Sigmunds kvæði eldra

 


Fyrsti táttur

 

Í Noreg býr ein menskur mann,

Ólavur Trygvason eitur hann.

     Noregs menn,dansið væl í stillum;

     stillið tykkum allar,

     riddarar, Noregs men,

     dansið væl í stillum.

 

2. Ólavur kongur kristnum býður,

Gud og mildar miskunnar tíðir.

 

3. Ólavur heitur á sveinar tvá:

“Heintið mær Sigmund inn til vár.”

 

4. Áðrenn teir høvdu hálvtalað orð,

tá var Sigmundur inn fyri borð.

 

5. Sigmundur fellur á síni knæ:

“Krist signi teg, harri, hvat vilt tú mær?”

 

6. Kongurin tekur í Sigmundar hand:

“Eg gevi tær helming av Føroya land.

 

7. “Tú skalt fara til Føroyar vestur,

tær skal fylgja Tangbrand prestur.

 

8. Í Føroyum býr ein finskur mann,

Tróndur í Gøtu eitur hann.

 

9. Tróndur í Gøtu eitur hann,

mín kæri Sigmundur, fá mær hann.”

 

10. Sigmundur tekur til orða svá:

“Hann verður ikki góður at fáa.”

 

11. “Hvørt heldur er hann tann kappin reysti,

ella er hann í gívrum treystur?”

 

12. “Ikki er hann tann kappin reysti,

heldur er hann í gandi treystur.”

----------

13. Ganga teir eftir sandi,

sum knørrur fleyt fyri landi.

 

14. Teir loystu út av dýru vág,

tann besta knørr, í Noreg’ lá.

 

15. Sigmundur sínum skipi skeyt,

besti knørrur av Noregi fleyt.

 

16. Sjógvurin brýtur sum boðafles:

“Haldið beint á Líðandisnes.”

 

17. So siglir Sigmundur breiðan fjørð,

til Gøtu var teirra heimangerð.

 

18. Hann siglir í dagar, hann siglir í tvá,

hin triðja fekk hann Føroyar at sjá.

 

19. Sjógvurin brýtur í streymi strítt,

einki aktar Sigmundur slíkt.

 

20. Sjógvurin brýtur sum boðafles,

haldum beint á Mjóvanes.

 

21. Sjógvurin gerst nú gulur og blár,

sandurin uppi á tilju lá.

 

22. Tá tekur at rúka sandur og sjór:

“Nú er Tróndur vorðin óður.”

 

23. Náttina eina, dagarnar tvá,

Sigmundur út fyri Gøtu lá.

 

24. “Tó at vær kostum lív og and,

vær náum ei á Gøtusand.

 

25. Vær náum ei á Gøtusand,

Tróndur ristir móti oss gand.

 

Annar táttur.

 

26. Nú skal taka upp annan tátt,

sigla út til Svínoyar brátt.

Alt meðan lindin hon stendur væl,

tað stendur ein lind í mín faðirs garð’,

hon er seg alt við rósur væl,

alt meðan lindin hon stendur væl.

 

 

27. Í Svínoy býr ein menskur mann,

Bjarni bóndi eitur hann.

 

28. Sigmundur vendi síni skútu í hav,

næst øll skútan gekk í kav,

 

29. So siglir Sigmundur Svínoyarfjørð,

skútan boygnaði sum ein gjørð.

 

30. Kastar hann akker á hvítan sand,

fyrstur steig Sigmundur fótin á land.

 

31. Haraldur fellur á síni knæ:

“Fostbróðir, lat meg fylgja tær.”

 

32. “Tú fert ei á land um sinn,

tú skalt goyma skipi mín.”

 

33. Tá ið hann kom í bóndans garð,

alt lá fólk í svøvni har.

 

34. “Eg havi ei verið í Svínoy fyrr,

nú skal eg bróta bóndans dyr.

 

35. Ei visti Bjarni av fyrr enn tá,

Sigmundur yvir hans herðum lá.

 

36. Fljóðið steig í serki fram:

“Tær megið ei gera so stóran skamm.

 

37. Tær megið ei gera so stóran skamm,

at drepa inni ein gamlan mann.”

 

38. “Vil hann Bjarni kristin vera,

skal eg honum einki gera.

 

39. Bjarni, gakk á grønan vøll,

sig mær hvør mín faðir feldi.”

 

40. “Eg gav tær lív, og tað var væl,

Tróndur lat slá’ tín faðir í hel.”

 

41. Tað var bóndans fyrsta orð,

biður nú bera mat á borð.

 

42. Teir bóru inn á føtum sjey

oxasíðu og stumpabreyð.

 

43. Tað var bóndans annað orð.

biður nú bera drekka á borð.

 

44. Bóru so inn á hvíta lín

øl í kerum, mjøð og vín.

 

45. Tað høvdu teir til gaman tá,

dansaðu og drukku í dagar tvá.

 

46. Tað gjørdi Sigmundur, meðan hann

                                              var har,

hann kristnaði Bjarna og alt, har var.

 

Triðji táttur.

 

47. Nú skal taka upp triðja tátt,

med junga,

sigla suður til Dímunar brátt.

Alfagurt ljóðar mín tunga,

lystir meg í dans gá med junga,

brúnt er mítt silkihár,

mjøllhvít so eri eg sjálv,

alfagurt ljóðar mín tunga.

 

48. Sigmundur siglir Høvdasund,

har møtti honum Trónd og Tóra Hund.

 

49. “Hoyr tú Føroya kongur,

vilt tú vera heiðin longur?”

 

50. “Eg víki ikki frá míni fornu trú,

tí eg eri mær so gamal nú.”

 

51. Sigmundur kastar spjót frá sær,

Tróndar skúta at hvølva bar.

 

52. Tað var feigdin ov illa nýtt,

at hann gav Trónda lívið frítt.

 

53. “Nú hevur tú mist tín sigur úr hendi,

vænta nú hevnd og bráðan enda.

----------

54. So siglir Sigmundur Skúvoyarfjørð,

skútan bognaði sum ein gjørð.

 

55. Á bunkanum stendur frongur treystur:

“Haldum nú millum oya eystur.”

 

56. Sigmundur gongur í bæði borð:

“Haldum nú beint á Grønuskorð.”

 

57. Haraldur fellur á síni knæ:

“Fostbróðir, lat meg fylgja tær.”

 

58. “Tú fert ei á land um sinn,

tú skalt goyma skipi mín.”

 

59. Sigmundur tekur ein kaðal í hond,

búið spjót hann rendi á land.

 

60. Hann skeyt upp í grønan vall,

oddurin niður í grótið gall.

 

61. Tríati favnar var bergið hátt,

Sigmundur lesti seg við ein tátt.

 

62. Á gøtum lógu garpar tveir,

bráðan bana fingu teir.

 

63. Sigmundur veit sær onga neyð,

reikar heim á Skorarheyg.

 

64. Inn kom húsfrú Guðrun á gátt:

“Eg sá mann á henda hátt.

 

65. Hann var vænur í vøxtri vitur,

fagurt gull á herðum glitrar.

 

66. “Sást tú mann á hend hátt,

hann var ikki her á jólanátt.

 

67. Hann var ikki her á jólanátt,

nú er ei at sova brátt.”

 

68. Øssur leyp eftir skreppum ný,

fýra tunnur gingu harí.

 

69. Kastar so øllum vápn ísenn,

loypur í borg við nýggju menn.

 

70. Nýggju menn og málmarar tólv,

taka nú allir at verja borg.

 

71. Øssur stendur við borgarlið,

breiðari øxi hann studdist við.

 

72. Sigmundur vegur seg til og frá,

eystan á borgini vá hann seg á.

 

73. Eystan á borgini vá hann seg á,

mann vá hann frá Øssuri tvá.

 

74. Øssur stóð og sá hará:

Ei skulu fleiri fara svá.”

 

75. Báðir ruku saman tá,

hvørgin kundi sigur av øðrum fá.

 

76. “Nú skal taka listir fyri seg,

sum Ólavur kongur lærdi meg.”

 

77. Hann vá til við opnum skildi,

fóturin av, og hondin fylgdi.

 

78. Øssur talar av miklari trongd:

“Tær skulu føra meg vestur á drang.”

 

79. “Ta bøn skalt tú av mær tiggja:

Vesturi á  drangi skalt tú liggja.”

 

80. Tað var Øssurs síðsta orð:

“Høvdið skal venda mót Grønuskor.

 

81. Føturnir til, og høvdið frá,

so eg má aftur í skorina sjá.”

 

82. Sigmundur situr í Skúvoy tryggur,

Tróndur um hans lívið liggur.

 

83. Sigmundur vænur, í dygdum góður,

illgerðsmaður troyggjar hans blóð.

 

84. Sigmundur fyri Gudi og góðari gerð

mátti svimja Suðuroyarfjørð.

 

85. Suður í Suðuroy var Sigmundur dripin,

norði í Skúvoy var hann grivin..