Steppitátturin
Lag: Der
hersked en konge i Østerdal
1. Kom lat okkum taka í hendur fast
og bróta tað nýggja niður
og geva teimum eitt bjølgakast,
sum traðka tað føroyska niður;
tí hetta kann ikki ganga við longd,
tann føroyski dansurin má aftur í gongd.
Tí at steppa so stuttligt tað er,
tí ein veit ikki, hvat ið man ger.
2. Her
gentur samlast til dansihús
hvørt sunnukvøld við gaman;
til steppudansin eru tær fús,
men ei tá ið vit taka saman,
at dansa og kvøða á føroyskan hátt,
tá hvørva tær burtur so smátt so smátt.
3. Men hoyrist í króki eitt annað lag,
tá tysja tær fram at standa,
og hjsrta teirra fær títtari slag,
tær vita ei, hvar ið tær landa;
tað kunnu ikki allar eiga túr í senn,
vit hava jú fleiri kvinnur enn menn.
4. Tey dandsa á gólvi við slíkum lag,
sum ikki edr gott at beskriva,
og eyguni stara í sama stað,
man hoyrir tey bara tiva.
Men slóknar kolan, so verður tað myrkt,
og tendrar eingin aftur, so verður tað kvirt.
5. Tað ógvuligt er at líta á,
tann atburð, tey nú vilja hava;
tey standa og toyggja seg upp á tá,
og aftur og fram tey skava,
at dansa hetta so stuttligt er, tí
tað frískar alt upp sum lív er í.
6. Í steppidansi man kátur er,
sum seiðurin spælir við strendur,
og lívligheitin hjá mongum er,
man sær tað, hvønn veg man sær vendir,
tey venda og snurra og skritta pá nýtt,
men ólukkutíð tær tiva so títt.
7. Handan dansin dámar deimum væl,
sum tey nú kalla at steppa,
og sjáldan koma tær niður á hæl,
ei heldur seg undan hveppa;
í vetur gerst alt, meðan ljósið er matt .*
tað skúrast jú sum seyður í rætt.
8. Tær bestu, ið steppa, tær fáa ei frið,
men mugu jú altíð flaksa,
og aðrar fylgja streyminum við
og royna sjálvar at baksa,
tær skinkla so mikið, sum møguligt er,
og vænta sær maka til næstu ferð.
9. Nú steppidansur er komin í lag,
við tíðini verður hann betur.
Tey ungu dansa so hjartans glað
og hopa til næsta vetur,
at tá verður dansurin gjørdur so nær,
at hvør hevur nokk við at ansa sær.
10. At steppa í hálvmyrkri hugnaligt er,
tað spælir í hvørjum liði;
men tá ið tey koma í skuggan inn,
tey missa tað rætta stigið.
Úr skugganum koma tey næstan á knæ,
og fáa tað síðani aftur í lag.
11. Gongur man dansihúsið forbí,
man hoyrir tey gomlu mumla:
"Nei, hetta var ikki í okkara tíð,
vit sluppu ei so at tumla,
tí hesin
dansur so ljótur er,
man droymir seg burtur í aðra verð.
12. Nú hava vit hoyrt um steppidans,
vit vilja nú frá honum venda,
til hann, sum førdi hann higar til lands,
vit vilja hann heim aftur senda,
tí alt kunnu vit ikki brúka her,
sum hittast kann upp í tí víðu verð.
Tí at steppa so stuttligt tað er,
tí ein veit ikki, hvat ið man ger.
* Tátturin er yrktur lýsiveturin mikla í 1917,
tá ið oljutrot var í Føroyum.
Hesin táttur er yrktur í Skopun í 1917, tá ið tann
útlendski ella eingilski dansurin, kallaður steppidansur, var farin at troka
tann føroyska dansin burtur. NJ og JAJ yrktu, meðan SPJ skrivaði niður.
Tátturin var bert kvøðin ta einu ferðina á gólvi í Skopun. Yrkjararnir eru nú
báðir deyðir; men hann, sum skrivaði táttin niður, livir og er nú 85 ára gamal.
(dec. 1981).
(NJ: Niklas hjá Palla, JAJ: Jacob Andrias, SPJ: Petur hjá Sillu.)