1. Frá Kvívík hoyrdist sjongur
slíkt hoyrist ikki longur
um stóra hundafall,
tá Símun stóð í stríði
mót kertustubbum blíðum
alt um sín gamla hjall.
Hundar mundu tvøst úr hjalli stjala,
Símun svór, teir skuldu tað betala,
ella skuldi hann steina, stinga og kvala,
ikki ein hundur eftir í staðnum gala.
2. Tann kroysa Símun átti
av armóð mundi dottið
bæði skjótt og brátt.
Tann halastutti Pennur
í Kvívíkstúni rennur,
hann brýtur hvørja nátt;
rimar hann úr hjalli mundi slíta,
langan veg í runudíki grýta,
syllar av um tvøran mundi býta,
mangan góðan bita fekk at nýta.
3. Hann svór, hann skuldi tað endra,
sprakk so upp at tendra
og birtu í kolu skar,
hann tekur upp troyggjupjøkar
og gamlar buksubrøkur
og dregur upp á sítt lær;
báðar mundi hann tøtlingarnar klæða
sum aðrir menn, teir skøða seg burtur í haga,
leyp so út í dyrnar til at kaga,
hoyrdi hund í hjalli tvøstið gnaga.
4. Tá hundur var lagstur at gnaga,
sprakk Símun út at kaga,
og sprakk á ytstu gátt:
“Eg man so mikið hoyra
við mínum stóra oyra
eitt spøkjarí í nátt!
Tað man forvist ikki annað spøkjarí vera,
enn halstutti í hjallinum man regera,
alt, eg eigi, man hann nú fortera,
eg skal hann við mínum tálgamuddi skera.”
5. Símun er ilskusnúgvin,
til ferðar er hann búgvin
alt inn á hundsins lív;
hann leitar í hvørjari smáttu
sum ketta eftir rottu
at finna sær ein knív.
Til síðst so mundi hann tálgamuddin finna
ætlaði harvið hundsins lív at tynna,
leyp so við sínum ónda og arga sinni
at stinga hundin, har sum hann var inni.
6. “Í nátt skal eg hann knípa
við báðum hondum grípa
og fáa hann í mín hjall,
við sterkum bondum røra,
for sýslumannin føra
og klaga tann arga træll;
frá sýslumanni til fútan skulu vit ganga,
frá fútanum til amtmannin hin langa,
hann skal fella dómin tann hin stranga,
tá skal mangur í Kvívík hella vanga.”
7. So illa mundi ganga
tann halastutta at fanga,
hann lá og gnagaði tvøst:
tá Símun skuldi springa
tann halastutta at stinga,
tá datt hann í ein køst;
tálgamuddin mundi hann væl missa,
hundin við øllum tvøstinum forlissa,
illa var hann tá til sins forvissað,
sprakk og gav sær ikki tíð at pissa.
8. Frá Kvívík Símun strýkur
og yvir í heiðar rýkur,
hann ger so mangt eitt sløðr;
áir sær hann renna,
men ei hann kundi kenna
ta røttu Skælingsjørð;
tí man Símunn yvir til Leynar halda,
tala vil hann við tann Mikkjal balda,
settur av kongsins monnum til at valda,
um Leynagarð, sum seyð teim bør at halda.
9. Mikkjal bóndi blíði
ei visti av hunda stríði,
Símuni vísti leið,
so fast, sum kettur klóra,
við sínum fóti stóra
um Leyna-garðar steig;
snarliga hann út Stallar mundi fjakka,
grulvar rætt sum barn upp fyri bakka:
“Hetta havi eg Mikkjali fyri at takka,
hann vísti mær leið og við meg mundi snakka.”
10. Billu-Símun stendur
og sær mót Skæling vendir,
hann sær seg runt umkring;
fannir í fjalli glansa,
og Skælings-ærnar dansa
hagar runt í ring;
argur mundi Billu-Símun raka:
“Hví mundi slík forsintheit meg betaka?
Kertu-stubbar havi eg forsakað,
á Skælingi við grúgvusteini meg bakað.”
11. Hans skali tók at slangra:
“Nú havi eg tað at angra,
eg havi at angra nógv,
tað eg í bólinum gjørdi,
tá prestur kýrnar førdi
niður á Syðrugjógv;
kýrnar upp á Vatnsdal mundu vála,
dúgliga mundu kertustubbar skrála,
eg mær eftir í bóli mundi drála,
eg vildi ikki býtt tað løtu fyri ein dála.
12. Tvey hjún í Kvívík búðu,
sær áttu døtur prúðu,
tann eldra hon hóvaði mær,
við mær í bóli gisti,
so fáur av tí visti,
so vinarlig hon var;
hevði eg nú verið nakað ungur,
men ektastandurin var mær altíð tungur,
nú vaksa ellisrukkur og ellisbungur,
samansnert er alt sum gamal pungur.
13. Vestmenningar sóu,
tá vit í bóli lógu
í besta majestat;
sum eg har mundi liggja,
tá varð mær upp at hyggja,
og tá sá eg ein bát;
tá svór eg, at eg var ganska fokin,
hevði hon verið fyrr á búki strokin,
tá fór eg so nakkalangur og hokin,
hon lá eftir so kirnufløt og slokin.”
14. Tann angur snart fekk enda,
so sigur vísan henda,
so snart hann skundaði sær
tann mannin upp at leita,
sum Heini mundi eita
og átti Skælings garð
at klaga sína neyð um Kvívíks hundar,
tí teir høvdu bitið kroysuna til grundar,
hann svór, hann skuldi kippa teir sum lundar
kvívíkingar og allar teirra hundar.
15. “Og hoyrið tað, skælings bøndur!
nú eri eg vorðin óndur,
tit leggi mær bróðurráð
at fanga teir devuls hundar,
sum lúta mína kroysu til grundar,
og teir av døgum fá,
so ringir munnu kertustubbar vera,
hundarnar lata teir tvøstið burtur bera,
eg royndi í nátt at steina, stinga og skera,
og datt í ein køst og mátti lata vera.”
16. Hanus bóndi blundar:
“Tú klagar so hart uppá hundar,
tað er bedrøveligt,
tú skalt teir oyðileggja
og dygt við steinum sleggja,
so verður tú teir kvitt,
navnið títt er víða gitið við orðum,
rætt sum rádni Rólant var í
forðum,
nú tú stingur sum í kempusporum,
smíða tær dýrindal av krambaborðum!”
17.Súsanna situr á stabba:
“Tú gakk tær niðan til abba
og bið hann leggja tær ráð!
á hesum sama sinni
lat Janus vera inni
og ommu míni hjá!
Janus sigur, tú skalt stríðið vinna,
bið hann smíða tær dýrindalin stinna,
harvið skalt tú Kvívíks hundar tynna,
lat so Kertustubbar seg besinna!”
18. “Eg haldi meg til Heina,
hann vísti mær vegin beina
at brúka mín tálgaknív
og dýrindalin harða,
sum Hanus mundi meg læra,
at taka teirra lív.
Hundar inn á kroysuna munnu snúgva,
so lystiliga inn um dyrnar snúgva
tað kann ikki hanga í róligheit ein húgva,
eg kann ikki blant teir búrhundarnar búgva.”
19. Tey ráð so Símun fylgdi,
tað gekk alt sum tað skyldi,
hann frið av øllum fekk,
hvørki hundur ella kattur
Símun rørdi aftur,
so friðarliga alt gekk.
Nú kann Símun væl í friði liva f
yrr á sinni ofta mundi tiva,
býr við hús, við mark og so við kliva
- nú er vísan endað til at skriva.