Eg minnist úr gomlum søgum

Orð: Rasmus Effersøe Lag: Der boede en konning i Lejre

 

Eg minnist úr gomlum søgum,

sum móðir mín segði frá

um Føroyar í gomlum døgum,

hvussu føroyingar vóru tá:

roysni og brøgd at gera

teimum á hjarta lá,

høgt mundu teir høvdið bera,

tí fríbøndur vóru teir tá.

Trúfastur altíð var maður,

vildi ei bróta sítt orð,

í vertskapi fróður og glaður

við egið sum við annans borð.

Ei vin í neyð teir gloymdu,

æran var teirra mið,

og hana so væl teir goymdu

alt eftir norðmanna sið.

Tá stongd var ei bóndans stova,

um ókunnugt fólk kom á leið,

men rómastampur úr kova

og válgarin spardust ei.

Tann, ið av lítlum varð argur,

varð hildin fyri spott,

tann, sum var ræddur og kargur,

fekk mangan ótelgdan tátt.

Ein maður við røttum sinni

kann látast av rók og rong,

men leingi skal liva hans minni

í søgu so væl sum í song'.

Latið ei søguna doyggja,

goymið hana so væl,

í dreingja sinni og moyggja

hon mikið útrætta skal.