Sambandsfall.
Stigafjall
rópti til Tunglifjall:
Hoyrdi tú
ikki,at "sambandi " small?
Tað dundi í
Fuglafirði ! --
Ein svartur
veður á sjóvin leyp,
ein annar
inn undir seingina kreyp --
so hátt
mettist "sambands" virði !
Ein
bøllutur harri á gumpin datt
og kleimdi
sín nýstrokna hermans hatt,
mestan
lorgnettin var klovnað
Nakkin tók
í ein gluggakarm,
har mundi
hann brotið dintil og arm;
reyvin var
blá og hovnað.
Ein annar
streyk um sítt krákunev :
" Nu
kniber det nok for Mikkel Ræv!
Med Sorgen
og Klagen hold Maade."
Sebbi ørur
í garðinum sprakk:
"Gid
fanden ta´ det forbandede Pak!
Nu stander
landet i Vaade."
Prestakjóla
sín dálkaði ein,
Katrin sum
rotta í holini hvein;
eitt
køkufat fór í smyldur.
Ringt var
at kóka til sambandsmenn.
Hon gav
teimun kaffi og te í senn,
og ikki var
Ólavur mildur.
Ein reyður maður í Vagum stóð,
hann hevði fyrr kvøði sjálvstýrisljóð,
men hevði tó sleikt teimum stóru.
Tíggjumannafari mannaði hann,
og hevði
seg sjálvan til tíggjundamann.
So búnir á
valg teir fóru.
Slíkur var
standur ,tá sambandið fall.
Flennir tú
ikki ,Tunglifjall,
og lesur tú
ikki í " Krossi "
Stóra bónda
og Regin í Líð
teimun
gerast eyguni fyrndar blíð.
Nú fletta
teir sambandsrossi.
Tunglifjall
treiv í eitt heglingsæl
og kveiti
so yvir á Oknadal:
Enn finnast
frægir á landi.
Tað vardi
meg altíð ,eg visti tað væl,
teir fóru í
brekku og settu sín hæl
og kvettu
tað vanlukku bandið!
(20.mai 1915)
____________________