Nú Føroyar eru hersettar og komnar upp í kríggj,
tað trýtur ei hjá kvinnunum við eingilskmanna fríggj.
Ja, allar gamlar gentur eru komnar upp í part,
:/:tær halda nú er hopið ljóst, sum ofta fyrr var svart.:/:
Ja, glaðar vóru titturnar, tá troppaskipið kom,
tær troðkaðust á kaiini til uttastu trom,
so hjartaliga fagnaðu tann eingilskmanna flokk,
ja, nú er ei at drála, tí nú er mannfólk nokk.
Tað hevur síðan gingið til so ørt og so vilt,
sítt navn og sína æru tær flestu hava spilt;
soldátarnir teir brúka tær jú bert til tíðsfordrív
og virða tær ei meira enn eitt mýggjabitalív.
Tær rekast við soldátunum og kenna ei til skomm,
so skiftast tær um Jim, John og Tom,
og hvønn tær fáa fatur á tað líka mikið er,
ja, sjálvt um hann er giftur, tað ongan skaða ger.
Trúlovaðar gentur og giftar konur við,
alt fylkir seg saman í hetta øra lið,
og gongur ein í gøtunum, ein lítið annað sær
enn í øðrum hvørjum creek eitt eingilskmannapar.
Ja, soleiðis gagna nú tey flestu konufólk,
tær blindar seg geva í henda villa bólk,
ein skamblett tær seta á ta føgru Føroya tjóð,
í vitloysi tær blanda saman enskt og føroyskt blóð.
Ja, hugurin er góður, hann er av besta slag,
Gud viti hvat tær gera, tá teir nú fara avstað,
so einsamøll hvør soldátargenta gekk,
ja, tá var brúk fyri "Skálabonki", men nú er hann vekk.