Rudisar
vísa
1. Út kom hann Steffan, hann leit seg í eystan
-
og tað sigi eg tær av sonnum -
ovalaga glógvar tann stjørna reysta.
-
med øllum Guds heiligu monnum.
2. Inn kom Steffan, hann sigur ífrá:
"Eg sær sól á himli og stjørnu hjá.
3. Eg sær
sól á himli og stjørnu standa hjá,
mætur er sá konungur, ið føddur var ígjár.
4. Mætur er sá konungur, ið borin er í
heim,
tí eg sær sól á himli og stjørnu rein."
5. Rudis heitir á sveina tvá:
"Tit biðið hann Steffan fyri meg inngá!
6. Tit bindið so á honum hond og fót -
vitið, um tann konungur ræður honum bót!
7. Tit stingið mær Steffans eygur út!
vitið um so hjálpir tann konungur so
prúð."
8. Bundu teir Steffans hond og fót:
mætur var sá konungur, ið honum ráddi bót.
9. Stungu út hans eygu, fell væl í lag:
tó sá hann nátt sum ljósan dag.
10. Í tríati stykki var hanin skorin,
so var hann inn fyri Rudis borin.
11. "Tá skuldi eg trúð Steffans tali,
um upp stóð hanin og fór at gala."
12. Rudis hann stóð og sá tær á,
at saman førdist hanin, á diskinum lá.
13. Hann fleyg upp á reyðargull-stól,
hann slóg sína veingi, so fagurt hann gól.
14. Hann slóg sína veingi, so fagurt hann
gól,
við hvørjari messu tá syngur hann í kór.
15. Rudis heitir á sveina tvá:
"Tit leggið mær saðil á gangara grá!"
16. Saðlið mær tann besta ein!
tí eg vil ríða í Betlaheim.
17. Eg vil ríða í Betlaheim
at skoða har tann unga svein.
18. Rudis átti ein rumpuhvítan hest,
hann reið til Betlaheim, sum hann kundi
best.
19. Rudis heim í garðin fór,
úti hon
Maria fyri honum stóð.
20.
"Ver vælkomin, Rudis, higar til mín,
nógvur
er blandaður mjøður og vín."
21.
"Tú tarft ikki, Maria, fagna meg,
eg vil
hava tín son at negla á træ.
22. Tú
tarft ikki, Maria, fagna os,
eg vil
hava tín son at negla á kross.
23.
"Vilt tú mín hin sæla son hava,
upp til
himla tá mást tú fara."
24.
Rudis hann skuldi til himiríkis fara,
tólv
Guds einglar teir ringdu honum haðan.
25.
Rudis hann stoyttist til jørðina niður,
og øll
hans indur á vinstru síðu við.
26. Øll
hans indur á vinstru síðu niður,
- og
tað sigi eg av sonnum -
sjálvur
hin útskotni tók honum við
- med øllum Guds heiligu monnum.
Færøsk anthologi. CCF 167 A. Ole
Jespersen.