BRESTIS KVÆÐI.

1. Árla var um morgunin,

sólin roðar i hav,

Beinir gekk i skálan inn,

sum Brestir sterki svav.

Niðurlag:

Treðum lættliga dansin!

Dagurin skín so fagurliga,

komið er hægst á summarið.

 

2. "Statt upp Brestir, bróðir mín!

sól i skorar gyllir,

eingin blæsur vindur á vág,

og sjógvurin er stillur.

 

3. Lít tær út at Lítlu Dímun,

har hvítir ei við tanga,

aldri fæst ein betri dagur

bjargaseyð at fanga."

 

4. Tóku bond og bjargalinur,

gyrdu svørð við belti,

gingu so til strandar oman,

dreingir tveir teir eltu.

 

5. Mælti tað Sigmundur Brestisson,

vetrar var hann níggju:

"Eg skal út á Lítlu Dímun

hin villa veðr at síggja."

 

6. Svaraði Tórir Beinisson,

á tólvta ári var:

"Faðir, fert tú á Dímun út,

lat meg fylgja tær!"

 

7. "Hvat skulu tit á Dímun gera,

har eru stíggir trongir,

langir eru teir loftskútar,

og lágir eru tit dreingir"

 

8. Svaraði Sigmundur Brestisson,

snimma vaks hans hugur:

Hann, ið alist við øsku inni,

lítið í leikum dugir!"

 

9. "Satt hann sigur, sonur mín,"

Brestir tók til orða,

"eingin skal hjá ungum alva

bragdarhugin forða."

 

10. Tóku bát úr tøttum neysti,

rangt var teimum sjógvað,

dreingir settust i rengur niður

og høvdingar at rógva.

 

11. Løgdu teir at oynni inn,

bátin upp teir drógu,

gingu so í bergið fram,

sum brattar rásir lógu.

 

12. Fótafimir og klófastir,

óttaðust ei nakað,

lupu lætt um leysar upsir

styggan seyð at taka.

 

13. Fimm hundrað av áseyði

Lítla Dímun bar,

svart var alt sum kolamógvur,

eyðkent slag tað var.

 

14. Stygt og kvikt sum villur fuglur,

vártreyst út av lagi.

So er sagt, at hvalbingar,

teir tóku av alt slagið.

 

15. Tykir mær tað harmiligt

at fara so um fæ;

fyrnsta seyð, i Føroyum var,

meg lysti enn at sæð.

 

16. Fullvæl dugdu høvdingarnir

vargaseyð at veiða,

gingu so at báti oman,

fongin við sær leiða.

 

17. Hildu fram at Stóru Dímun,

vildu vinna heim,

siggja trinnar miklar skútur

sigla mótur teim.

 

18. Albrynjaðar triggjar tylvtir

taldu teir á førum;

glitra spjót og gyltir hjálmar,

sólin skein á svørðum.

 

19. Brestir mælir orðum hátt,

gott var í honum evni:

"Fullvæl kenni eg seglini

og gylta drekastevnið.

 

20. Hoyr tú Beinir, bróðir mín!

hvat ráð skulu vit taka?

Hasir eru garpar teir,

ið okkum ætla at saka.

 

21. Fyrstur siglir Havgrimur,

og siðan Gøtu-Tróndur;

áðrenn økt at enda er,

elvist leikur óndur.

 

22. Fyrstur siglir Havgrimur,

og siðstur siglir Bjarni;

áðrenn sól i havið setur,

blódgast okkurt jarnið.

 

23. Skjótt so ber teir sjóvarfallið,

lagnan gerst so skeiv

náddu vit at Rakhellu

og komu upp i Kleiv

 

24. komu vit i stíggin upp,

vit kundu hann væl verja,

høgdu niður hetjur tær,

ið tordu á at herja."

 

25. Svaraði hartil Beinir sterki,

i royndum var hann góður:

"Vit skulu halda at oynni inn

og taka ein harðan róður

 

26. Haldum fram mót næsta nesi!

Kunnu vit landi ná,

ikki skulu teir rósa av,

teir lættan sigur fá!"

 

27. Hildu teir mót oynni inn,

herskip aftaná;

sóust rógva kappar tveir,

so hvíta mjøll dreiv frá.

 

28. Armar rodna, andlit rodna,

spennast sterkar spengur,

árar bogna, homlur togna,

skúmið dreiv um rengur.

 

29. Rokið stóð um æsing inn

sum vestanveður hvast,

rendu so at fjørusteini,

at barkabandið brast.

 

30. Sigmundur og Tórir ungi

vóru ikki seinir,

lupu teir á landið upp,

Brestir og so Beinir.

 

31. Hildu teir at hellu fram,

sum hamarsklettur var,

lyftu upp so dreingirnar

og settu niður har.

 

32. "Hoyr tú Beinir, bróðir mín!

her skal striðið standa,

onkur skal til heljar fara,

áðrenn vit hava andað!

 

33. Tú skalt taka suðursíðu,

høgt er har at herja;

eg skal standa nordanvið,

har verri er at verja."

 

34. Havgrímur og Bjarni bóndi

fram mót hamri fara,

Tróndur við sínum fylgisveinum

reikar runt í tara.

 

35. Roynast vildu treystir dreingir,

skjótt teir atsókn veita,

brødur høgga fast og hvast,

teir renna flógvan sveita.

 

36. Brødur kundu brandar beita,

kendu væl teir leikir;

reydir giørdust brynjuringar,

kjálkar giørdust bleikir.

 

37. Eldur reyk úr eggjateinum,

stál mót stáli smellir,

fimm so fullu kroppar niður,

heilin støkk um hellur.

 

38. Beinir tveir til heljar hjó,

og triggjar Brestir sterki;

ota undan allir aðrir,

gleðast ei við verkið.

 

39. Reiður var tó Havgrimur,

hann sær mót Tróndi vendir:

"Hvi manst tú sum fjøruseyður

reika runt um strendur!

 

40. Til tess gav eg tær ognir minar,

tú skuldi í víggið ganga;

hví letur tú og alt títt lið

svørð í slíðrum hanga?"

 

41. Vitugur var Gøtu-Tróndur,

ikki treyt honum svar:

"Mikið vilt tú manntal hava

til skotbjálva hjá tær.

 

42. Kappa manst tú kalla teg,

dólgur ert tú av sonnum,

kanst tú ikki við tógva tylvtum

vinna á tveimum monnum!

 

43. Heysta manst tú harm og háð,

tað spyrst um leið so langa,

liðið leyp á tógva menn

og mátti aftur ganga.

 

44. Vilt tú millum manna metast,

og bilar tær ei hugur,

fyrstur gakk á klettin upp

og vís so, hvat tú dugir!"

 

45. Argur giørdist Havgrimur,

ilskan vóks um mótið,

rendi hann móti Bresti upp

og legði til við spjóti.

 

46. Spjótið gleið í miðju inn,

stál í indrum lendi;

Brestir gjørdi eitt avreksbragd,

hann banasár sær kendi.

 

47. Trysti hann seg á stungu fram,

blóð úr beni oysti,

høgdi so til Havgrim sterka,

øksl og arm hann loysti.

 

48. Deyður dettur Havgímur

og Brestir omaná.

Beinir berjist menniliga,

tó hann falla má.

 

49. Tóri runnu tár á kinn,

harðnar Sigmunds sinnni:

"Grátum ikki frændi mín,

vær goymum væl í minni!"

 

50. Tróndur trínur á válin fram

væl kundi hann orðum greiða:

"Ikki vinst á hvørjum vetri

i Valhøll betri veiða.

 

51. Hoyrast mugu hetjur hesar

hart um Bifrøst fara;

doyggja má hvør menskur maður,

tó ei mansins æra.

 

52. Ei man Vera hildarleikur

lokin enn at enda

taka skulum vær dreingirnar

og. sama veg teir senda!"

 

53. Sveinur svørð úr slíðrum dregur;

Bjarni frarn sær skundar:

"Tykir mær so vánt eitt verk

at drepa børn sum hundar.

 

54. Njóta skulu dreingirnir

grið imillum manna."

Mongum líkar Bjarna orð,

men Tróndur mælir annað.

 

55. "Vísur maður er fyrrivarin; -

høggið tit dreingirnar niður!

Vaksa teir upp til valamenn,

so býðst okkum eingin friður."

 

56. Ilskur gjørdist Bjarni tá:

"Verði tú vargur í ve!

Ikki skulu tit dreingirnar drepa

heldur enn sjálvan meg!"

 

57. "Ikki var hatta vilji mín,"

Tróndur orðum vendir,

"bara vildi eg royndir freista,

hvørt tykkara hugur stendur.

 

58. Bjóða skal eg teim kostir teir,

ið væl mugu eitast góðir,

sjávur vil eg teir fostra upp

og læra teir sið og lógir.

 

59. Kenna teim ítrótt og vápnaleikir,

skaldamál og søgu.

øllum teim a válinum stóðu

líkti nú Tróndar røðu.

 

60. Heiðurliga teir høvdingarnar

jarða undir fløtu.

Tróndur tók so dreingirnar

og førdi norð í Gøtu.