Strandatáttur.
Gevið ljóð og lýðið á
under så
grøn en lide,
nakað veit eg at fortelja frá.
Kongen af
Dannemark lader sig hævne.
2. Tað búði ein maður suðuri í Havn,
Magnus Brók var hansara navn.
3. Hann kom ferðandi heim á Strendur
at royna sínar stóru og sterku hendur.
4. Tann havnarmaður so errin var:
"Man nakar á Strondum tora ímóti mær?"
5. Gamli Bartal svaraði til:
"Jú víst hugsi eg, at onkur vil.
6. Eg skal siga tær orðini slík,
at lítið virða vit ein súpanarkík."
7. "Eg skal siga tær enn nú meir:
Kom tær ikki í holt við teir."
8. Tá knýtti Magnus sín stóra neva,
hann ætlaði Bartal á nasar at geva.
9. Har var látur, og har var gaman,
tá Magnus og Bartal teir brustu saman.
10. Bardust teir um allar grensur,
teir klóraðust og bitust sum ketta og frensur.
11. Har var róp, og har var skrálan,
rópini hoyrdust inn á Brenda Skála.
12. Har var látur, og har var grin,
tá Bartal skræddi Magnusa rukkurukkugin.
13. Har var látur, og har var brumm,
tá plantupinnurin stóð útum.
14. Men hetta legði Magnus einki í,
hann bardist líka væl fyri tí.
15. Bardust teir har aftur og fram,
endin var tann, at Bartal vann.
16. Magnus við sínum krúlluta høvdi,
hann lá undir Bartali og gløddi.
17. Magnus við sínum krúlluta grúki,
hann lá undir Bartalsa búki.
18. Bartalsa kona fleyg í grát:
"Nú hava tit dripið ein kongsins
soldát!"
19. Hin gamla í songini rópar morð.
Potturin í eldin og rokkurin í sor.
20. Yvir til Toftir har hoyrdist eitt buldur,
tá rokkurin hjá Bartali hann gekk sundur.
21. Mikkjals Óli um klinkuna fekk,
hann visti ikki betur, enn verðin forgekk.
22. "Nú hevur hon staðið ta tíð so langa,
forvíst meini eg, at hon fer at forganga.
23. Inn kemur Bartalsa kona so fromm:
"Hetta verður tykkum ein ólukku
skomm.
24. Hetta verður tykkum til háð og spott,
forvíst fáa tit ein ljótan tátt!"
25. Sannheit segði konan tað,
tátturin bleiv yrktur tann sama dag.
26. Hetta sama háð og spott,
under så
grøn en lide,
hetta kalla vit fyri Strandatátt,
kongen af
Dannemark lader sig hævne.