kemur tú hingar, títt Føroya barn?
tú skal vera settur í harðasta jarn.
Hví kemur tú higar at klaga um korn?
tú skal vera settur í tað hægsta torn."
"Meðan eg ongan rættin kann fá,
so lati meg sjálvan í lógbókina sjá."
Tað fyrsta Jákup Sibbi í lógbókina sá,
tá kendi hann ikki s fyri k.
So mundi jákup frá lóg bókini renna,
ongan bókstavin mundi hann kenna.
Jákup uttar eftir bonkinum ekur,
tann ovast harrin byrsuna tekur.
Jákup út um dyrnar gløðir,
tann ovasti harrin byrsuna løðir.
Jákup út um dyrnar leyp,
tann ovasti harrin eftir honum skeyt.
Jákup út um dyrnar gekk,
eittans haglið í dyntilin fekk.
"Hevði eg ikki havt so sítt eitt vel,
so hevði ev verið skotin í hel.
Gud lati meg aldrin liva tann dag,
at eg komi aftur í sovorðið lag.
Gud lati meg aldrin liva so leingi,
at eg komi aftur fyri slíkar dreingir."